Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VERÐ MÍN BRÚÐUR

8. januar 1987

friður verið við tær, Vassula tað eri Eg Jesus; Vassula, kom til Mín, kom og tak búgv mitt í Mínum Hjarta.

Vilt Tú hava meg, Jesus?

O tað vil Eg! Eg vil so ógvuliga fegin hava teg, Eg ynski at draga teg til Mín!

Men eg eri einki verd.

Eg elski teg sum tú ert... verð Mín brúður, Vassula.

Hvussu kann eg tað?

Eg elski teg

Eg veit ikki, hvussu eg kann verða Tín brúður, Jesus?

Eg skal læra teg at verða Mín brúður elskaða.

Harri, skal eg bera eitt tekin um tað?

Eg skal lata teg bera Mín Kross, Mín Krossur rópar eftir Friði og Kærleika.

Jesus, eg ynski at gleða Teg...

ger Meg glaðan við ongantíð at fara frá Mær, ger Meg glaðan við at elska Meg, ger Meg glaðan við at vekja Míni børn.

Eg havi brúk fyri Tíni Styrki í øllum hesum, serliga viðvíkjandi tí seinasta!

hygg uppá Meg.

Eg hugdi uppá Hann; styrki lýsti av Honum sum ein ljómi.

Eg eri Styrki, Eg skal hjálpa tær, verð vælsignað.

Ert Tú glaður fyri meg, tað havi eg ongantíð spurt Teg um áður.

Eg eri glaður fyri teg, Eg føli Meg alla tíðina elskaðan av tær.

Eg vildi ynskt, at eg kundi sæð Teg í holdi.  

bið og tað skal verða tær givið. styrk um tína trúgv á Meg.

Eg valdi at vísa einum katólskum presti, ið býr her, skriftirnar. Hann vrakaði tær, og segði at tað var djevulin, og at eg skuldi halda uppat. Jesus hevði spurt hann, um hann vildi bera Kross Friðarins og Kærleikans saman við mær. Eg segði tað fyri honum. Hann tók uppaftur, at tað var av tí ónda. Hann gav mær nakað at lesa: bønina hjá Sankta Mikael og “Memorare” av Sankta Bernhard og eina “Novena” í Áliti á Jesu Hjarta. Hann bað meg lesa hesar bønirnar teir komandi dagarnar og síggja, hvat fór at henda. Eg so gjørdi. So eg lat mína hond skriva, og hon skrivaði í fýra fylgjandi dagar:

“Eg Yahweh leiði teg”

Harri Jesus, eg havi gjørt tað, sum presturin álegði mær, eg eri hildin uppat við at skriva, eg lat bert hesi fimm orðini koma fram aftaná at hava biðið. Eg forðaði Tær í at skriva fyri at vera prestinum lýðin. Harri, eg vil fegin spyrja Teg, hví, hví spurdi Tú hann handan spurningin, tá ið Tú visti, hvat hann fór at svara, og alla tað pínu, hann fór at geva mær!

Eg eri hjá tær dóttir, Eg spurdi hann tí Eg vil hava  hann at læra, Eg ynski at hann skal byrja at skilja Mítt Ríkidømi, Eg eri Markleysur Ríkdómur!

“lær at Eg, Jesus Kristus gevi hesa leiðbeining til Míni børn, tað eri Eg, sum leiði Vassulu, vrakað ikki tær signingar sum Eg gevi, Mínir boðskapir rópa eftir Friði og Kærleika, Eg vil at Míni børn fylla Mínir halgidómar, Eg vil at tey skulu venda sær til Mín, Eg vil at tey skulu liva heilagt. Eg komi at lýsa á henda myrka heim, Eg ynski at endurreisa tey og siga við tey at Mítt Orð er Livandi!

Eg vil, at tey skulu minnast Mítt Orð sum tey hava skúgva til viks, Eg ynski at minna tey á hvussu nógv Eg elski tey, Eg ynski at eggja teirra hjørtu, Eg ynski at siga teimum at tey skulu elska hvønn annan soleiðis sum Eg elski tey;

Eg elski teg sonur Mín, tú mást skilja at við at royna at steðga Vassulu skaðar tú óviljaður Mína Kirkju, Eg eri Harrin Jesus Kristus sum tú elskar, Eg veit at tú gert hettar í góðari trúgv, men tað var Saul eisini áðrenn Eg kom til hansara og segði, at tað hann trúði var rætt, var skeivt, og forfylgdi Mær, tú trýrt at tann náðigávan sum Eg, Jesus havi givið Míni dóttir er av tí ónda, trúgv Mær sonur Mín, óttast ikki, tí at Eg sigi tær aftur at tað er Mín Vilji at Vassula skal læra av Mær. hon er í blóma nú og seinni fara hennara fruktir at geva føði til nógvar vilstar sálir. sonur Mín, ein dag fert tú at skilja hettar, 1 Eg, Jesus Kristus, elski teg.”

Eftir at presturin hevði lisið hettar, brigslaði hann mær og segði, at hetta var av tí ónda og spádómar.

Eg veit; sig honum hettar frá Mær: “spádómar eru til fyri tápulingar, innblástur eru fyri vælsignað børn. spádómar bera ongan ávøkst, innblástur ber góðan ávøkst og gevur føði til mong.” ernast nú aftur dóttir, Vísdómurin vekur Míni børn, Eg, Guð elski teg.

Presturin gav mær nógvar líðingar, soleiðis sum Guð hevði sagt frammanundan. Tann 16. sendi presturin mær nakað skrivligt tilfar, við øllum møguligum teorium fyri at prógva at tað var av tí ónda. Hann sendi mær eisini, sum Guð hevði sagt frammanundan, eina teori um dulviti, okkultismu og satanismu; og eitt bræv, har hann biður meg um at blaka skriftirnar burtur og ávara fólk um, at tað var frá hinum ónda; fyri mítt egna besta og tað besta fyri onnur.

Eg segði honum, at eg hevði gjørt, sum hann bað meg; at biðja tær tríggjar bønirnar og um ikki at skriva fyri at síggja hvat fór at henda. Men eg haldi ikki, at hann trúði mær, tí at hann fór at fortelja hinum prestinum - sum trýr, at tað er frá Guði og sum stuðlar mær - at skriftirnar eru sataniskar, og at eg ikki so mikið sum biði tær tríggjar bønirnar, sum hann bað meg um! Hann órógvaði hin prestin so nógv, so at tann sum stuðlar mær bað meg geva sær tey tvey seinastu heftini at lesa.

Dagin eftir, eftir at hava gjørt sínar egnu metingar, bað hann meg um at halda áfram við at skriva. Tó veit eg, at hann, sum heldur at tað er av tí ónda, ger tað av kærleika til Kirkjuna og fyri at verja Kirkjuna; eg vildi bert ynskt, at hann sá tað meira greitt; hann ynskir eisini at bjarga mær, tí hann trýr, at tað er av tí ónda. Eg vóni, at hann ein dag fer at skilja.2 Eg biði til Jomfrú Mariu. Hvat geri eg skeivt?

 

Jomfrú Maria:

O dóttir sum Eg líði saman við tær.

Geri eg nakað skeivt, um eg ynski, at hini eisini skulu elska Guð, og vísi teimum Hansara Boðskap?

nei, einki skeivt gert tú, Eg eri Maria, Sorganna Móðir, Vassula Eg eri altíð hjá tær, ver hjá Okkum, kom til Okkara og fá troyst, tey skilja ikki Okkara Ríkidømi, tey hava latið teirra hjørtu aftur fyri alla tíð, tú ert eitt av teimum mongu teknunum Vit hava givið teimum, men tað sær ikki út til at tey skilja tey; Guð stuðlaði tær til at hoyra Sítt kall. Vassula hvørja ferð tú førir eina sál nær at Guði, gleðist Guð yvir teg, Sonur Mín Jesus og Eg eru altíð við tína lið; ver varin tí at tann óndi er í øðini inn á teg, tann óndi roynir at taka dirvi frá tær, teirra 3 máti at stríðast ímóti tær er at geva tær rong orð fyri at ørkymla teg, minst altíð til hettar og gloym tað ongantíð, tað eru teirra vápn ímóti tær, Eg eri nær hjá tær fyri at verja teg

Kenni eg tað ónda aftur?

Eg skal altíð siga tær frá, lít á Meg, Jesus hevur lært teg at kenna hannaftur  

Hví verði eg álopin?

Eg skal greiða tær frá tí Mítt barn, skil at tú ert komin í andglett í Hades;4 elskaða, tín kærleiki til Guð grøðir nógvar vilstar sálir,5 tí er tað at tú verður álopin, Eg eri hjá tær og verji teg, Eg havi nú sagt tær frá hesum fyri at tú skalt skilja hví tú til tíðir fær eina orðing sum er følsk; tú grøðir sálirnar við tínum kærleika til Jesus og tín Heilaga Faðir.

Virki eg eisini soleiðis?

ja, tú grøðir tær við tínum kærleika. lat ikki menniskju ávirka teg til at geva teg undir teirra teoriir, hvørja ferð tey siga at tú skalt halda uppat við at skriva, minst tá til hvussu óvitandi tú vart tá ið tú vart í myrkrinum, nógv av okkara børnum kenna ikki longur Okkara tekin aftur, Guð hevur tikið teg út til at verða Hansara boðberi gleð Hann og lurta eftir Honum.  

Takk Heilaga Maria. Mátti Guð vælsigna Teg.


1 Fyriboðan, ið gekk út.
2 Tað gekk eitt ár, og eftir tað hevur hesin sami prestur stuðlað mær nógv.
3 Illu andarnir.
4 Reinsanarstaðurin.
5
Sálir, ið hava tørv á forbøn fyri at verða loystar úr reinsanarstaðnum.