Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI TÍN LÆRARI

22. oktober 1986

Eg, Guð, gleði Meg yvir at hava teg nær at Mær, Eg elski teg dóttir, trúgv á Meg; innan tveir mánaðir skalt tú hoyra Meg týðiliga,1 Eg skal geva tær allan tann stuðul tær tørvar; Mín ætlan er at leiða teg, innan tveir mánaðir fert tú at gera ógvuliga stór framstig, tí hettar er Mín vilji. Eg eri tín Lærari, øll Mín læra fer at upplýsa tína sál, verð verandi nær hjá Mær. Vassula, hvørja ferð tú kennir teg ólukkuliga kom tá til Mín og Eg skal troysta teg tí tú ert Mín elskaða, Eg ynski ikki at síggja nakran av Mínum børnum ólukkulig, tey skulu koma til Mín og Eg skal troysta tey.


1 Fyriboðan, ið gekk út. Seks vikur aftaná kundi eg hoyra Hansara rødd.