Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

TÚ ERT MÍTT FRÆ, TÚ ERT MÍN -
EG ERI KOMIN AT STYRKJA KIRKJU MÍNA

18. mars 1987

Eg havi lært teg at elska Meg og kenna Meg aftur. Eg  vísti tær Míni Himmalsku verk, úthelti allar loynidómarnar í Mínum Hjarta, og vísti tær Mína ósigandi Miskunn, reinsaði teg til at verða keldan hjá Mínum opinberingum og vísa heiminum Mína Náði. ja sanniliga havi Eg helt útyvir tykkum øll Mín ómettandi Kærleika og víst Mínum børnum hvussu nógv Eg kann elska tey. 1

tó minni Eg teg eisini á at tú ert ikki øðrvísi enn hini børnini hjá Mær, og at tú ikki skalt fjala hesa leiðbeining. Eg ynski at Mín úthelling skal hylja hendan heimin, tí hettar er Mín Vilji;

Vassula, loyv Mær at virka í tær so sum Eg vil. kom nú og uggað Meg, ja, við at elska Meg;

Eg eri Yahweh og tað er til Mín tú styðjar teg og tað er til Mín tú kemur at hugleiða, tú ákallar Meg í tínum bønum, so ver ikki stúrin av tí at tú tilbiður Meg og ongan annan. 2 Mítt ynski er at øll Míni børn skulu venda aftur til Mín. dóttir, Eg havi alt teg upp til hendan boðskapin, vilt tú útinna Mítt orð Vassula? vilt tú framhaldandi arbeiða fyri Meg?

Ja, Harri, so leingi sum eg kenni aftur, at tað er Yahweh.

lítla mín Eg eri Yahweh! tak ímóti Mínum Friði lítla Mín og halt áfram at vaksa, troyttast ongantíð av at skriva, loyv Mær at brúka teg inntil endan av Mínum boðskapi. lítla Mín hvør er tín Faðir?

(Eg var bilsin yvir spurningin).

Tú ert.   

Eg eri, tú ert Mítt fræ, tú ert Mín. Míni børn hava vent sær frá Mær og teirra hjørtu eru fryst orsakað av sjálvsøkni. tey hava gloymt Meg; Eg ynski at spyrja tey; hví skúgva tit Meg burtur, hvat havi Eg gjørt sum gjørdu tykkum ónøgd? havi Eg nakrantíð sipað til at Eg eri vreiður inn á tykkum? hví óttast tit fyri at líta at Mær? elskaðu, Eg vil ikki lasta tykkum fyri syndir tykkara, Eg fyrigevi tykkum nú, Eg vil ikki lata hurðina aftur beint fyri andliti tykkara, sanniliga sigi Eg tykkum at Eg kann fyrigeva millióna ferðir og standi við opnum ørmum framman fyri tykkum, og bjóði tykkum at koma til Mín og at kenna tann kærleika Eg havi at geva tykkum, lat Meg kveikja tykkara hjarta, komið og lærið Meg at kenna!

komið tí øll tit sum skýggja Meg og óttast Meg, øll tit ið ikki kenna Meg, komið nærri til Mín og tit fara at skilja at Eg eri ein Guð fullur av Kærleika, fullur av samkenslu og fullur av Miskunn. vrakið Meg ikki, áðrenn tit yvirhøvur kenna Meg,

Mín kærleiki í yvirflóð bjóðar tykkum eina virkna náði at skilja og velja millum gott og ónt. Eg havi givið tykkum frælsi at velja, men Eg havi eisini givið tykkum virðir sum kunnu gera tykkum til hægristandandi verur; Eg havi givið tykkum gávur, brúkið tykkara gávur sum Eg gav tykkum, og við tykkara skili og hjarta ið Eg havi givið tykkum, skiljið og traðkað fram og viðurkenn Meg og lær Meg betur at kenna.

Eg havi upplýst tykkara hjørtu fyri at gera tykkum før fyri at elska, tað eri Eg, ið havi givið tykkum hesa náði. vilja tit taka ímóti hesi náði?

(Eg minnist, hvussu eg sjálv var fyrr).

Men Harri, nøkur hava ongan møguleika haft at kenna Teg, tí eingin lærdi tey, tað er veruliga ikki teirra skuld, er tað? So hvussu kundu tey á nakran hátt kunna hugsa um Teg?

Vassula, so satt! dóttir, Mín Kirkja tørvar at verða endurnýggjað; Eg eri komin at styrkja Mína Kirkju; annars umgongst ikki at stórar mannamúgvur glatast. Vassula, Eg skal koma aftur at geva ein boðskap til Míni trúgvu. lat Meg fullføra Míni ynski um Míni børn ið hava vent sær frá Mær. Eg eri Kærleikans Kelda og frá hesi Keldu flýtur hesin Markleysi Kærleikin sum fevnir um alt skapanar- verkið. alt Eg biði tykkum um er eitt aftursvar av kærleika. mong av tykkum halda at Eg eri ein Guð ið er skjótur til vreiði, og tí óttast Meg, tit óttast at nærkast Meg, onnur halda at Eg eri ikki til at røkka og bert njóti Mína Dýrd, uttan at taka Mær av tykkum, og vendi Míni eygu einans ímóti teimum sum eru Mær trúgv, soleiðis skapa tit eina mynd av einum Guði sum tekur summi framum onnur; vistu tit ikki at veikari og verri tit eru tess meira søki Eg tykkum og elski tykkum? Eg eri Heilagur, men Eg ynski eisini at lata tykkum skilja at Eg ynski at vera inniligur við tykkum og hava Meg sum tykkara Heilaga Fylgisvein. veitst tú hvussu líknilsi um tann burturvilsta sonin ljóðar Vassula?

Ja, okkurt av tí.

hann hevði syndað, men hvussu tók faðir hansara ímóti honum?

Við stórari gleði?

meira enn tað, hann tók ímóti honum við stórum kærleika, og fagnaði hesi stóru hending. gevið Mær ikki sorg Míni elskaðu og komið aftur til Mín, Eg skal ikki vísa tykkum burt, Eg skal taka tykkum í Mín favn. vendið aftur til Mín uttan ótta.


1 Eg eri sum eitt dømi.
2 Hann vísir til tær ferðirnar, har eg stúrdi fyri, at boðskapirnir møguliga ikki vóru frá Honum.