Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG VEIT FULLVÆL HVUSSU NÓGV TÚ MEGNAR

16. oktober 1986

Friður verið við tær, elskaða hvíl teg, ovbyrjað ikki teg sjálva meira, Eg merki hvussu tú møðir teg.

Eg merkti Tína Nærveru, Jesus, gjørdi Tú Tína Nærveru skilligari?

Eg eri,1 Eg gjørdi Mína Nærveru skilligari fyri at tú kanst skilja Meg.

Vassula, Eg veit fullvæl hvussu nógv tú megnar.

Tann dagin var eg serliga móð, men kundi ikki halda uppat við at lesa og skriva og arbeiða. Eg kendi Jesu Nærveru allastaðni. Hann royndi at siga mær nakað.
 

1 Javnsett við Guðs navn “Yahweh”, ið merkir “Tann ið er”.