Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

TÚ MÁST OGNA TÆR VÍSDÓM

16. desember 1986

Tað tók mær ein heilan dag at fata, hvat tað var, sum Tú bjóðaði mær! Eg undraðist sjálv yvir, at eg bert segði ja uttan at hugsa um, hvat Tú hevur boðið mær! Eg vil takka Tær, Harri.

friður verið við tær, ert tú um at skilja hvat tað merkir?

Ja, so líðandi! Men eg eri ikki verd til slíka gávu!

tú mást ogna tær Vísdóm, so miss ikki áræði, Eg skal læra teg at røkka Honum. tú ert í Mínum Ljósi, og tá ið tú ert í Mínum Ljósi lærir tú. lurtað eftir Míni Rødd og royn at ásanna Meg, Eg eri Jesus Kristus og Eg eri tín Lærari, Eg havi lært teg at arbeiða gjøgnum Heilaga Andan. Eg havi lært teg at elska Meg, Eg havi úthelt Míni Verk yvir teg fyri at gera teg føra fyri at skilja Meg, Eg eri tín Styrki, tú skalt fáa Styrki so at tú kanst vinna á tínum kúgarum sum fara at verða nógvir Mítt barn. 1

(Guð sýntist eitt sindur tungur í huga).

Hví? Hví?

hví? tí nógv trúgva ikki at Eg eisini arbeiði á henda hátt, nøkur trúgva als ikki á Meg, dóttir, Eg má ávara teg, 2 Eg sigi tær hetta so at tú ert til reiðar og at tú veitst um hesi fólkini, av tí at tey eru deyv og blind og hava latið teirra hjørtu aftur, tey vilja rættvísgera sína søk, tey vilja siga tær at tað ikki eri Eg, at alt hettar kemur úr tínum egna hugaheimi, tey fara at fylla teg við eitrandi teorium, tey fara at finna vegir til at vísa tær at tú fert skeiv, tey fara at lata teg lesa teirra teoriir 3  fyri at prógva fyri tær at tú fert skeiv, tí ávari Eg teg dóttir, lat ikki menniskju taka dirvi frá tær, lat ikki hesa samtíðina oyðileggja teg,

Harri, hvat kann eg gera? Uttan so at Tú verjir meg við Tíni egnu Hond!

Eg skal vera hjá tær alla tíðina, kenn teg ikki einsamalla, Eg vil læra teg at vera sterka og tú vilt ikki geva nøkrum av tínum kúgarum gætur, Eg fyrireiki teg, Eg skal geva tær føði, so at tú verður mett, tak ímóti Mínum Friði og verð verandi í Mær

 Jesus Kristus

Fiskurin er eitt symbol uppá Kristus, sum tey kristnu nýttu í Fornkirkjuni, teir fimm bókstavirnir ICθUS merkja: IKTUS = fiskur

(  I : Jesus - C: Kristus -  θ: Guð - U: Sonur - S: Frelsari ).


1 Hettar gjørdi meg bangna, tí at Guðs rødd varð alt í einum álvarsom og syrgin.
2 Guð tosaði sum ein pápi og so inniliga.
3 Fyriboðan, ið gekk út eftir eini viku ella so.