Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

KANST TÚ ARBEIÐA VIÐ KÆRLEIKA FYRI KÆRLEIKA?

3. mars 1987

tað eri Eg, Jesus,

Fyrigev mær allar syndir mínar...

Eg fyrigevi tær, kom Eg frøist í tær. minnist tú dagin Eg vísti tær Dýrd Mína?

Ja!

ynskir tú at halda fram við hesum? Ja?

(Eg kendi meg eitt sindur ótrygga).

Faðir, kann eg bíða eitt sindur?

lat tað vera so. Eg fari at biðja teg um hettar aftur seinni Eg vildi fegin víst tær meira av Míni Dýrd so at tú verður før fyri at greiða Mínum børnum frá Mínum Kongaríki.

viðvíkjandi Mínum undanfarna boðskapi, tá Eg síggi at tú ert til reiðar at skriva tað niður skal Eg lata teg tað vita Vassula, vilt tú lata Meg brúka teg í dag?

Á hvønn hátt, Harri?

við at brúka tað innasta av tínum kærleika sum tú hevur til Mín; so elskað Meg inniliga Vassula, Eg ynski at bjarga eina serliga sál frá falli, hon er ein av Mínum útvaldu. enn kunnu vit bjarga henni Vassula. Eg skal lata tveir reinar dropar av Mínum Blóði á títt hjarta, hesir báðir droparnir verða nóg mikið til heilt at hylja títt hjarta og til at lata teg kenna Mína sorg.

Hvat skal eg gera?

kanst tú arbeiða við kærleika, fyri kærleika?

Eg skal royna, Harri.

sameinað teg við Meg, vit vilja lekja hennara sál í dag, vit vilja styrkja hana. Eg vil læra teg hvussu Eg arbeiði tí at hesi eru Himmalsk verk, øll Heilag verk eru frá Mær. Vísdómur undirvísir teg. gloym ongantíð hettar, tú ert Mín blóma sum Eg lati vaksa í Mínum Ljósi, Eg skal reinsa tína mold og geva tær tað tær tørvar. Eg skal koma aftur fyri at lata teg vita hvussu tað gongst hjartanum á hesi útvaldu sál. Eg elski teg, elskað Meg Vassula, tí tað eru so nógv sum eru heft at hesum kærleika.

Seinni um kvøldi varð eg álopin av tí ónda við brigsli. Eg visti, at tað ikki var Guð, tí at eg hevði lært, at Guð ongantíð brigslaði mær nakað.

Eg vælsigni teg dóttir, Eg fari ongantíð at brigsla tær fyri hvat Eg, Yahweh, havi givið tær. Eg gleðist yvir teg, Eg havi valt teg til at opinbera Mítt Andlit, mediterað Mín Vassula, varnast, varnast hendan kærleikan Eg havi til tín; skjótt skalt tú síggja Meg, Ja, Eg skal koma.

Harri, tá ið Tú tekur meg, vænti eg mær einki, av tí at eg einki havi gjørt og ikki eri før fyri at gera nakað. Og endi aftur við orðinum “óverdug”. Sjálvt um eg ynski at vera Tær nær!

Vassula, varnast Mína hond, Mín hond roynir av øllum alvi at náa teg og at halda teg nær at Mær, Mær leingist eftir at verja teg, Eg elski at taka teg og kroysta teg niður í dýpi í Mínum Hjarta og goyma teg har, bert til Mín tú sýnist at hava gloymt Míni orð, havi Eg ikki knýtt teg at Mær, til ævigar tíðir? eru vit ikki vorðin sameinað av Mær og er ikki ein kærleikskransur settur á hesa sameining? Mín elskaða vit arbeiða saman, Eg eri tín Guð og Leiðari.

Mín Harri, eg eri veik og tørvi Teg, mær tørvar at verða styrkt í øllum, so at eg kann verða før fyri at hálova Tær.

Vassula, hygg at Mínum hondum, legg tínar hendur soleiðis at tínir fingraspíssar nerta við Mínar.

Eg sá nakað líkt snarljósi koma út úr Hansara fingraspíssum, líkasum ravmagn. Eg tók við hondum mínum og nam við Hansara fingraspíssar. Hettar varð gjørt í skyni og meditatión.

varnast Mín Heilagleika, Mín Styrki treingir gjøgnum tínar fingraspíssar, soleiðis virka Himmalsk verk, Eg vælsigni teg. styðjað teg til Mín nú hevur tú tikið ímóti Mær, halt tína hendur í Mínum og varnast Mín hita.

 

Seinni:

Vassula, hoyr Meg, nú hava vit bjarga henni frá at falla; gleð teg! Eg havi brúkt úrdrátt úr tínum kærleika vit arbeiða saman, hjálpa og grøða sálir, dóttir troyttast ongantíð av at grøða tær.

Eg varð aftur álopin av tí ónda; teir søgdu: “vilt tú sleppa tær hiðani”.

Vassula, kom nærri til Mín, tak ímóti Mínum kærleika, skilir tú hví teir hata teg? tú tekur frá tí ónda Mínar elskaðu sálir og førir tær aftur til Mín.

Harri, hvat við øllum tí kærleikanum sum hini menniskjuni geva Tær, hjálpir tað eisini?

JA! allur kærleiki verður brúktur til at endurreisa og at lekja sálir við.

  “Mítt Kongadømi skal breiða seg og halda fram at vaksa við kærleika sum verður givin. sanniliga sigi Eg tær at allar Mínar líðingar vilja ikki vera til fánýtis, við stórfingnari Dýrd skal Eg vinna á øllum tí ónda. Eg skal kveikja hvørt einstakt hjarta, og soleiðis breiða Míni fræ av Friði og Kærleika og sameina Míni børn; Mítt Ljós skal verða úthelt tí at hetta er Mín Vilji.”

ærað Meg Vassula við at elska Meg. kyss Mínar hendur.

(Eg gjørdi tað innantanna eins væl og á eini mynd).

HÁLOVAÐ MÆR ALTÍÐ, EG ELSKI TYKKUM ØLL, MÍNI ELSKAÐU KOMIÐ NÆRRI TIL MÍN, TÍ AT MÍN KÆRLEIKI TIL TYKKARA ER STØRRI ENN TIT KUNNU ÍMYNDA TYKKUM.

Eg kendi eina so stóra gleði frá Guði; Guð var so lukkuligur!