Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

BØT FYRI TEY SUM VEITA HONUM BEISKLEIKA

20. februar 1987

Eg læs bønina til Sankta Mariu: “The Memorare” eftir Sankta Bernhard.
 

Jomfrú Maria:

dóttir tað er Jesus ið leiðir teg, óttast ikki Vassula Mín dóttir, hoyr meg tína Heilagu Móðir, Eg eri her, nærverandi, nær tær. Eg hjálpi tær, Eg elski teg. Eg skal hjálpa tær at skilja hvussu Jesus arbeiðir, stúr ikki.

Jesus hevur sameinað teg við Seg, gleð teg Vassula. tú mást trúgva Mær tá ið Eg sigi tær at tín sál lekir sálir í Hades.1 Vassula ger sum Jesus biður teg, hann veit hvat tær tørvar, alt Hann ynskir av tær er kærleiki, elskað Hann markleyst, hálovað Honum, bøt fyri tey sum gera tað beiskt hjá Honum, kallað altíð á Hann og sig Honum at tú elskar Hann, svík Hann ikki, útinnað eisini allar hinar uppgávur tínar við kærleika, fyri kærleika, tí at gerningar av kærleika er tað sum hevur mest at siga fyri Hann líka mikið hvussu smáar og meiningsleysar tær síggja út fyri teg, hava tær stórt virði í Hansara eygum og verða soleiðis stórar. fylg Honum og bøt fyri tey sum forsøma Hann.

dóttir, við at vera sameinað við Hann fert tú at kenna Hansara Kross, tú fert at kenna Hansara Hjarta Hann fer at biðja teg um at deila Hansara kenslur, Hann fer at biðja teg hjálpa Sær, Hann fer at biðja teg um hvílu, Hann fer at biðja teg um at deila Sín Kross. líð tá ið Hann líður, gleð teg tá ið Hann gleðist, tínar líðingar fara at verða Hansara; uppfyll Hansara ynskir tí at Hann er Guð lær teg at kenna Hann aftur, minst til alt ið Hann hevur lært teg, tí at Hann er ein Kærleiks-fullur Guð Ævigt Miskunnsamur, Hann elskar tykkum øll við ófatiligum inniligleika, Hann fer ongantíð at krevja nakað av tær sum særir teg, Hann er mildur og góður, lær at kenna Hann aftur Vassula. Hann er ein Guð fullur av kærleika, ongantíð harðlyntur, Hann vil vaka yvir tær og verja teg frá øllum illum, Hann svíkur teg ongantíð. Vassula, hav gott áræði dóttir, kallað á Meg tá ið tú vilt, Eg elski teg.

Móðir, eg elski eisini Teg, lær meg at elska Teg meira!

Jesus, eg elski Teg.

Eg eri her elskaða, tað eri Eg Jesus.

Eg gav meg fullkomiliga yvir aftur.

Eg elski teg, gev Mær títt lítla hjarta har Eg vil sáa fræ Friðarins og Kærleikans, Eg vil forma teg soleiðis sum Eg vil hava teg at verða, einki fer at verða til fánýtis, alt skal vera fyri at bjarga Mínum børnum, óttast ikki, lat Meg leiða teg dóttir.


1 Reinsanarstaðnum.