Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

HEVÐI TÚ AV EGNUM ÁVUM VERIÐ FØR FYRI AT ELSKA MEG?

24. januar 1987

Vassula, Vassula, lítla Mín elska av Mínum Heilaga Hjarta óttast ikki, Eg elski teg.

dóttir, vildi tú av egnum ávum verið før fyri at elska Meg?

Nei, Jesus.

tú hevur lært at elska Meg tí at Eg kom til tín og upplýsti teg, Eg umvendi teg við at vekja teg Vassula, veitst tú hví Eg elski teg?

Nei, tað veit eg ikki, Jesus.

so skal Eg siga tær tað; Eg elski teg tí at tú ert hjálparleys, neyðarslig og sek. børn eru mín veikleiki, Eg elski tey tí at tey lata Meg forma seg Vassula kom og tak búgv í Mínum Heilaga Hjarta, í hvørs dýpi tú skal finna Frið og merkja Mín brennandi Kærleika sum Eg havi til tykkum øll, tú fert at verða før fyri at siga teimum frá Mínum Kærleika til teirra, hygg, fyri hvønn dag ið fer, kemur tú nærri til Mín!