Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

SUM TÍN BRÚÐGÓMUR SKAL EG SYRGJA FYRI TÆR

5. mars 1987

friður verið við tær. Vassula elskar tú Meg?

Eg elskið Teg, Yahweh mín Guð, av øllum mínum hjarta, og hjá Tær ynski eg at vera.

Eg elski eisini teg. Eg skal ongantíð fara frá tær. Vassula Eg eri Kongur og Harri yvir Friði og Kærleika, Eg standi fyri tykkum, og avdúki Mítt Heilaga Andlit fyri tykkum øllum, hettar er byrjanin á Mínum Friðar og Kærleikans kalli, dóttir Eg skal læra teg meira við Vísdómi, Eg eri væl nøgdur við teg, gleð Meg við at lurta eftir Mínum kalli og skriva tað niður, troyttast ikki av at skriva; kom, alt fer ikki at verða til fánýtis. Mína signing gevi Eg tær, kom, styðjað teg til Mín, hálovað Mær við at elska Meg dóttir, leitað altíð til Mín, noktað Mær ongantíð, bøt fyri onnur, útinn Mítt orð, tak ímóti Mínum æviga Friði.

Vassula ver nær hjá Mær. Eg skal minna teg á at sum tín Brúðgómur skal Eg syrgja fyri tær í yvirflóð við øllum tær tørvar. Eg elski teg. hvørt orð Eg sigi, skal verða skriva, vit skulu arbeiða saman. troyttast ikki av at skriva.

Eg las bønina hjá Sankta Mikael. Sankta Mikael svaraði mær.

við Guðs kraft skal Eg Sankta Mikael kasta í helviti Sátan og allar aðrar illar andar sum oyða sálirnar.

Síðan las eg“The Memorare” av Sankta Bernhard.

Jomfrú Maria: elskaða, dóttir, Eg skal hjálpa tær, tak ímóti Mínum ævinliga Friði Eg eri hjá tær til endan. útinn boðskapin, Vassula, útinn Guðs orð. styðjað teg til tín Heilaga Faðir, tí at Hann er Tann Almáttugi. elskað Hann og hálovað Hann, vilt tú gera alt hettar? ver hjá okkum. Eg elski teg.