Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

BØRN ERU MÍN VEIKLEIKI

30. januar 1987

friður verið við tær. hvørja ferð tú kennir teg veika kom tá til Mín Eg skal veita tær styrki.

Vassula veitst tú hví Eg valdi teg?

Nei, tað veit eg ikki.

so skal Eg siga tær tað; Eg valdi teg tí at tú ert hjálparleys og tað vesaligasta av øllum menniskjum Eg veit um at siga. vesaladómur dregur Meg tí tá kann Eg ugga teg. tú ert hjálparleys og ikki før fyri at meistra nakað mál.

Harri, um eg eri so eiðasør, hví hevur tú so valt meg til at taka ímóti hesi leiðbeining?

havi Eg ikki sagt tær tað áður? børn eru Mín veikleiki, tí at tey lata Meg forma seg; Eg havi valt at staðfesta Mín Kærleika ígjøgnum teg, ein skirvislig blóma sum ikki er før fyri at grógva av sínum eintingum. ein blóma ið Eg fann mitt úti í oyðimørkini og sum Eg tók og setti niður í Mín vakra urtagarð, fyri at hon har skuldi vaksa undir Mínum Ljósi. alt Eg biði teg um er kærleika, elskað Meg og ver trúgv ímóti Mær, Eg ynski trúskap frá tær, Eg ynski hvønn einasta dropa tú hevur í tínum hjarta at fylla Mítt Hjarta við; Eg tosti eftir kærleika, tí Eg eri Kærleikans Harri, so alt Eg biði teg um er at elska Meg. tá ið tú elskar nakran brennur tú so ikki eftir at vera saman við honum hvørja løtu av lívi tínum?

Jú, tað er satt.

hvat er so meira natúrligt enn at tú gevur teg fullkomiliga til Mín? Kom, kom til Mín, Eg eri tín Faðir, Eg veit at tú ert hjálparleys uttan Meg, neyðarslig tá ið tú ert einsamøll, og veik tá ið tú ert aleina, lat Meg forma teg so at Eg ígjøgnum teg kann handa Mín Boðskap. O dóttir, sum tú hevur nógv at læra.

Eg veit; eg veit, at eg einki veit.

Vassula Eg elski teg, ivast ikki, Eg skal svara tínum spurningi. Eg velji ikki bert tær ið av egnum vali eru Mínar brúðrar, Eg komi eisini og velji tær ið ikki kenna Meg, Eg komi og banki uppá allar dyr; Eg banki og bíði og vóni at Eg verði hoyrdur, Vassula, Eg leingist eftir at allar sálir vilja taka ímóti Mær og ynskja Meg at vera vælkomnan, Eg elski tykkum øll.

Eg trúði, at Tær dámdi betur at vera millum vígdar sálir, ið altíð gleða Teg.

Vassula, Eg elski Mínar vígdu sálir og Mínar prestar og nunnur líka so nógv sum øll hini børnini hjá Mær, Eg elski øll íroknað syndarar og tey ið forfylgja Mær, Vassula, Eg komi til øll líka mikið hvat tey eru og hvussu nógvan kunnleika tey hava fingið ígjøgnum teirra lív; Eg kann vekja tey deyðu við Míni megi, Eg gevi tær styrki frá Mær so at tú kanst møta Mær á henda hátt, tí at Eg eri Harrin og minni tú ert, lættari er tað hjá Mær at virka tú veitst ógvuliga væl at Eg eri nóg mikil í Mær sjálvum, tín ófullkomuleiki  hálovar Mínum fullkomu-leika, tín vesalleiki telur ikki nógv í Mínum eygum, gev teg yvir til Mín og lat Meg forma teg við Mínum Hondum.

Eg havi ikki valt nakran við myndugleika, tí at Mín Myndugleiki er nóg mikil í sjálvum sær, Mín áheitan um Frið og Kærleika skal koma ígjøgnum teg og skal vísa Mína Miskunn til alla mannaættina, Eg skal opinbera Meg ígjøgnum teg, Eg biði ikki Míni børn um nakað ið tey ikki longu hava; um tey bert hava feilir og syndir tá lat tey geva hesar til Mín og Eg vil reinsa tey, Eg vil taka byrðuna av teimum, Eg vil fyrigeva teimum, Eg vil ikki koma við ábreiðslum, Eg vil bert elska tey, Eg elski øll tey ið snáva og sum koma til Mín og biðja um fyrigeving, Eg elski tey bert uppaftur meira.

Eg vil ongantíð vísa teimum frá Mær sjálvt um tey snáva millióna ferðir, Eg skal verða har til at fyrigeva teimum og til at tváa teirra misgerðir við Mínum Blóði, Eg fari ongantíð at troyttast av at fyrigeva teimum tí at Eg eri ein Miskunnar og Kærleikans Guð, Eg eri fullur av samkenslu fyri teimum veiku;

Mítt Hjarta er Heilagt og eitt dýpi av Fyrigeving. Ger ikki meira dóttir, Eg elski teg, lít á Meg Vassula og tað Eg havi at siga verður skrivað;