Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VESALADÓMUR DREGUR MEG

30. mars 1987

tað eri Eg Jesus Kristus. allar opinberingar eru frá Mær. drekk frá Mær. ein blóma veksur tætt hjá Mær, hon drekkur frá Mær, Mín blóma, drekk meðan tú veksur, tak til tín frá Mær kom, Eg elski teg

Jesus, tað er ikki meint soleiðis; mátin eg tosi við Teg uppá, tað ljóðar so óvirðiliga. Tað er mín dagligi talumáti, men eg kenni ikki til nakað annað. Tá eg nú lesi bøkur skrivaðar av trúgvandi, nunnum, mátin tær tosa við Teg er heilt annarleiðis. møguliga hava tær fingið undirvísing? Tað er ikki við vilja, at eg nýti ófantaligan málburð; kann vera at mítt hjarta tosar.

Vassula, Eg fyrigevi tær tín ókunnleika Eg skal læra teg, tú ert í læru. tú ert við at fata hvussu vesalig tú ert, kortini elski Eg teg, vesaldómur dregur Meg við tað at Eg kann vísa tær Mína Miskunn, Eg havi valt teg til at vísa heiminum Mín mildleika.

Eg eri ikki errin... (Eg umboði vissuliga tað mesta av nútímans heiminum). At Tú hevur valt meg grundað á mínar ringu eginleikar og ikki grundað á tað, eg havi uppiborið. Eg kenni meg sum Judas...

Lo1. Vassula tú ert ikki sum Judas, tú ert hjálparleys, so óvitandi og vesalig at orð ikki er fyri tí, tú ert Mín elskaða sum Eg havi halgað, Eg tók Mær av okkara sameining av tí at tú ikki vart før fyri tí, Mítt ynski er at forma teg; Eg sameindi teg við Meg og bað teg verða Mína brúður.

Jesus, eg havi lært, at nunnur veruliga verða ‘giftar’ við Tær.

ja, tær koma til Mín og verða Mínar brúðrar, Eg gleði Meg yvir tær! Tú visti ikki at tú kundi verða Mín brúður og verða sameinað við Meg so Eg havi tikið Mær av okkara sameining, sært tú? Eg halgaði okkara hjúnaband við at seta ein ring á tín fingur. arbeið við Mær og minst til at Eg eri Heilagur. gloym ongantíð hettar.


1 Nei (á hebraiskum).