Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VERÐI EG NOYDDUR AT OPINBERA MEG Í VREIÐI?

21. februar 1987

Mín kærleiki til Jesus hendan morgunin var fullkomin; eisini var ein ótti fyri at Hann skuldi fara frá mær, av tí at eg eri eitt einki, og “eitt einki”, sum elskar Guð, vanhalgar helst Hansara Heilaga Navn.

O Dóttir Eg elski teg, ver hjá Mær, Eg fari ongantíð frá tær, o lítla Mín, fá eru tey ið hálova Meg eins og tú ger tað.

Vassula, Mín Vassula, Eg brýggi Meg um teg, tá ið Eg havi endað Mína leið- beining vil Eg ikki bíða longur, Mítt Hjarta leingist eftir tíni lítlu sál, o sum Eg líði av at hava teg niðri á jørðini, Eg skal taka teg aftur til Mín, fría teg og gleða Mítt Hjarta, tí at Eg brenni av ynskinum eftir at hava teg her aftur hjá Mær, Mín Friður verið við tær, Eg eri skjótt hjá tær.

Vassula hevur tú hug at skriva Mín næsta boðskap?

Ja, Harri.

ert tú til reiðar?

(Eg hevði borið meg undan hesum boðskapinum í nakrar dagar, men kendi meg nú til reiðar; Jesus hevði tosað við meg fyri tíð síðani um hettar).

Ja, Harri.

elskar tú Meg?

Ógvuliga nógv, tað veitst Tú, at eg geri.

vilt tú eisini at onnur skulu elska Meg?

Ja, nú er tað mítt ynski.

arbeið tá við Mær og skrivað niður alt sum Eg sigi tær.

ja Vassula?

Eg vil bert siga, at tað er líkt einum unduri at verða leidd á henda hátt, Harri. (Friðarboðskapin).

Eg vildi tað Vassula. Eg havi valt teg fyri at vísa heiminum at Mær hvørki nýtist ein persón við myndugleika ella heilagleika. Eg havi valt eitt lítið barn, hjálparleyst og syndafult við ongum myndugleika og sum ikki kennir nakran við ræði, fyri at staðfesta ígjøgnum hetta veika amboð, við Míni Náði, Mín Frið og Kærleika sum Eg havi til tykkum øll. Eg ynski at bera Mín Boðskap til hendan myrka heim, fyri at vísa Mína úthelling til heimin, tí at Mín Miskunn er ósigandi og Mín alskur er yvir alt menniskjans skil.

Himmalin í tí høga við allari sínari Dýrd ræður í allar ævir í friði og kærleika og Eg skal síggja til at á jørðini skal eisini Friður og Kærleiki sigra yvir tí ónda. 1  

Mín friður skal leggjast sum døgg á jørðina og breiðast frá hæddini til dýpini, og frá einum enda av klótuni til hin. Eg komi at kunngera Mín Boðskap fyri tykkum øll og fáa tykkum at venda tykkum burtur frá tykkara óndu gerningum. Mítt orð skal verða sum eitt sedristræ, ið breiðir út sínar greinar sum armar, og skal grøða tykkara óndskap, føða tykkara fátækt og frelsa tykkum frá tí illa. Enn einaferð komi Eg at upplýsa henda myrka heim og at kynda tann káma logan sum er við at sløkna og at breiða útyvir tykkum við Mínum Friði. 2 

Eg elski tey Vassula, o tann kærleiki Eg havi til teirra! havi Eg ikki ofrað Meg sum eitt lamb fyri tey, til at fría tey? Eg leið fyri tey. Míni elskaðu, varð Mítt Blóð úthelt til fánýtis? Eg havi úthelt Mítt Blóð fyri at søkka tykkara syndir í Tað, so at tit skulu verða reinsaði. Eg havi baða tykkum í streyminum av Mínum Blóði fyri at vinna á tí ónda og fyri at frelsa tykkum.

Eg eri ímillum tykkum øll; tó er tað so at Sátan fylgir tykkum, tí at hann hevur funnið útav hvussu hann kann tøla tykkum og fáa tykkum til at fella í hansara ógudiligu gørn.

Eg, Guð, kann ikki bara hyggja at meðan tit renna tykkum í fortapilsi, Eg eri her fyri at greiða tykkum úr hansara snarum. tað er soleiðis Eg standi fram fyri tykkum, fyri at tit skulu vita hvør tykkara Frelsari er, enn einaferð komi Eg til tykkara við Mínum Hjarta í Míni Hond, og bjóði tað til tykkara, vilja tit vísa tí burtur? vilja tit vísa Mínum Friði burtur?

Eg komi at kalla á tey sum noyða Míni børn út í eitt blóðbað, Eg ynski at tey skulu hoyra Mítt kall, tí at Mítt Orð fer at koma sum ein hamari, og knúsa helluna, 3 og treingja inn í hvørt hjarta.

Eg spyrji tykkum, hava tit gloymt tykkara Guð, ella telur Hann einki í tykkara eygum?

hava tit ongan ótta fyri Mær? Eg leiðist av tykkara  erpnu ætlanum! Eg havi lært tykkum at elska Meg men eisini at óttast 4 Meg, tí at Eg eri hin Almáttugi.

so hvat hava tit gjørt? tit grava tykkara egnu gravir, við at hava sátt fræ av óndskapi, breitt tað útyvir allan heimin, og nú heysta tey og føða tykkum við teirra fruktum av óndskapi. lærið at í øllum Mínum Ríki valdar Friður, alt tað Eg skapti varð skapað í friði og kærleika.

Míni eygu eru vorðin troytt av at síggja tykkum slátra hvønn annan. Eg brýggi Meg um tykkum, tí at Eg eri tykkara Faðir ið elskar tykkum, sí, Eg komi við øllum Mínum Harradømi, Eg, sum eri tykkara Guð, Eg komi til tykkara og bjóði tykkum Mítt Hjarta; her, takið Tað; alt av Tí er tykkara.

Mítt Hjarta spreingist og rivnar, føl Tað; Tað er alt sum eitt stórt sár .... tit hava sundurskrætt Hjarta á tykkara Guði. tit hava stungið ígjøgnum Tað aftur og aftur. leiðarar av kríggi, noyðist Eg at koma og traðka á tykkum fyri at vísa tykkum Mína megi? noyðist Eg at vísa Meg í vreiði? Mín Miskunnar Kalikur hevur flotið yvir og Mín Rættvísis Kalikur er fullur!

Eg sum andaði lív í tykkum og halgaði tykkum, Eg, Guð, yvir øllum skapanar- verkinum, sum baðaði tykkum í Mínum Heilagleika, komi til tykkara við Mínum Friði, eggi tykkum til at venda um og at liva í Mínum Friði.

Eg skal hylja alt universið við Mínum Friði og lata hann ráða yvir tykkum. tí Eg eri Friður og Kærleiki og Ævigur Vísdómur. Mín áheitan er vend til allar tjóðir. tær mega vita at friður valdar í Mínum Kongadømi.

Eg komi hóast teirra óndskap at vælsigna tey og lýsa yvir tey, tí at tey eru Mínir elskaðu synir og Mínar elskaðu døtur. lurtið eftir hesum Hjartanum sum tykkara Guð bjóðar tykkum, eitt Hjarta ið tit hava gloymt og ikki kenna longur, eitt Hjarta ið elskar tykkum og leitar tykkum upp fyri at geva tykkum lív. gevist við at útinna tað ónda! gevist við at gera uppreistur ímóti Mær!

ræðast tit Mínar Lógir? Mín Lóg er ikki ein uppreistrarlóg, Mín Lóg er ein Friðarins og Kærleikans lóg, fylgið Míni Lóg sum Eg havi givið, fylgið henni og frelsan verður tykkara.

tykkara veikleiki er at tit síggja burtur frá Míni Lóg, og trúgva blint tykkara egnu, og soleiðis leiða mannaættina til undirgang, og gera tykkara næsta til mótstøðufólk. tykkara lógir byggja á harðskap.

O børn! havi Eg plantað hatur í tykkara sál? Mín Sál er Kærleikans Kelda og Lív í Sær Sjálvari og av Henni varð alt til.5  

Vassula ger ikki meira, Eg elski teg, lít á Meg, lat tín kærleika hylja Mítt Hjarta, sameinað; elskað og arbeið saman við Mær.

Tað vil eg, Faðir. Hjálp mær at vísa meg verduga, so at eg kann verða før fyri at hálova Tær.


1 Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð...
2 Ein tanki kom til mín, og eg hugsaði: “Við hesum slagi av menniskjum loysir tað seg ikki, tey fara ikki at lurta.”
3 Knappliga ein dagin upplýsti Guð fyri mær og lat meg skilja, at hellan er okkara hjørtu, at okkara hjørtu vóru sum steinar.
4 At góðtaka, hava virðing fyri.
5 Framhald 3. mars 1987.