Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

KROSSFESTINGIN

9. november 1986

friður verið við tær. Eg eri her. Eg eri Jesus Kristus. Eg standi framman fyri tær, Eg eri tín lærari og Eg elski teg. tað ónda varð yvirvunnið við at Eg ofraði Meg Sjálvan, sov ikki tí Eg eri skjótt hjá tær, Eg eri Opinberingin Eg havi tíðindi ið vilja tala; tosað við Meg um Krossfestingina Vassula.

Hvat skal eg siga? Skal eg hugsa um hvat hendi áðrenn ella undir krossfestingini?

áðrenn.

Jesus vísti mær í eini sjón, hvussu Hann bleiv húðflongdur.

eftir at hava sligið Meg spýttu teir á Meg og slerdu Meg fleiri ferðir illani í høvdi so at Eg bleiv í ørviti, teir sparkaðu Meg í búkin so Eg misti ondina og datt eymkandi niður á jørðina av pínu teir kappaðust eftir tørni at sláa Meg, Eg var ókenniligur, Mítt Likam var sundurbrotið og tað var Mítt Hjarta eisini, mítt hold sum varð rivið sundur, hekk um alt Likam Mítt. ein av teimum lyfti Meg upp og dragsaði Meg tí at Míni Bein ikki orkaðu at bera Meg longur, síðani lótu teir Meg í ein av teirra kappum, teir hálaðu Meg fram, slerdu Meg aftur og aftur, raktu Meg í Andlitið, brutu Nøsina, píndu Meg, Eg lurtaði eftir teirra háðan, dóttir teirra røddir vóru fyltar við sovorðnum hatri og spottan, og  fyltu Mítt Bikar enn meira, Eg hoyrdi teir siga, “hvar eru vinir tínir mynstraðir nú kongur teirra er saman við okkum, eru allir jødar svíkjarar so sum teir? Hyggið at kongi teirra!” og teir krýndu Meg við eini krúnu vavd saman av tornum, dóttir, “hvar eru tínir Jødar at heilsa tær, tú ert kongur ert tú ikki? kanst tú ikki apa tær at vera ein? flenn! grát ikki, tú ert kongur, ert tú ikki, før teg so fram sum ein slíkan,”

teir bundu Mínar føtur við reipi og góvu Mær boð um at ganga yvir til har Mín Krossur var. dóttir, Eg kundi ikki fara tí at teir høvdu bundið Mínar føtur, so teir hálaðu Meg um koll og dragsaðu Meg eftir hárinum móti Mínum Krossi, Mín pína var ótolandi, partar av Mínum holdi sum hingu frá húðfleingingini vórðu skræddir av. teir loystu reipini av fótum Mínum og sparkaðu Meg tí at Eg skuldi reisa Meg og bera Mína byrðu á mínum herðum. Eg sá ikki hvar Mín Krossur var tí at eygu míni vóru fylt við Mínum blóði ið rann niður eftir mínum andliti av tornunum, sum høvdu otað seg inn í høvd Mítt. so teir lyftu Mín Kross og løgdu hann á Mínar herðar og skumpaðu Meg yvir móti portrinum,

dóttir, O sum hann var tungur Mín Krossur sum Eg skuldi bera! Eg trilvaði Meg fram til portrið, førdur av koyrlinum aftan fyri Meg, Eg royndi at síggja vegin fram gjøgnum Mítt Blóð, sum sveið illani í Mínum eygum. Tá føldi Eg at onkur turkaði Mær um andlitið, kvinnur í stórum kvalum komu fram at turka Mítt upptúsnaða Andlit Eg hoyrdi hvussu tær grótu og eymkaðu seg, Eg føldi tær tætt hjá. “verið vælsignaðar”, segði Eg. “mítt blóð skal tváa burtur allar syndir hjá mannaættini, sí, døtur, tímin til tykkara frelsu er komin,” Eg togaði Meg upp; mannamúgvurnar gjørdust sansaleysar í ørskapi, Eg kundi ikki síggja nakran vin nærhendis, har var eingin at ugga Meg, Mínar kvalir tyktust at vaksa og Eg datt niður á jørðina. ræddir fyri at Eg skuldi doyggja áðrenn krossfestingina, noyddu hermenninir ein mann sum æt Simon at bera Mín Kross. dóttir, tað var ikki tí at teir vóru vinarligir ella høvdu samkenslu, tað var tí at teir vildu halda Meg á lívi inntil krossfestingina.

komin niðan á Fjallið blakaðu teir Meg niður á jørðina og skræddu klæðini av Mær, lótu Meg standa naknan sjónligan fyri alra manna eygu, Míni sár stukku uppaftur og Mítt Blóð fleyt og rann niður á jørðina.

hermenninir bjóðaðu Mær vín blandað við galli, Eg noktaði tí djúpt innan í Mær hevði Eg tann beiskleikan sum Mínir fíggindar longu høvdu givið Mær.

skjótt negldu teir fyrst Míni handlið, og eftir at hava sligið naglarnar væl fastar í Mín Kross, strektu teir Mítt sundur soraða likam, og við harðskapi gjøgnumgataðu teir Mínar føtur.

dóttir o dóttir, á tann líðing, á tann pína, á tær sálarkvalir, svikin av teimum Eg elskaði, avnoktaður av Pæturi, tann ið Eg skuldi byggja Mína Kirkju á, avnoktaður av restini av Mínum vinum, latin eftir heilt einsamallur, latin upp í hendurnar á Mínum fíggindum, Eg græt, tí Mín sál var sorgarbundin.

hermenninir reistu Mín Kross, settu hann niður í foyruna. Eg eygleiddi mannamúgvuna, haðani Eg illani kundi síggja, við Mínum upptúsnaðu eygum, Eg eygleiddi heimin; Eg sá ongan vin millum tey ið spottaðu Meg, eingin var har at ugga Meg,

“Mín Guð! Mín Guð! Hví fórt tú frá Mær?” svikin av øllum sum elskaðu Meg.

Míni eygu bóru við Mína Móðir, Eg leit at Henni og hjørtu okkara talaðu, 1
”Eg gevi Tær Míni elskaðu børn at vera tíni børn eisini, Tú skalt vera Mamma teirra.” endin nærkaðist, frelsan var nær, Eg sá Himlarnar opnast og allir einglarnir stóðu rættir, allir stóðu í tøgn,

“Mín Faðir, í Tínar hendur gevi Eg Mín Anda, Eg eri hjá Tær nú.”

Eg Jesus Kristus havi latið teg skriva niður Mína líðing. ber Mín kross Vassula, ber 2 hann fyri Meg, Mín Krossur rópar eftir Friði og Kærleika Eg skal vísa tær vegin tí at Eg elski teg dóttir.


1 Jesus meinar, at tey skiltu hvønn annan, ikki við orðum, men í teirra hjørtum.
2 Fyrstu ferð Jesus talar um at bera Hansara Kross var í boðskapinum frá 23. oktober 1986.