Satt Lív í Guði

HVAT MERKIR TAÐ AT “BØTA”?

1. mars 1987

Í dag, fleiri ferðir henda dag, segði Jesus við meg (tá eg varnaðist, at Hann var hjástaddur):

”troyttast ongantíð av at skriva”.

Vassula Eg ynski at Míni orð verða kend av nógvum, orð ið beinleiðis koma frá Mínum varrum, tí at allar opinberingarnar Eg andaði í teg eru frá Mær. Eg arbeiði eisini á henda hátt. av og á komi Eg at fríska alt uppaftur sum tit longu hava lært av Mær. Eg eri tykkara Frelsari altíð nær hjá tykkum, altíð til reiðar at taka tykkum burtur frá tí ónda, Eg komi og vóni at Mítt orð vil treingja inn í hjørtuni og hvíla í teimum. Vassula vil tú bøta fyri onnur?

Hvat merkir tað at “bøta” heilt nágreiniliga her, Harri?

at bøta merkir at viga upp ímóti og javna aftur vegna onnur sum ikki svara Mínum Kærleika; at gera tað gott aftur vegna onnur; alt tú gert er at elska Meg av øllum tínum hjarta og huga.

Eg elski Teg! men eg ynski at læra at elska teg óavmarkað, fyri at eg kann vera før fyri at bøta meira.

kom, Eg skal læra teg, havi Eg nakrantíð verið kendur fyri ikki at halda Mítt orð? dóttir, Eg eri tín lærari og av Mær skalt tú læra alt, Eg skal menna teg.

Eg eri óverdug til at taka ímóti øllum hesum, ið Tú gevur mær. Tað eri eg vorðin heilt greið yvir, tá ið eg samanberi meg við tey, sum eru eyðmjúk, og sum geva seg heilt yvir til teirra kall.

Eg eri ikki errin av mær sjálvari at verða vald sum tað vesaligasta menniskja, og so langt burtur frá at vera frá tí síðsta, at hava fingið hesa leiðbeining. Eg veit, at eg ikki varð vald fyri mín góða eginleika, harafturímóti eri eg vald grundað á mín vesaladóm. Tú hevur staðfest tað, Harri!

tak ímóti Mínum Friði Vassula, vesalig ert tú, men Eg elski teg kortini. gev Mær allan tín vesalleika so skal Mín Miskunn tæra hann upp, kenn teg elskaða av Mær, kom, styðjað teg til Mín, hoyr Meg, ver saman við Mær, gloym ikki at Eg eri tín Heilagi Felagi.