Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

LÍÐINGAR REINSA TÍNA SÁL

17. mars 1987

Vassula, vilt tú bera Mín Kross nú?

Eg vil gera, sum Tú vil, Jesus.

føl; føl hvussu tungur Hann er, Mær tørvar hvílu, fylg Mær, kom nærri til Mín Eg vil leggja Mín Dýrabara Kross á teg.

Seinni sama dag kendi eg meg so ómetaliga sorgarbundna, hugtunga, mær tørvaði ugga, men fann ongan.

tú hevur kent Mína ómetaligu byrðu á tínum herðum, noktað ongantíð Mínum Krossi, Mín byrða er tung.

Vassula spyr ikki hví Eg lyfti teg upp til Mín, 1 lat Meg virka frítt til at gera við teg hvat Eg vil inntil Eg komi og fríi teg. elskaða, tín leiðbeining hevur sína pínslur, við at leita eftir sannleikanum og ikki finna hann, pínir tað teg, líð fyri Meg, at líða reinsar tína sál ofra teg til Mín og royn ikki at skilja, 2 trúgv bara. lat Meg virka frítt í tær, og gjøgnum teg opinbera Mítt Orð og soleiðis grøða Míni børn. Trúgv á Mín Frelsandi Kærleika.

Mín Krossur er tungur, ja, Eg komi fleiri ferðir at líta Hann tær upp í hendur. tú ert Mín brúður Mín elskaða og Mín blóma, við at bera Hann fyri Meg lættir tú um hjá Mær. í Mínum opinberingum sum Eg andi inn í teg, eru beiskar líðingar av sorg, pínu og plágum ið floyma úr tí innasta í Míni Sál. kom aftur enn einaferð og kenn hvussu Hon plágast, kenn hvussu Hon leitar eftir tykkum øllum!

Tá var tað, sum um Hann ikki orkaði longur, við einum ódnarrópi, sum kom úr Hansara sorgarfullu Sál, tað kom úr tí innasta, sum var Hann komin deyðanum nær av sorg.

skapanarverk! sum Faðir Mín skapaði við Síni egnu Hond, hví, hví gevur tú Mær so stóra sorg!!

Tá vendi Hann sær móti mær; Hansara Andlit og rødd vóru ógvuliga álvarsom; og Hann segði:

hevur tú nakrantíð hugsa um Meg áðrenn Eg kom til tín?

Nei, tað havi eg ikki.

(skuldarkensla).

Enn álvarsamur.

hevði tú komið til Mín um Eg ikki hevði leitað eftir tær og funnið teg?

Nei, tað haldi eg ikki.

(meira skuldarkensla).

elskar tú Meg nú.

Ja, Harri mín, tað geri eg.

Mín leiðbeining hevur broytt teg, hevur hon ikki?

Jú, 3 hon hevur.

vilt tú mynstra Míni børn og geva teimum at eta?

(Eg kendi meg hjálparleysa).

Mín Guð, hvussu skuldi eg kunna tað, við hvørjum?!

Eg vil fegin gleða Hann og vísa Honum mítt takksemi, men eg kann ikki.

lít á Meg, lat Meg leiða teg Vassula, lat Meg mynstra Míni børn, Eg veit at tú ert hjálparleys, Eg veit at tú ert veik, sært tú, tú kanst ikki gera nakað uttan Meg, nú, vilt tú nú lata Meg brúka teg sum Mítt amboð til Eg havi fullført Mín Boðskap?

Ja, so leingi sum boðskapurin er frá Tær, Jesus.

Eg eri Jesus, ivast ongantíð. troyttast ikki av at skriva. hvørt orð ið kemur av varrum Mínum, far teg at kenna Míni sár, Eg dragi teg niður við Mær til tað myrka ríkið hjá Mínum fígginda fyri at vísa tær hvussu sálir líða, Eg helli útyvir teg allar Mínar líðingar sum særa Meg so djúpt; Mín prestur, tí Mín prestur ert tú, tú skalt ganga við Mær, ongantíð skal Eg fara frá tær, saman skulu vit deila Mín Kross, saman skulu vit líða, saman skulu vit strevast, tú skalt hvíla í Mær og Eg í tær.


1 Jesus vil, at eg bert skal taka ímóti øllum, hvat tað enn er.
2 Eg royndi at fáa skil á, um hettar er ein sonn leiðbeining ella ikki.
3
Her kendi eg veruliga, at eg einki var, og at tað ikki var fyri mín vinnings skuld, at Hann opinberaði Seg fyri mær, eftir sum at eg í byrjanini vísti Honum frá mær.