Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VIT ERU KNÝTT HVØR AT ØÐRUM

4. mars 1987

Av tí at eg kenni meg so svikafulla, óttist eg fyri at eg ein dag av mínum veikleikum fari frá Tær. Tankin er ræðuligur, eg kann ikki ímynda mær, hvussu hettar skuldi hent, men eg ynski ikki at tað skal henda, ella at Tú fert frá mær!

Vassula, Eg Yahweh elski teg. fari Eg nakrantíð frá tær? vit hava felags bond og eru knýtt at hvørjum øðrum tú kanst ikki fara frá Mær. sært tú? Eg havi syrgt fyri okkara sameining, vit verða verandi saman til tað seinasta, tú við tørvi á Mær og við at elska Meg inniliga og Eg fríur at ráða yvir tær og elska teg markleyst. ongantíð uttan ynskinum um at fría teg til Mín.

Segði Tú tað, Mín Guð?

Eg havi sagt tað. fert tú at spyrja Meg tín spurning?

Eg tori ikki!

Hví? óttast Meg ikki.

(Eg visti, at Hann visti, hvat eg hugsaði um, men eg vildi ikki at tað skuldi skrivast niður á pappírið).

Góði Guð!

kom, lat okkum læra, Eg eri hin Altvaldandi og Eg veit hvat er best fyri tína sál, um nakar spyr Meg um nakað ella biður um nakað vil Eg svara, Mítt svar vil geva tað bestu føðina fyri sálina, tað er sum um at Eg burturúr øllum fruktum skuldi valt tað bestu fruktina sum kundi givið tað besta úrslitið fyri hana. hevur tú hoyrt hvussu nógva ferðir Eg kann fyrigeva?

Ja, Harri, men nakrar bøkur siga, at sjálvt um Tú ikki ynskir at svara teimum (á yvirnáttúrligan hátt), so gert Tú tað kortini, men at Tú ikki brýggjar Teg um tað, og at Tú ert vreiður.

Eg, Yahweh, sigi tær hettar, Mín háttur at hugsa er ikki tykkara háttur og Mínir vegir eru ikki tykkara vegir 1

Vassula Eg eri ein Guð fullur av Miskunn ein Elskandi Heilagur Faðir hjá tykkum Eg kenni tykkara tørv og veikleikar, Mín kærleiki til tykkum øll er ein øvundsjúkur kærleiki, kom, kom nærri til Mín, Eg Yahweh nýti allar møguleikar til at røkka tykkum

Mín Faðir, tá ið eg eri saman við Tær, kenni eg meg so elskaða av Tær, og mín kærleiki til Tín bara veksur, tó óttist eg fyri, at eg skal svíkja Teg, av tí at eg eri so full av synd.

Vassula veit Eg ikki alt hattar? Tú ert bert eitt pu, um Eg blási á teg hvørvur tú, Eg veit hvussu veik tú ert, tí tá ið alt kemur til alt ert tú bert ein skuggi sum fer um jørðina, og tó í tínum einkisleika og í tínum vesalleika fara Míni eygu ongantíð av tær, Eg líti at tær við Eymleika og Kærleika, óttast ikki, tí at Eg skal styrkja teg; tínar syndir taki Eg og gevi tær Mína fyrigeving, Vassula ger ikki meira í dag Eg kalli á teg í morgin. Mín Friður verið við tær


1 Tað merkir, at hendan hugsanin ikki er røtt.