Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH
 

EIN SJÓN AV HIMLINUM OG TÍ HEILAGA BARDAGANUM

26. mars 1987

Í tí fylgjandi vísti Guð mær eina sjón.

gleð Meg Mín Vassula og skil at Eg Guð eri Ein; Eg vil so fegin vísa tær meira av Míni Dýrd. barn veitst tú hvussu himmalin varð skapaður?

Av Tær, ígjøgnum Teg.

ja, Eg havi bæði ásett vídd, hædd og djúpd og allar støddir eru fullkomnar. hvør lítil livandi skapningur kemur frá Mær og eru av sonnum Mínir, alt Lív kemur frá Mær, Mín Andadráttur er Lív, vilt tú vita meira um Míni Himmalsku Verk?

Ja, Harri.

lat okkum tá fara ein túr inn í Mína Dýrd.

Eg var til gongu í Guðs Nærveru í einum undirvøkrum urtagarði, ógvuliga litríkur, nógv bjart ljós, men ikki frá einari vanligari sól. Meðan eg gekk, legði eg til merkis eina ómetaliga stóra kúlu av ljósi, ið næstan nart við sjónarringin. Tað var sum ein stór sól, men ein kundi hyggja at henni uttan at fáa ilt í eyguni.

hvussu hevur tú tað dóttir?

Tað er undursamt. Tað er alt so løgið!

hvat sært tú?

Tað sum líkist eini “sól”.

ja hattar er Mín Heilagi Bústaður, og hvat sært tú rundanum hatta ljósið?

Fyrst sá tað út fyri mær sum tað vóru blettir, ið fluttu seg rundanum Tað, men so vísti tað seg at vera smáir einglar, sum kransaðu rundanum Tað. Tað sá út at vera í milliónatali.

tað eru kerubar ið kransa rundanum Mína Dýrd. hvat meira sært tú?

Nøkur trin, ið ganga inn í “sólina”?

lat okkum fara inn í hetta Ljósið, ert tú til reiðar? lat teg úr skónum tí vit ganga inn á heilaga jørð. vit eru nú inni í Ljósinum.

Eg helt, tá eg gekk inn í Tað, at eg fór at finna meg í ógvuliga bjørtum ljósi; men nei, alt var í bláum liti. Men tað, sum slerdi meg mest, var kvirran og kenslan av Friði og Heilagleika. Tað var undranarsamt! Innan var alt ein rundingur!

ja, tað er ein rundingur.

“Múrurin” rundanum okkum var eingin múrur, men livandi verur, tað vóru einglar, ein múrur av einglum og lokaði sum ein kúpa “loftið” gjørt av einglum, allir bláir. Tað vóru milliónir, milliardir, heilt tætt at hvørjum øðrum. Tað vóru høgir einglar, hvør uppiyvir øðrum, heilt tætt saman, formaðu ein sterkan múr.

Mínir serafar verja henda Heilaga Staðin og tilbiðja Meg uttan íhald, hoyrir tú teir?

“Heilagur av Heilagum, Heilagur er Guð okkara Tann Hægsti,”

Hvussu nógvir eru teir, Harri?

í túsundatali Mítt barn; hvør er hasin við tí gylta svørðinum og so vakur?

Eg veit ikki.

(Eg sá onkran, ið líktist einum eingli, men sum var ólíkur hinum, við tað at hann var "vanliga” littur, var í einum hvítum kappa, gylt hár niður á akslarnar, og helt í hondini eitt vakurt gullsvørð).

Vassula, svørðið er Mítt Orð. Mítt Orð er reint, Tað treingir ígjøgnum og upplýsir.

(Brádliga opnaðist “kúpan” sum ein blóma).

 img3.gif                            img2.gif

         afturlatin                                         opin

hygg, lítla mín, royn at skilja, Eg eri hjá tær og hjálpi tær, omanfyri fert tú at síggja tann Heilaga Bardagan sum fer at koma. O dóttir, halt eitt vakið eyga við øllum rundanum teg og ver greið yvir at óndskapur er til. sært tú nakað?

(Eg sá, tá ið “múrurin” opnaðist sum ein blóma). Hestar við svørtum villum floyalslíkum eygum. Myndin hvarv, og eg sá ein bardaga.

Mín herur skal stríðast móti Sátan og hansara fylgisveinum, íroknað øll tey ið hava roynt at beina fyri Míni Lóg minst til at Eg eri Alfa og Omega, tann Fyrsti og Tann Síðsti, Mítt Orð er ævigt hvat sært tú nú?

Eitt skriðdjór, sum líkist einari slangu. Hon varð blakað niður av einum hesti?

hesin drekin undir spjótinum hjá Mínum Halgimenni verður yvirvunnin. tá hettar fer at henda fara allir hansara fylgisveinar eisini at falla.

Vassula, nú skalt tú sleppa at síggja Dómshøllina.

Eg sá eina stóra høll, men eingin var har, alt í einum sá eg í einum horni ein bólk (sálir); tað var skramblan av ketum, ið fekk meg at hyggja tann vegin. Tær sóu ógvuliga illa fyri- komnar út, tað kann ikki sigast frá tí, tær vóru blettutar av trækoli ella onkrum svørtum merkjum. Tær sóu ógvuliga óttafullar út, ótryggar um hvar tær vóru. Tær sóu ikki okkum. Tær sóu út til at vera bilsnar um umhvørvið.

lurtað eftir trompetunum, hatta eru Mínir einglar sum boða frá Mínari komu, gev Mær tína hond, tí at tú ert Mín lítli gestur, ja, hvør einasti eingil kastar seg niður fram fyri Meg í tilbiðjan, hevur tú sæð handan skaran av sálum, tær eru beint nú komnar úr undirjørðini, 1 hettar eru píndar sálir ið eru fríaðar, tær vóru við Sátans portur,

Hvør hevur bjarga teimum?

Eg havi við Mínum himmalsku verkum, og øll sum bøta og elska Meg, skilir tú nú hví Eg ynski at tú skalt elska Meg? tess inniligari tú elskar Meg tess betur møguleika hava tey at verða lyft upp og koma til Mín vilt tú vita hvat fer at henda við hesum sálunum?

Ja, Harri, hvat hendir nú?

lat Meg siga tær tað, Eg skal doypa tær við Mínum Heilaga Anda og fría tær fullkomiliga, tí at ikki fyrr enn tær eru doyptar við Mínum Heilaga Anda verða tær førar fyri at fáa lut í Mínum Kongadømi.

Meinar Tú, at hesar sálir ikki vóru doyptar?

tað vóru tær ikki.

vildu tær ynskt tað?

ja, tær ynskja tað, kom, Eg skal forklára, lat okkum sessast. tað tú sá var bert ein ímynd av teimum, í veruleikanum vóru tær ikki í Míni Høll, sálir verða ikki dømdar fyrr enn til endans.

hvar vóru hasar sálirnar, um tær ikki vóru í Tíni Høll?

hesar sálirnar vóru í Hades, 2 við at vera í Hades eru tær hjálparleysar; tá tit velja meg og ynskja at fylgja Mær, eru tit bjargað, men um tit ikki kenna Meg aftur, grundað á tykkara treiskni falla tit. har tit tá fara, verður tað ein pínsla uttan enda.

Eg má ávara tykkum øll, ikki at tað ikki hevur verið sagt áður, men um nakar spottar Heilaga Andan verða tey ongantíð fyrigivin, tí at hetta er Mín Lóg.

hygg niður framman fyri Mær dóttir

Tað gjørdi eg.

lat meg signa teg, Eg fyrigevi tær tínar syndir, sig hesi orð,
 

“Mátti Harrin og Guð hin Almáttugi verði vælsignaður,

Mátti Hansara Kongadømi rátt í ævigari Dýrd,

Mátti Hansara Heilaga Navn verði Hálovað,

Mátti Orð Hansara trongt seg inn,

og hvílt í hvørjum hjarta;

Amen.”

 

Vassula, ger ikki meira í dag, hvíl teg. í morgin skal Eg lesa fyri tær Mín boðskap  um tey sum umboða Meg, men sum ikki geva Mær nóg mikið av kærleika ella ikki oysa úr Mínum markleysa Kærleika heldur,

dóttir, kom og ver saman við Mær, Mær tørvar at hvíla, kom nærri til Mín, tak lut í Míni sorg.

Mín Guð, eg skal gera tað Tú ynskir, men gloym ikki at tað eisini eru fleiri, ið elska Teg inniliga og gloym ikki teirra offur, har tey vísa sín kærleika til Tín.

ja, tey lætta um Mínar sorgir, og linna Míni sár, men Mær tørvar eina størri mongd av sálum sum hesar, til reiðar at bøta og breiða út Mín Óendaliga Kærleika, spreiða hann sum døgg Eg ynski at tey opna síni hjørtu og taka ímóti Mær, Eg skal fylla teirra hjørtu við Mínum Kærleika, og tá teirra hjørtu flóta yvir av Kærleika, verða tey før fyri at breiða Hann út og føða Míni lomb.

elskaða, vilt tú loyva Mær at hvíla í tær?

Ja, Mín Guð, ger tað.

vilt tú hvíla í Mær?

Ja, Mín Guð, tað vil eg.

kom so Eg elski teg.

Eg elski eisini Teg, mín Guð.  


1 Reinsanarstaðnum, nær við Sátans portur.
2 Reinsanarstaðnum (á grikskum).