Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI TÍN SKAPARI

12. oktober 1986

Friður verið við tær. Ljósið leiðir teg, elskaða, livað í friði

Eg vil siga tær, at eg kendi meg friðsæla og treivst væl saman við Daniel (mínum verndareingli).

(Eg longdist eftir mínum eingli).  

slepp honum, tí at hann er bert Mín tænari, Eg eri tín Skapari. Guð Almáttugi.

Eg má siga Tær, at eg kendi meg veruliga friðfulla saman við Dan, og eg elski hann.

Eg veit, slepp honum.

Einaferð segði hann við meg: “Ongantíð hevur nakað menniskja elskað sín verndareingil so nógv sum tú.” Segði hann veruliga tað? Meinti hann tað?

tað gjørdi hann, men slepp honum nú og verð saman við Mær. hell títt høvur at Mær; kenn, hvussu Eg elski teg. tú ert Mín dóttir, Eg eri tín Himmalski Faðir, og Eg vælsigni teg, tú ert Mín. Eg eri Yahweh, og Eg skal ongantíð lata nakran skaða teg. kenn kærleikan Eg havi til tín.

hoyr Meg; líka frá tínum fyrstu barnadøgum sá Eg teg vaksa, Eg helt teg inn til Mín og tú vart dárandi í Mínum eygum. Eg sá hvussu tú vaks eins og tær villu blómurnar sum Eg skapti. Mítt hjarta gleddist yvir at síggja teg liva í Mínum Ljósi. Eg varð verandi nær hjá tær; Mín blómuknubbi byrjaði at spretta; so kom tíðin tá tú skuldi verða elskað. Eg kendi títt lyndi, og Mær dámdi teg. Eg kendi títt hjarta, og vælsignaði teg. Eg skilti tíni ynski, og elskaði at læra tey at kenna. Eg varð verandi hjá tær og hjálpti tær at varðveita tín vakurleika. Eg sá at tú vart í blóma, og kallaði á teg, men tú hoyrdi Meg ikki. Eg kallaði aftur, men tú brýggjaði teg ikki um Meg. av og á komst tú at hitta Meg, og Mítt Hjarta frøddist av at síggja teg. tær fáu ferðir tú vitjaði Meg, 1 varð Eg fyltur við gleði. Eg visti at tú vart Mín, men tú tyktist at hava gloymt Meg. tú legði ongantíð merki til at Eg var tær nær.

árini gingu, tín angi hvarv, tíni bløð, sum vóru fyri teimum tráu vetrar vindunum, byrjaðu at fella, títt høvur boygdist, og tíni krúnubløð mistu sín floyalsmjúka frískleika og sín vakurleika. sólin var byrja at brenna teg og tínar kenslur harðnaðu. hoyr Meg; Eg hugdi við eymkan at tær, Eg orkaði tað ikki longur. fleiri ferðir nærkaðist Eg og nart við teg, men tú vart farin ov langt av leið, tú kendi Meg ikki aftur. tú kendi ikki Hann aftur longur sum stóð boygdur yvir teg og helt um teg og kallaði teg við navni. Eg syrgdi yvir tín mista vakurleika, yvir at Eg helt eitt ólukkuligt barn í Mínum Ørmum, eitt barn í eini syndarligari støðu. títt eygnabrá fekk Mítt Hjarta at gráta, tí enn kundi Eg síggja eitt veikt ljós av kærleika í tínum eygum, tann kærleikan tú hevði til Mín í tínum ungdómi.

Eg lyfti teg upp til Mín, og tínar smáu hendur krøktu seg í Meg. Eg kendi ein lætta av at síggja at Mítt barn trongdi til Mín. Eg tók teg heim og lekti teg við Mínum Kærleika. Eg gav tær vatn at sløkkja tín tosta við, Eg gav tær mat og hjúklaði um teg, og sá at tín heilsa so spakuliga vendi aftur. Eg eri tann sum leki teg, Eg eri tín Frelsari. tað fari Eg altíð at vera. Eg fari ongantíð frá tær, Eg elski teg, Eg, Guð, skal ongantíð lata teg missa teg sjálva burtur aftur. gleð Meg nú og verð hjá Mær. Vend tær til Mín og hygg at Mær. Eg eri Guð, tín Himmalski Faðir, fatað nú hví Eg eri hjá tær.

Eg, Guð, vil gera tað sama við allar Mínar synir og døtur, tí at tit øll eru Míni. Eg vil ikki lata tey týnast í sólini, Eg skal verja tey og rætta tey uppaftur. Eg fari ikki at bíða og síggja teirra bløð detta av og spjaðast. Eg fari ikki at bíða og síggja tey tysta. minst til, Eg, Guð, elski tykkum øll. Eg fari at sameina tykkum øll.


1 í Kirkju.