Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG SKAL GERA TEG TIL MÍTT ALTAR

22. mars 1987

sálarró er tað Eg elski. tú skalt arbeiða við sálarró og ikki hava skund Eg eri komin aftur við Míni bók.

Hvat er eisini í bókini?

Eg havi skrivað í hana nøkur fá nøvn á sálum, sálir sum skulu fáa nýtt lív í Mín Loga, Logan av Kærleika. kanst tú lesa tað sum Eg peiki á?

Ja, Harri eg havi stúrt fyri tí lítlu bókini, ið eg ikki kundi lesa.

Eg veit,

(Eg síggi, at perman er mjúk og gylt?)

ja, perman er gylt hygg í hana og les.

“av tær vil Eg gera Mítt altar, har Eg vil leggja Míni Hjartans brennandi ynskir, Mín Logi vil liva í tær; oys úr Mínum Hjarta og fyll títt hjarta. Eg, Harrin, vil halda Mínum Loga brennandi í allar ævir.”

vilt tú kyssa Mína bók nú, Mín dóttir?

(Tað gjørdi eg).

Eg skal siga tær tað.

(Eg hevði ein spurning).

tað er ein andalig leiðbeining til Mínar útvaldu sálir, nú veitst tú tað.

Seinni kom ein alda skolandi yvir meg av iva, og ivin fór ígjøgnum meg.

Vassula óttast ikki, tað eri Eg Jesus, lurtað elskaða, allar hesar leiðbeiningar hava eisini sínar líðingar, hjá tær er tað óvissan sum ger at tú líður, havi Eg ikki sagt tær at líðingin reinsar tína sál? góðtak tað, og lat Meg hava frítt at gera tað ið er best fyri teg, lat Meg virka í tær, vilt tú tað?

Eg vil gera tað, um tað er Tú, Jesus.

Eg eri Jesus, tín Frelsari! vit vilja líða saman, vit vilja stremba saman, her, styðjað teg til Mín, kom lat okkum fara og lesa saman.

Seinni:

Eg eri her, livað fyri Meg, hálovað Mær við at elska Meg, kom alt hettar er fyri Míni Friðarins og Kærleikans áhugamál, noktað Mær ongantíð. tað ónda fer altíð at royna at blanda seg fyri at forða Míni ætlan men Eg fari at sigra so lít á Meg.

Men Harri, kann eg klaga um nakað?

kenn teg fría hjá Mær Vassula.

Eg vil fegin siga Tær, hvat tað er, ið plágar meg; møguliga er alt sum eg sigi ella hugsi skeivt, og líkamikið hvat eg geri, so verður tað eisini galið. Tað er satt, eg havi ongan veruligan stuðul, eg meini, her eri eg, skrivi boðskapir sum eg fái frá Tær. Onnur hava eyðsæð eisini haft tað á sama hátt sum eg; aðrar opinberingar ella boðskapir, ið komu frá Tær til onnur menniskju. Men hesi vóru fyri tað mesta í kleystrum. Rundan um seg høvdu tey nunnur, munkar, prestar, bispar, o.s.fr. Tá ið tað yvirnáttúrliga kom til teirra, vóru tey varisliga eygleidd, og væl eftiransaði, tá var tað lætt hjá teimum at geva tað, tey høvdu skrivað til teirra fyristøðufólk, og frá teimum til bisp, og so til Páva. Tey góðtóku tað øll, at tað kom frá Tær. Møguliga mistaki eg meg, men tað sýnist at vera lættari at góðtaka tað, tá  tað er frá einum av teirra egnu. Ein, tey kenna væl. Og so varð tað prentað, heilt niður í minsta lutin.

Tey vórðu viðurkend. 1 Men hygg nú eg, eg havi vent mær til prestar. Av tilvild vóru teir katólskir prestar. Fyri meg, ið eri doypt griksk-ortodoks, hevur tað einki at siga, hvat ið teir eru. Sjálvt um eg var katolikkur og presturin protestantur. Eg síggi ongan mun. Vit eru øll kristin.

Í núverandi løtu vita fleiri prestar um hesar opinberingar, og teirra atburður er sum nátt og dagur.

Ein av teimum sigur enn tann dag í dag, at tað er av tí ónda. Við øðrum orðum, at eg eri svøk, eftir sum at eg verði stýrd av einum anda. Men eg veit, at tað er Tú, Guð tann Almáttugi. Aftaná at hava lisið eitt sindur gjørdi hann sær sína egnu meining um tað, og hann vil ikki á nakran hátt broyta hana. Um hann einaferð fer at skilja, at eg ikki eri svøk, fer hann at taka tað fram aftur, at tað er mín undirvitska. Alt annað enn Tú.

Atburðurin hjá tí næsta prestinum var hesin: “Ja, halt bert fram við at skriva, tí at tað er guddómligt og kemur frá Guði”. Hann trýr sostatt, at tað er Guðs Orð, men hann hevur ov nógv at gera til at spyrja, tíansheldur at fylgja tí upp.

Tað er tað, sum undrar meg. Um hann trýr, at Guð roynir at orða ein boðskap, hví ikki hugsa um tað ella fáa skil á, hvat tað er?

Ein triði prestur fekk tað at vita og lurtaði skyldrøkin, ímeðan hann av og á hugdi at klokkuni, fyri síðan at siga: “Gott, halt áfram. Hettar er undursamt, halt fram við at skriva.” Eg beyð honum, at eg kundi koma aftur, nær tað skuldi vera fyri at tosa um tað. Eg sá hann ongantíð aftur.

Ein prestur afturat fekk at vita um hettar, og hann segði eftir bert at hava lisið eina síðu ella tvær: “Eg ynski ikki at siga mína meining, men vit katolikkar eru ávaraðir um, at tað ónda kann virka á sama hátt. Ikki tað at eg sigi, at tað er ónt, men vit verða bidnir um at vera varnir.” 2 

Tað er í lagi, segði eg, men tá nú øll eru samd um eitt: “Hettar er yvirnáttúrligt”, hví ikki royna í álvara at skilja tað og fáa skil á tí?

Hesi eru hóast alt menniskju, ið leita til Guð! Tann fyrsti, sum segði, at tað er av tí ónda, segði mær tá, at Guð gevur boðskapir, og tað nógvar, nógvar bøkur í øllum heiminum við slíkum boðskapum, at tað er ógvuliga vanligt. Tað eru so nógvar opinberingar av yvirnatúrligum slag, so tað er ógvuliga vanligt, men oftast millum teirra egnu.

Aftur ein annar prestur segði, at tað eru guddómligar opinberingar hjá Hjartanum, og at tær eru frá Guði. Hann gav mær bústaðin hjá einum professara innan mystikk, sum eg kann leita upp og tosa við. Eg veit, at um eg var “ein av teirra”, hevði alt verið lættari. Tað er bert tí, at eg ikki eri ein av teirra, og enn meira gevur mín framburður mær trupulleikar.

Eg eri Jesus, Vassula, styðjað teg til Mín og hvíl teg øld O øld hevur tú gjørt tær eina meining uttan so mikið sum at hava skeitt at Mínum Orðum? sýnast tit at hálova Meg og við at verja Meg óviljuga háa Meg? Vassula Eg elski teg hell teg til Mín elskaða.

Harri, tað er eitt afturat. Tá eg sigi Tær frá mínum ivandi kenslum, eri eg heilt vís í, at eg særi Teg, tí at eg ivist. Og um eg góðtaki allar opinberingarnar uttan at ivast, og at tað so ikki er frá Tær, særi eg teg eisini. Líka mikið, hvat eg trúgvi, særi eg Teg, og tað ger meg hugtunga, tí at eg ynski at vera tann síðsta til at særa Teg. Eg líði eisini orsakað av hesum.

O dóttir, syrg ikki. trúgv ongantíð at Eg eri særdur av kærleika, at eta frá Mær er alt tú gert, Eg eri Jesus, Jesus Kristus og tað er Mítt Breyð tú etur sál, O elskaða sál plágað teg ikki meira, trúgv Mær elskaða, og kenn teg elskaða av Mær.

Fyrigev mær at eg eri so veik...

Eg fyrigevi tær heilt, kenn hvussu nógv Eg elski teg, tín veikleiki er tað sum dregur Meg sterkast, tín ómetaligi veikleiki! Tín vesalleiki eigur eingin orð. O kom til Mín, her inn í Mítt Hjarta lat tína sál fullkomiliga upploysast innan í Mær. ver Mín himmal, Eg elski teg, tak ímóti Mínum Friði.


1 Og soleiðis varð lætt um teirra byrðu. Orðið kann hvíla tungt á einum.
2 Møguligt, men hvussu leingi? Til mannamúgvurnar venda aftur til Guð? Tí at tað hava fleiri longu gjørt, og hettar er bert byrjanin...