Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

HVÍ NOKTA MÆR EITT PLÁSS Í TYKKARA HJARTA?

8. mars 1987

Vassula elskaða, enn einaferð ynski Eg at minna teg á at Eg ikki taki teg fram um nakran av hinum børnunum hjá Mær; tí tínar dygdir eru ongar, og títt heiðursvirði enn minni í Mínum eygum, men Eg elski teg kortini, Eg gav tær hesa náðigávu tí hetta er Mín Vilji; ver Mín boðberi og gjøgnum teg skal Eg geva Meg til kennar. halt ikki at Eg sigi ímóti Mær sjálvum, Mín kærleiki er markleysur og tú ert Mín elskaða síðan Eg valdi teg; hugsað ikki eina løtu, at Eg elski teg minni tí at Eg vísi á tínar veikleikar, Eg eri tín Heilagi Faðir sum kenni teg og um Eg ikki vísi á tíni mistøk hvør skal tá gera tað? tú ert Mín visaliga blóma sum Eg formi, og lati súgva Mína Styrki soleiðis at tú kanst vaksa Vassula.

Eg ynski at minna teg á at Opinberingarnar Eg andi inn í teg ikki bert eru til títt egna besta, tær eru eisini ætlaðar øðrum, ið hava stóran tørv á Mínum Breyði. Eg komi at føða øll tykkum sum eru svong; Mín Boðskapur er ein boðskapur um Frið og Kærleika og til at minna tykkum á tykkara uppruna og tann sum skapaði tykkum.

Eg komi at siga tykkum at Mítt Likam er Mín Kirkja; JA Mín Kirkja sum fyllur alt skapanarverkið. Eg komi at vísa heiminum Mína Miskunn. tú, Vassula, var millum tey óteljandi sum særdu Meg, sum ongantíð svaraðu Mín Kærleika, gjørdi Meg beiskan, hvat er beiskari enn einki aftursvar at fáa uppá ein Kærleika so tystan og so stóran sum Mín?

ístaðin, so leitaði tú í tíni oyðimørk dagliga eftir verðsligari gleði, ímyndaði teir sum gudar, tilbað teir og tók teg longur og longur burtur frá Mær, gjørdi Meg beiskan og særdi Mítt Hjarta, Tann Livandi Guðs Hjarta so lítið leitað eftir og so óelskað av tær, ein Guð fullkomiliga gloymdur, dóttir, var Eg so langt burtur frá tær?

kom, kom og føl Mítt Hjarta, Mítt Hjarta rópar á tykkum øll, Mínir synir, Mínar døtur komið... komið nærri til Mín, vendið tykkum til Mín, loyv Mær at halda um tykkum, lat Meg kasta tykkum djúpt inn í Mítt Hjarta og lat Tað taka tykkum í Seg og geva tykkum djúpan Frið. komið og stígið inn í Mín Andaliga Heim av Friði og Kærleika. komið til Mín og etið Mítt Likam tí at Mítt breyð er reint og vil reinsa tykkum; Mítt Likam rópar eftir tykkum, komið og vitjið Meg, Eg sum nátt sum dag dvølji í Tabernaklinum, bíði eftir at føða tykkum. ræðist ella óttist Meg ikki, koyri Meg ikki frá tykkum, hví nokta Mær eitt pláss í tykkara hjarta? komið og lærið Meg at kenna og tit vilja elska Meg, tí hvussu kunnu tit elska nakran ið tit ikki kenna, ella sum tit bert kenna eitt sindur? strembið eftir at kenna Meg væl og tit vilja elska Meg inniliga.

Vassula tú vart vorðin vilst og hevði soleiðis skilt teg frá Mær, tú vendi tær burtur frá Sannleikanum, og gjørdi tað góða til tað ónda og var knýtt at tí ónda heldur enn tí góða.

komið tí øll tey sum enn ganga um Meg og gevið Mær syndir tykkara, so at Eg kann fyrigeva tykkum; komið og etið frá Mær, komið og tømið tykkara hjørtu hjá Mær og latið Meg fylla tey við Kærleika. Eg veit at tit eru veik men loyvið Mær at virka í tykkum øllum, gevið Mær tykkara samtykki, elskaðu tit; latið Meg rykkja upp við rót allar misgerðir tykkara og kasta tær burtur og sáa í tykkum Mítt fræ av Friði og Kærleika; lat Meg reinsa tykkum.

Vassula ger ikki meira, Eg vil halda fram seinni. gloym ikki Mína Nærveru minst til, altíð, okkum, vit.

Eg skal minnast til; eg skal royna, Harri.

Lat okkum fara.

Lat okkum.

 

Framhald:

komið og lærið Meg at kenna, Eg eri til at røkka, vit ganga lið um lið, tit liva í Mær og Eg livi í tykkum, vit eru ongantíð sundurskild ongantíð. komið og takið ímóti Míni Markleysu Góðvild og latið tykkara harðlyndi upploysast í Mínum Reinleika.

O dóttir, hóast nógv av Mínum børnum eru halgaði í Dópinum eru bert fá sum kenna Meg sum Eg eri. tey gloyma at líta at Mær sum ein elskandi Faðir, fleiri av teimum fara frá Mær, hugsa at Eg ikki eri til at røkka. fleiri av teimum hugsa um Meg eftir teirra egna tykki, og leggja Meg undir at hava varandi kenslur við vanvirðisligum eyðkennum , summi hugsa bert um Meg við ótta og onnur ivast í Mínum Markleysa Kærleika.

Her bleiv eg avbrotin. Eg hevði bílagt eina mynd av Jesu Líkklæði, og tað fekk eg nú. Eg hugdi at tí og vendi so aftur at skriva, meðan eg leit at tí.

minst til at Eg líði framhaldandi. Vassula so beiskur Eg eri, hví, hví eru so mong av Mínum lombum spjødd, lít at teimum, var Mítt offur til fánýtis, dóttir, so misnøgdur Eg eri, Mín Sál er fullkomiliga skakað, Eg líði. føð Míni lomb, troyttast ikki av at skriva.

Nei, Harri, eg skal ikki troyttast.

Eg skal geva tær ta styrki tær tørvar, kom lat okkum arbeiða . lat okkum halda fram. Eg eri tín Lærari, fyll Meg við gleði og gloym ikki Mína Nærveru.

 

Seinni:

Vassula, tú varnaðist Mína Nærveru, ja, Eg sat veruliga á songarstokkinum, lat Meg orða tað Eg skrivaði. “tað eri Eg, Jesus, Eg siti nú, men í hesu løtu skal Eg reisa Meg við tað at tú eisini fer at reisa teg.

Hann var valla liðugur at skriva, tá ið tað bankaði harðliga uppá hurðina, og eg leyp upp, eg stóð har púra í ørviti. Jesus staðfesti Sína Nærveru ógvuliga sterkt hetta kvøldið fyri mær. Tað var so sterkt - líka sum eina aðru ferð tá ið eg kannaði ein pappírslepa, sum Hann skrivaði greinina á, sum stendur omanfyri. Í hurðini stóð eitt tænastufólk, ið skuldi siga mær nakað.

Eg elski teg, troyttast ikki av at skriva, at tú gevur Mær hettar frælsið 1 er tað Eg ynski;

Jesus, Tú ert undursamur!

ver altíð glað tá Eg eri glaður, fylg Mær. tú gevur Mær sorg um tú gloymir Mína Nærveru, gloym ongantíð Mína Nærveru, ongantíð!

Men Harri, tað er ikki so lætt, til tíðir má eg koyra bil, og tá má eg hugsa um vegin, eg tosi við vinir um gerandismál, eg hjálpi soninum við skúlatingum, so hvussu skuldi eg alla tíðina kunna hugsað um Tína Nærveru? Tað er næstan ómøguligt!

Vassula Mín blóma, tá ið tú hevur tað soleiðis skalt tú bert hugsa um dygdirnar, við at vera lítillátin, gudsóttandi, blíð, fyrikomandi, reiðilig, trúgv ja, at vera dygdug er at minnast Meg. kom lat okkum fara.

Eg ynski at gera tær kunnugt at Eg komi til tín á ein yvirnáttúrligan hátt og gevi tær Mínar Boðskapir, gloym ikki at Eg eri ein Miskunnsamur Guð og hóast títt eiðasørni og tað áhugaloysi tú vísti Mær, elski Eg teg. Eg gav tær hesa náðigávu so at tú beinleiðis kundi læra frá Mínum varrum; Vassula at hvíla í tínum hjarta kennist væl.

Seinni:

Aftur skolaði aldan av iva ígjøgnum meg.

kom, líðingar reinsa teg, styðjað teg til Mín, góðtak at líða, bøt, bøt, bøt fyri onnur, kom lat okkum endurreisa øll Míni børn.

(Hesi orðini órógvaðu meg almikið!)

Men, mín Guð, Eg eri hjálparleys, hvussu skuldi eg kunna gjørt nakað?

Hann segði ógvuliga blítt:

vil Eg nakrantíð fara frá tær? nýt Míni fræ og sáað tey á markirnar, tey geva Friðarins og Kærleikans fruktir lat Mítt Orð verða kunngjørt fyri øllum Eg skal vera hjá tær alla tíðina.

Hvat nú um tey vísa tí frá sær og skúgva tað til viks, og ivast í tí? møguliga halda tey, at tað ikki er av tí góða, møguliga trúgva tey ikki, at tað er Tú!

hoyr Meg, Mín Vassula, hví óttast tú? alt skapanar-verkið varð gjørt við Míni Hond, hevur tú gloymt at Eg eri Altvaldandi? alt Mítt skapanarverk lýðir Mínum Vilja. lítla mín Eg eri tann Hægsti, lovprísað Mær, ver sum ein blóma ið tørvar Mítt Ljós fyri at liva.


1 At brúka meg.