Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍTT BREYÐ SKAL METTA TEG

6. mars 1987

Vassula tað eri Eg, Jesus, tín Frelsari, ert tú svong?

Í roynd og veru eri eg tað beint nú, Jesus.

ver altíð tað, ver svong eftir Mínum Breyði. kom, Mítt Breyð er ókeypis og tá tú etur av Mínum Breyði verður tú mett.

Jesus, eg tosaði um tað verðsliga breyðið...

Eg veit, Vassula, men hvat hevði tær dámt betur?

Bæði, Jesus.

tykkara breyð mettar bert eina løtu, men tá ið tú etur av Mínum Breyði verður tú av sonnum mett ein og hvør sum etur av Mínum Breyði skal liva ævigt.

Eg skal føða teg Vassula

Eg elski teg, Jesus.

O dóttir sum Eg leingist eftir at hoyra hasi orðini av hvørjum munni!  “Eg elski teg Jesus.” vilt tú merkja Mítt Hjarta? lít at Mær, Eg standi fyri tær.

(Eg leit at Hansara Hjarta, øll bringan lýsti)

Mítt Hjarta er kveikt av brennandi Kærleika, Mítt Hjarta ynskir at tæra teg í Sínum Kærleika, Mítt Hjarta ynskir at tøla teg til altíð at vera Mína! kom, dóttir, rópað eftir kærleika, rópað eftir friði, ver sameinað við Mær til tað síðsta. kom lat okkum endurreisa hini, elskað Meg við allari sál tíni og við øllum huga tínum fyri at verða før fyri at hálova Meg elskaða.

Jesus, tað er pínufult at elska Teg, tí at ein ynskir at vera hjá Tær, eg meini at verða leys av sínum likami, tað er tí at tað er so pínufult at elska.

Eg pínist eisini av Mínum Stóra Kærleika til tykkum øll. Eg leið ræðuliga orsakað av Kærleika, Eg líði enn tá ið Eg einki svar fái uppá Kærleikan Eg havi til tykkara, kanst tú ímynda tær hvussu Eg havi tað? elskaða, Mær tørvar sálir sum veruliga elska Meg, sálir sum kunnu bøta fyri tey ið ikki geva Mær ans, sig teimum, lat tey vita hvussu tað kennist at elska nakran, sum Eg av kærleika havi latið lív fyri, og kortini einki svar at fáa, og ongan kærleika!

troyttast ikki av at bera Mín Friðarins og Kærleikans Kross; við at bera hann gevur tú hvílu til Mína troyttu Sál, Mær tørvar hvílu Mín elskaða.

Jesus, eg vil gera tað, Tú vilt, og royna at skilja, hvat Tú sigur mær.

(Um kvøldið var mín sál tung og kedd).