Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI ALLIR Í EINUM

2. mars 1987

Heiður verið Guði Faðirinum fyri at bjarga tær frá tí ónda.

Hvør er tað?

tað eri Eg Jesus, hví?

(Nú kendi eg meg illa; eg fati ikki enn, hvør er Faðirin, og hvør munur er á Faðirinum og Jesus; um Hann vísir til Guð Faðirin, hvussu kundi Jesus tá siga, at Hann eisini er Faðirin).

lurtað Vassula, gev Mær gætur; lær at Guð og Eg eri Ein, Eg eri Faðirin og Sonurin, nú, skilir tú? Eg eri Ein, Eg eri Allir í Einum, Eg eri Allir í Einum,

Tú ert Allir í Einum?

Eg eri

Og Ljósið?

Eg eri eisini Ljósið. hoyr Meg.

Her hugsaði eg, at tað fór at verða torført at skilja og skriva niður, tí spurningurin  um Heilaga Andan var eisini í mínum tonkum.

lat okkum royna aftur; Heilagi Andin kemur frá Mær; skilir tú tað nú? Allir í Einum. tann Heilaga Tríeindin er Ein, tú kanst eisini kalla Meg Faðir. Vísdómur kemur frá Mær, Eg eri eisini Vísdómur.

tað eri Eg Jesus. hvørja ferð tú ivast kom tá til Mín.

Men eg kenni meg eitt sindur skammfulla yvir, at eg enn av og á eri í iva. Eftir at hava skriva 11 skrivihefti av opinberingum, vildi eingin verið sum eg. Við hetta lag hevði ein og hvør verið vorðin eitt halgimenni!

hvørja ferð tú kennir teg skammfulla, elski Eg teg enn meir, Vassula, kom tú ert Mín elskaða og Eg elski at hvíla í tær. elskar tú Meg?

Tað veitst Tú, at eg geri, Harri; men til tíðir kenni eg meg kalda sum ein stein! So ótakksom eg mann vera!

hvørja ferð tú hevur hesa kensluna er tað Eg sum brúki tín kærleika til at verma aðrar sálir ið hava varma fyri neyðini. sálir sum eru kaldar ímóti Mær, skilir tú tað nú? dóttir skriva hesi orð nú: 1

”Eg, Yahweh, skal hylja tykkum við Mínum Kærleika og geva tykkum øllum Mín Frið, og kunngera Mítt Orð til allar tjóðir tí sí, í Mær verður verandi Kærleikin, Friðurin, Miskunnsemi og Vísdómurin. Eg vil búgva út Ríki Mítt á jørð, so sum tað er í Himli.”

Vassula hettar er bert partur av Mínum Boðskapi, skrivað restina seinni. Kom halt teg nær at Mær.


1 Eg skilti, at hettar var framhaldið av friðarboðskapinum.