Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG HAVI GJØRT AV, AT TÚ SKALT VERÐA MÍN BOÐBERI

23. januar 1987

O Vassula á sum Eg elski teg, kom til Mín, Eg eri tín Ævigi Faðir, merk Mín Kærleika sum Eg havi til Míni børn! Eg leiddi teg so tú lærdi at elska Meg, Eg eri tann sum vísti tær vegin Eg eri ein Kærleikans Guð, Eg eri ein Friðarins Guð, Eg eri ein Miskunnsamur Guð, Eg eri Spaklyntur Eg eri tann Góði Hirðin, Eg eri ein Fyrigevandi Faðir, hvussu skuldi Eg kunna sæð tykkum villast uttan at koma tykkum til hjálpar? Eg havi tal á tykkum øllum tann Góði Hirðin vil geva Sítt Lív fyri Sínar seyðir, Eg eri eitt dýpi av Fyrigeving, Eg vil ongantíð fara frá tykkum.

Seinni:

Hvat hendir, Jesus, um eg haldi uppat við at skriva?

Vassula, sjálvt um tú helt uppat við at skriva, vil Eg altíð vera hjá tær og leiða teg, Eg gav tær hesa náðigávu fyri at tú kundi møta Mær á henda hátt og fyri at Eg kann undirvísa teg; Eg havi spurt teg um tú vilt arbeiða fyri Meg og títt svar gleddi Meg, Vassula, Mær dámar væl at tú ivast; tú byrjar at læra at hugsa teg um áðrenn tú tekur eina avgerð. Eg eri tín Lærari, sig ja til Mína leiðbeining, Eg leiði teg til ansni mótvegis tí ónda ið roynir eftir sálanna oyðing við at nøra tær við síni fáfongd, Eg læri teg at skilja hvussu svikafult tað ónda kann vera, Eg vil læra teg at taka ímóti, Eg vil læra teg at vera eyðmjúka, sonn ímóti tær sjálvari, trúfasta móti Mær, Eg skal styrkja teg við eyðmjúkleika

Eg skal minna teg á at Eg ikki taki teg fram um onnur, undir Míni leiðbeining skal Eg læra teg at betra um og reinsa tína sál, hugsað ikki eina løtu at Eg gav tær hesa náðigávu tí at Eg elski teg meira enn øll hini børnini hjá Mær; Eg gav tær hesa náðigávuna fyri at metta teg og onnur ið eru í eini óhugnaligari neyð Eg eri Harrin Jesus Kristus, tann Góði Hirðin ið røktar Sítt fylgi; Eg kom at vísa tykkum aftur á vegin, Eg kom at lýsa yvir tykkum og geva tykkum vón;

Vassula, tað er satt, eg havi tikið teg út áðrenn tú vart fødd, Eg havi valt teg at verða Mín boðberi, til at opinbera Mín Boðskap til alla mannaættina drálar tú tí at Eg herfyri bað teg um at verða Mína brúður?

Ja, Harri...

tú hevur longu sagt ja, minnist tú?

Eg veit, Jesus, men eftir at hava hugsa meg um, kann eg ikki; ikki tí at eg ikki vil, men tí at eg ikki eri tað verd, at verða Tín brúður. Hvussu! Hvussu kundi eg siga ja uttan nakað sum helst, uttan at hugsa um hvat tað hevði at týða, sum Tú bað meg um!

Vassula, Eg kann læra teg at verða Mær verdug

Sjálvt um eg eri verdug, er tað ikki nóg mikið.

hví?

Tí tað er ikki bert at verða verdug, tað er so nógv meira enn tað.

Eg veit, at verða verdug er ikki nokk, men Eg skal læra teg at verða verduga og heilaga, tú mást kýta teg fyri at hava tað uppiborið kom, Eg skal hjálpa tær, tú skalt verða verandi Mín brúður, ein brúður ið hevur tørv á at verða formað, Eg havi tikið ímóti tær sum tú ert tí at Eg elski teg, men tú mást lata Meg forma teg soleiðis sum Eg vil hava at tú skalt verða, Eg skal føða teg so at tú veksur, Eg havi opinbera fyri tær hvussu tað ónda arbeiðir, við at syrgja fyri at tú fekst eina mongd av upplýsingum Eg vil at tú skalt verða vakin og at tú lesur tað væl og virðiliga.

lær teg at góðtaka, hvørja fer Eg síggi teg veika og líka við at detta í eina fellu komi Eg í stundini at bjarga tær, skil ikki Mína leiðbeining sum eina sáttargerð, Eg leiði teg fyri at tú ikki skalt detta. Eg ynski ikki at missa teg; ákallað Meg í tínum bønum, bið meira