Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

HVØRJI HÚS HAVA MEST TØRV Á TÆR?

 23. oktober 1986

Vassula, hvørji hús hava mest tørv á tær? Eg ynski at tú velur.

Jesus, um Tú spyrt meg um, hvørji hús hava størri týdning, Títt Hús ella mítt, vil eg sjálvandi siga Títt Hús. Og um eg skal velja, velji eg Títt Hús.

Eg vælsigni teg.

(Jesus sá út til at vera glaður!)

Eg skal leiða teg lítla mín, kom, tak Kross Mín við tær og fylg Mær. minst til at Eg skal hjálpa tær tú skalt vera Mín lærisveinur. Eg skal hjálpa tær við at opinbera Meg. Eg eri Heilagur, Eg eri Heilagur, so ver Heilag, livað Heilagt. Eg skal geva tær Mín stuðul. Vassula, ert tú viljug til at arbeiða fyri Meg?

Sig Títt navn aftur.

Jesus Kristus.

Ja, eg vil arbeiða fyri teg.

Eg elski teg, kallað á Meg tá ið tú vilt.

Eg játtaði uttan veruliga at skilja hvat tað vil siga at arbeiða fyri Guð; men av tí at eg elski Guð, ynskti eg at gleða Hann uttan at vera greið yvir, hvussu ódugnalig eg var til tað.

hoyr Meg, lurtað eftir Mínum rópum, lurtað eftir Mínum rópum, sært tú Mín Kross? Tað eri Eg, Jesus ið gevið tær hesa sjón.1 Eg kalli, Eg líði tí Eg telji tykkum Míni kæru og Eg síggi tykkum spjaðast og óvitandi um vandarnar djevulin hevur lagt á tykkara veg, Mítt Hjarta slítist sundur av at síggja tykkum so langt burturi frá Mær!

Í ein heilan mánað gav Jesus mær sjónir av Sínum Krossi. Hvagar eg enn vendi mær, og hvønn veg eg enn hugdi, sá eg ein stóran myrkabrúnan Kross; um eg hugdi upp frá talerkinum, meðan eg át, so var eisini hasin øtiligi Krossurin har, um eg hugdi út ígjøgnum moskitonetið, so var Krossurin har, tá ið eg gekk runt í húsinum, frá verilsi til verilsi, at seta meg ella okkurt annað, elti Krossurin meg, og varð verandi har í ein heilan mánað, tað var sum um Hann elti meg.

Eftir tað byrjaði nakað annað at plága meg: Hugsanin um at alt tað sum hendir, at tað møguliga ikki er frá Guði. Men hinvegin,  um tað er frá djevulinum, vildi hann so verið so býttur at roynt at umvent meg? Eg byrjaði at óttast fyri, hvat fólk fóru at siga um alt hettar, hvat fer at henda við mær? Eg fari at verða háðað!

dóttir, dóttir, livað í friði!

(Eg varð beinanvegin mistrúgvin).

Hvør er tað?

tað eri Eg, Jesus, verð verandi nær hjá Mær, Eg havi kallað á teg í mong ár, Eg ynskti at tú skuldi elska Meg Vassula...

Jesus, nær kallaði Tú á meg fyrstu ferð?

ta ferðina tú fórst til Libanon. Eg kallaði á teg meðan tú svav, tú sást Meg  minnist tú ikki hvussu Eg hálaði teg til Mín, kallaði á teg?

Jú, tað kann eg væl minnast, eg var øgiliga bangin, eg var um 10 ára gomul; eg óttaðist Tína Megi, ið hálaði í meg, tað kendist sum ein sterkur streymur, sum ein stór magnet, ið dregur eina lítla magnet, eg royndi at halda aftur fyri at sleppa burtur, men kundi ikki, inntil eg kendi meg so rimmarfast knýtta at Tær, tá vaknaði eg. Eg helt tað vera undarligt, at Jesus minti meg á hendan dreymin, og at eg enn kundi minnast hann.


1 Tað var ein stórur myrkur Krossur.