Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

LAT ALLA TÍNA VERU TREINGJA INN Í MEG

21. mars 1987

tað eri Eg Jesus. Vassula elskaða kanst tú øva teg í at síggja Meg við tíni sál? Vassula hygg at Mær.

Tað gjørdi eg.

ja soleiðis,

hevur Tú lagt Tínar hendur á borðið?

Eg havi.

Hevur Tú krosskasta armarnar?

Eg havi.

Nú hevur Tú lyft ein arm, og Tín hond nertur við kjálkan og Tín fremstifingur kemur at kjálkanum, hin armurin varð verandi, har hann var? sum um Tú hugsar?

tað er rætt! Eg styrki um Mína Nærveru. Vassula, hygg at Mær.

Tú hevur eina bók? sum Tú tókst undan kappanum, frá vinstru síðu við høgru hond?

Eg havi eina bók,

(hon er ikki so stór).

júst so, tú sært hana væl Vassula. hygg í hana og les tað sum stendur;

(Eg royni, men tað gongur ikki væl...) har stendur:

Mítt altar er tú

Eg kann ikki Jesus. Eg kann ikki fáa skil á restini!

royn aftur, Mítt altar á hvørt Eg vil

(Eg kann ikki síggja, eg hugsi eg lesi skeivt!)

lítla mín, hvat skuldi tú gjørt uttan Meg? tú mást lyfta tína sál meira upp til Mín, Vassula Eg skal hjálpa tær. gev teg heilt yvir til Mín ver ongantíð mótleys; Eg skal  koma aftur við Míni bók seinni.

(Eg kendi meg mótleysa kortini, eg helt, at eg hevði skuffað Hann, við at eg ikki hevði lyft mína sál nóg høgt. Eg fór so langt sum at hugsa, at Hann fór at skifta meg út við eina aðra sál, at Hansara tol hevur mørk!)

Vassula, tú mást ongantíð nakrantíð hugsa at Eg fari at skifta teg út, vilt tú trúgva Mær? kom, vit royna aftur næstu ferð. royn og síggj Meg betur við tíni sál soleiðis sum tú gjørdi tað nú. Vassula, lat alla tína veru treingja inn í Meg og upploysast í Mær; fullkomiliga. elskað Meg og bøt fyri onnur. hevjað teg, Eg skal læra teg at hevja tína sál, lat okkum fara.