Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

TÚ HEVUR FRÍTT Í AT VELJA

januar 1987

friður verið við tær,

Jesus?

Eg eri, Vassula, Eg elski teg so nógv at tú fert ongantíð at fata tað. Vassula, sum tað pínir meg at síggja Míni børn so andleys, hvussu kunnu tey gloyma kærleikan Eg havi til teirra? Eg setti Mítt Lív til fyri tey; elskaða, verð hjá Mær og varnast Meg; Eg skal koma til tín til tað ásettu tíðina at fría teg men fyrst hevur tú eina uppgávu at loysa. Eg Guð havi longu opinberað Vísdóm fyri at vælsigna alla mannaættina, O dóttir ein dag fert tú at skilja heilt hvussu Eg arbeiði, óttast ikki, tí at Eg, Guð, elski teg.

dóttir, tað eri Eg, Jesus, Eg vil fegin at tú lesur hesar tríggjar bønirnar áðrenn tú kemur at skriva við Mær av tí at tær halda øllum illum burtur, trúgv Mær tær eru kraftmiklar bønir vilt tú framhaldandi arbeiða fyri meg?

Jesus, hvat gert Tú um eg sigi nei?

tú hevur frítt í at velja óttast ikki, Eg skal ikki taka hesa náðigávu frá tær sum Eg havi givið tær, Eg vil altíð hitta teg og siga tær hvussu nógv Eg elski teg

Nei, Jesus, eg havi longu sagt, at eg vil arbeiða fyri Teg. Hví skuldi eg broytt mítt orð, minnist Tú ?

Eg eri glaður fyri títt svar dóttir, verð verandi hjá Mær og Eg skal leiða teg.

Jesus, havi eg nakrantíð sært Teg?

ja, tað hevur tú, Eg var særdur tá ið tú gloymdi hvussu Eg kom at bjarga tær úr myrkrinum, men Eg havi fyrigivið tær, Eg veit hvussu nógv tú elskar Meg Eg eri tín Brúðgómur, gloym ikki tað, og gloym heldur ikki at sum Mín brúður kemur tú at deila alt við Meg, Vassula Eg beri Mín Friðar og Kærleikans Kross á Mínum útlúgvaðu herðum, tak Hann eina løtu elskaða, Eg vil leggja hann á tínar herðar fyri at fáa hvíld undan Míni byrðu, Eg vil hava teg nær hjá Mær so at Eg kann fáa Kross Mín yvir á teg, Eg vil hava teg nær hjá Mær tí at Eg veit at tú skilir hvussu nógv Eg pínist tá ið tú merkir Mín Kross fert tú eisini at pínast, Eg eri tín Brúðgómur og Eg vil deila Mínar líðingar við teg, Eg fari at kenna Meg hvíldan hvørja ferð tú lættir Meg fyri Mína byrðu; áðrenn tú segði ja til Mín var Eg alla tíðina hjá tær og Eg eygleiddi hvørt fótafet; elskaða, Eg kallaði so ofta á teg, men tú varnaðist ikki Mína Nærveru, nú, loksins hoyrdi tú Meg og kom til Mín, so hví ivast tú?

(Eg ivaðist eftir at hava verið í samband við prestin).

hvørja ferð tú kennir teg veika, ivandi, minst tá til hvat Eg beint nú havi sagt tær, ber Mín Friðar og Kærleikans Kross, og far ikki frá Mær, kom lat okkum biðja saman.

(Jesus bað saman við mær, Hann leit upp, meðan Hann bað).            

Jesus, Tú veitst, hvussu nógv eg elski Teg. Eg skal hjálpa Tær at bera Tín Kross og lætta um hjá Tær. Vit kunnu deila Hann.

dóttir, á sum Eg altíð havi ynskt at hoyrt teg sagt hettar, kom elskaða lat okkum halda fram á okkara vegi

Jesus var so glaður, lukkuligur.

(dagin eftir). Eg hoyrdi mítt navn; Jesus rópti á meg; eg stóð og málaði; eg blakaði penslarnar upp í loft og rann yvir til skriviborðið.

Vassula, Vassula, Vassula, Eg Jesus rópti á teg, O Vassula sum Eg elski teg! Prísað Mær, verð altíð hjá Mær; hvørja ferð tú elskar meg so inniliga kenni Eg Meg hálovaðan, gleð Meg við altíð at hoyra Meg sum nú minst til at Eg skjótt eri hjá tær, Eg fari skjótt at taka teg til Mín, elskaða, tí at Eg elski teg so nógv at tú ongantíð kanst ímynda tær tað, men fyrst mást tú bera Mín Boðskap út til allar tjóðir soleiðis sum tú nú ert í holt við, tá skal Eg verða skjótur eftir tær, Eg vil føra teg hagar Eg eri og vil hava teg hjá Mær í allar ævir, Eg, Jesus Kristus, elski teg Eg havi givið tær hesar náðigávurnar Vassula, Eg havi vælsignað teg, Eg fari ongantíð at taka tað aftur sum Eg gevi.

dóttir vilt tú endurnýggja Mína Kirkju?

Áh Jesus, tú spyrt meg um nakað, sum eg ikki eri før fyri at gera fyri Teg!

lít á Meg!

Eg skal krøkja meg í Teg og líta fult út á Teg. Tú ert mín Lærari.

lovprísað Mær, Eg skal leiða teg