Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG YNSKI TEG AT VERÐA FULLKOMNA

19. mars 1987

Eg eri her, tað eri Eg, Jesus. Vassula, hevjað teg upp til Mín, Eg ynski teg at verða fullkomna, ert tú viljug til at verða fullkomin?

Eg var málleys...

Eg ynski at tú skalt verða tað, Eg spyrji teg Vassula.

Men Harri, at verða fullkomin er heilt ógjørligt; soleiðis sum eg eri, er tað fyri meg longu heilt væl á leið at verða nøkulunda góð;

Vassula, Eg vil læra teg at verða fullkomin. sanniliga sigi Eg tær at tað er ikki ómøguligt, men tú mást lata Meg forma teg, gev teg heilt yvir til Mín so skal Eg forma teg til tað ið Eg ynski tú skalt verða.

Jesus, tað haldi eg ikki, at eg nakrantíð kann blíva; eg eri ring at forma; tað fer at verða sum at royna at forma ein stein.

Vassula, á Vassula, lítur tú ikki á Meg? Eg eri Guð og  sjálvt hellur kann Eg forma so at tær fáa tað skap sum Eg ynski. veitst tú hví Eg havi valt teg?

Ja, Harri.

her er ein orsøk afturat, Eg valdi teg tí at tú ert veik, og tín veikleiki hugtekur Meg. barn, kom og føl Mítt Hjarta, Mítt Hjarta leingist eftir at verða elskað. kom og føl Mítt Hjarta við tíni sál. Vassula, ert tú til reiðar? føl Meg,

Eg var sum steinrunnin.

ger Meg ikki keddan, kom og føl Meg tú følir Meg ikki.

Nei, eg havi ikki følt Teg; eg hevði ikki dirvi til at gera tað.

kanst tú siga Mær hvat er í vegin?

Nú verður verri.

hví?

Mítt smædni, eg kenni meg so foya, eg kenni meg eyðmýkta.

Vassula hví? ger Meg ikki keddan og sig Mær hvat bagir.

Eg kenni meg so foya við at nema við Títt Hjarta. Tað er sum um eg sá meg sjálva sum eina spitalska, ið kemur at nema við ein frískan. Hvør eri eg at nærkast Tær!

hvørja ferð tú kennir teg foya elski Eg teg meira. dóttir, nú vit eru sameinað fyri allar tíðir og tú ert Mín, loyvi Eg Mær at treingja djúpt inn í títt hjarta. at gifta teg við Mær hálovar Meg og reinsar teg.

Ja, Harri, men hygg eftir hvørjum Tú ert sameinaður við!

Eg elski teg, kom og styðjað teg til Mín nú.

Seinni:

Vassula, føl Mítt Hjarta.

Eg føldi Hansara Hjarta, sum var ógvuliga heitt, og bankaði við ynskinum um at verða elskað.

tær nýtist ikki at smæðast við at føla Mítt Hjarta, Eg eri tín Guð sum biði teg gera tað, loyv Mær at brúka teg sum Eg vil loyv Mær at kyssa teg.

(Eg bleiv illgrunasom, hugsaði at tað var djevulin, sum royndi at fáa meg at falla í synd).

Eg eri Harrin Jesus Kristus. óttast ikki.

(Eg var framvegis varin, sjálvt um eg ikki hevði kent nakað ónt rundan um meg, kortini var eg illgrunasom).

óttast ikki.

(Eg kundi ikki ‘frígera’ meg, kenslan av spitalsku kom aftur, eg rørdi meg ikki).

veitst tú hvussu nógv Eg elski teg?

Ja, eg veit, Jesus.

hví vísir tú so Mín Koss frá tær?

Tí at eg eri ikki verd at fáa ein koss frá Tær.

Vassula, havi Eg ikki sagt tær áður ikki at nokta Mær nakað? og hvat svaraði tú Mær?  

At eg ongantíð skuldi nokta Tær nakað.

ja, hví vísir tú so Mínum Kossi frá tær? Vassula, vís Meg ongantíð frá tær; um Eg biði teg um nakað er tað av kærleika, loyv Mær at kyssa teg, loyv Mær at gera tað! kanst tú loyva Mær tað nú? kom til Mín og føl Mín koss, ein himmalskan koss á tína pannu, ert tú til reiðar?

Eg elski teg.

Jesus kysti meg á pannuna. Eftir stóð eg so himmalsglað... Hvussu kann eg greiða frá tí? Teir tveir fylgjandi 2 dagarnar kendi eg meg heilt tóma, gjøgnumskygda, sum klárt glas, Hann gav mær eina heilt ótrúliga kenslu av friði í sálina;  andadrátturin sýntist at fara ígjøgnum lunguni og fylti síðan alt likami; eg hevði kensluna av at vera luft.