Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG HAVI TVEIR RINGAR VIÐ MÆR

23. mars 1987

minst til at Eg eri Ein, Tann Heilaga Tríeindin er Ein. Eg ynski at okkara samband skal verða fullkomið. lít neyvt at Mær. ja, tú hevur sæð rætt, Eg havi tveir ringar við Mær.

Teir eru silvurhvítir? Og ógvuliga blankir!

teir eru úr púrum hvítagulli.

Her trúði eg, at tað var djevulin, sum misleiddi meg. Hvussu kundi hettar bera til?

lurtað Vassula, tað eri Eg, Jesus, óttast ikki, elskaða kom eg havi tikið hendan ringin til tín, Eg ynski at tú skalt bera hann nú. lít at Mær.

Men er hettar møguligt?

ja, Eg vælsigni okkara sameining! elskaða hesin gerningur er ein andaligur himmalskur gerningur, sanniliga sigi Eg tær, at tín sál er sameinað við Meg, trúgv Mær, Eg vil halga okkara hjúnalag loyv Mær at seta hendan ringin á tín fingur, Eg elski teg, varnast Meg, Eg elski teg og Eg vælsigni teg.

Jesus setti hin ringin á Sín Fingur.

hygg? Hvat kanst tú síggja meira?

(Eg kann síggja tveir ‘rundingar’, bundnar saman við einum bandi).

hesar skal Eg seta á høvur okkara. nú eru vit sameinað. Eg krúni okkara einleika.

Jesus, nógv fara at siga, at hettar bert er hugflog!

hví, nógv koma til Mín og giftast við Mær, tey hálova Meg, og Eg gleði Meg so nógv yvir at verða sameinaður við tey!

Vassula Eg havi reist teg upp frá teimum deyðu, Eg lat Mítt Ljós lýsa yvir teg, Eg tók Mær av tær, og lætti um hjá tær, gev Mær frítt at halda fram við Mínum verkum í tær dóttir, ver sum bleytt gips, viljug til at verða skapað sum Eg ynski tað. gev teg yvir í Mínar hendur og sig Mær ikki ímót;

Harri, eg eri so lukkulig, alt ov lukkulig, eg óttist fyri, at eg fari skeiv!

nei, tú hevur fatað tað rætt, Eg elski teg so nógv at Eg eri til reiðar at koma eftir tær beint nú, Eg leingist eftir at fría teg og hava teg hjá Mær, men Eg havi skapað teg til henda boðskap.

Harri, eg óttist fyri, at eg havi sæð skeivt, og at eg havi vanhalgað Teg við at trúgva, at tú gavst mær ein ring og sameinaði okkum, sjálvt um eg eri rættiliga vís í tí.

Mín brúður, Mín stakkals brúður hví ræðist tú Meg? ger Meg ikki keddan men kom til Mín, Eg elski teg, styðjað teg til Mín og minst til, at tað eri Eg ið havi halga okkara hjúnalag, stúr ikki, tað eri Eg Jesus, slepp tínum ótta og kom til Mín,

eg føldi tína hond 1

Eg hevði hugt at myndini av Honum frá Líkklæðnum (stórari stødd), meðan eg skrivaði, og uttan at hugsa hevði eg í huganum blídliga lyft Hansara hári burtur frá kjálkanum. Eg varð bilsin yvir tað knøppu reaktiónina.   

Jesus, føldi Tú veruliga mína hond?

tað gjørdi Eg, Vassula ert tú greið yvir at Eg eri Guð?

Eg harmist yvir, at eg gjørdi hetta.

ver ikki tað; ver innilig við Meg, júst sum tú ert, kom, gev Mær tína hond Eg vil halda hana í Mínari.


1 Jesus segði hettar ógvuliga knapt.