Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH
 

MÆR LEINGIST EFTIR, AT MÍNIR PRESTAR VERÐA HEILAGIR

27. mars 1987

Vassula Eg elski teg.

Eg elski eisini Teg, Jesus.

sum Mær leingist eftir at Mínir prestar verða heilagir við tað at teir umboða Meg. Eg ynski at teir gerast reinir, heilagir, eyðmjúkir og miskunnsamir. Eg ynski at teir loyva Mær at fylla teirra hjørtu við ørgrynnu av Mínum Kærleika, Eg ynski at teir skulu heinta meira av Mínum Hjartans Ríkdómi og fylla teirra hjarta, gjøgnumsýra tað so tað flýtur yvir, og soleiðis breiða tað út yvir heimin. tað er neyðugt at teir royna at forstanda Míni lomb og elska tey, og grøða tey; men fyri at verða førir fyri at gera alt hettar, mega teir læra at elska Meg líka so nógv sum Eg havi elska teir, teir mega læra at elska Míni børn sum Eg elski tey. teir mega æra Mína Kirkju. Eg ynski kærleika, Vassula, sig teimum tað, lat teir vita at Mínar varrar eru uppturkaðar og tysta eftir kærleika. Til hvørja nyttu eru offur og halgisiðir fyri Meg, tá teirra hjørtu eru steinrunnin og uppturkað? Mær leingist eftir at gera hesa oyðimørk fruktagóða við Rættlæti. Mær tørvar hita, Mær tørvar ein livandi loga, reinleika, ídni og brennandi kærleika. loyv tykkum sjálvum at oysa úr hesum Óendaliga Kærleika og fylla tykkara hjørtu. alt Eg biði tykkum um er trúfesti, reinleika og kærleika. komið, komið til Mín og iðrið tykkum, komið og broytið tykkara lív, Eg skal styrkja tykkum og tit skulu taka ímóti Mær, Eg ynski at minna tykkum á Mínar Vegir.

Eg havi givið tykkum so nógvar boðskapir og tekin, tekin sum tit ikki vilja vita av, hava tit gloymt Míni orð? undrist ikki yvir teimum veiku amboðum Eg nýti til at opinbera Míni orð; hví, Eg kundi tikið ein og hvønn av hesum steinunum og broytt teir til trúgvar eftirfylgjarar hjá Mær! nøkur av tykkum fara at leita eftir prógvum fyri, at tað eri Eg, Jesus, ið gevi tykkum henda Boðskap, havi Eg ikki sagt, at Eg vil úthella Mín Anda yvir alla mannaættina og at Mínir synir og Mínar døtur skulu profetera, at Eg skal senda tekin í himli og á jørð? Mínir vegir eru ikki tykkara vegir og Míni tekin eru ikki tykkara tekin.

Eg opinberi aftur Mítt andlit, men hvussu nógv av tykkum fara at trúgva? Eg eymki meg av pínu, Eg kvalist, Eg kvalist av at síggja Mítt sáð fylt við deyðum orðum. Trúskapur... er hetta tað tit kalla tykkum sjálvar at vera tá tykkara hjørtu eru deyð? komið, komið og súgvið í tykkum úr Mínum Hjarta. Eg biði tykkum um í álvara at iðra tykkum og bøta; elskað Meg reint og ærað Mítt Heilaga Kvøldmáltíðar-sakramenti, ja, øll tit sum meta tykkum at vera rættvís og trúgvandi, komið og broytið tykkara hjørtu, opnið tykkara hjørtu og takið ímóti Mær og tá tit gera tað, skal Eg lata tykkara eygu upp og opna tykkara oyru.

Vassula, Eg skal lesa meira upp fyri tær í morgin tú skal hvíla elskaða sást tú meg tá Eg las upp?

 Ja, Harri, Tú var aftanfyri mín høgra arm? vart Tú har?

Eg var, ja. ja, nú standi Eg framman fyri tær Vassula ja, varnast Mína Nærveru sum tú gert nú óttast ikki Eg skal vera hjá tær, kom lat okkum hvíla í hvørjum øðrum