Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI IKKI LANGT BURTURI

5. oktober 1986

Eg lesi eina bók, har fleiri fólk siga frá sínum “upplivilsum við Guði”, men næstan øll hesi hava fingið at vita frá sokallaðum “serfrøðingum”, at tey skulu gloyma alt tað, tey hava hoyrt, tí at tað ikki er frá Guði; at tað bert eru nakrar fáar høgt upphevjaðar sálir, ið uppliva tað at møta Guði á slíkan hátt, og at ein eisini má verða høgt upphevjað. Øll bókin ger greitt, at ein má vera eitt halgimenni fyri at kunna koma til Guð. Tað eri eg ikki, tað veit eg, og langt frá at vera góð, og tí gjørdi eg av at halda uppat við hesum fundum, har eg skrivi saman við Guði. Nú kann eg líka so væl pakka saman.

Tey fingu meg at trúgva, at ein mátti vera eitt halgimenni fyri at náa fram til Guð; eg byrjaði at trúgva, at Guð var langt burtur frá mær. Tí vil eg nú steðga við øllum hesum, við at lata mína hond fyri seinastu ferð skriva tað, hon vildi, leidda av tí mátti, sum skrivaði allar hesar mánaðirnar.

Vassula, far ikki frá Mær, elskaða halt fram við at kalla á Meg og halt fram við at læra hjá Mær, minst til at Eg eri við tína lið alla tíðina, Eg Guð livi í tær, trúgv Mær Eg eri tann Altvaldandi, tann Ævigi Guð.

Nei. Tað kann ikki vera rætt. Tað kann ikki vera Guð. Tey, ið vita betur, vildu prógva fyri mær, at tað ikki er Guð. Guð nær bert teimum, ið eru serliga upphevjað og rein, og bert teimum gevur Hann slíkar náðigávur.   

Eg eri til at røkka! Vassula, Eg vísi ongum frá Mær. Eg finnist at øllum teimum sum forða Míni hjálp at náa til Míni børn ið eru á veg til Mín øll tey ið læra at ein skal vera reinur ella verdugur fyri at vera saman við Mær ella verða góðtikin av Mær, skaða Mína Kirkju. ein og hvør sum hevur funnið Meg, men fær móti tikið frá sær av øðrum, skal Eg, sum eri markleys Styrki, styðja og geva Mína Styrki;

hví, hví havi Eg fólk ið kalla seg sjálvi serfrøðingar og sum døma um hvørt Eg eri ella ikki, seta forboð fyri hvørjum møguleika, og lata Míni børn standa eftir troystarleys og hjálparleys og vónsvikin, halda lítið um allar Mínar náðigávur, draga Míni børn burtur frá Mær, hví verða allar Mínar veittu signingar kveistraðar burtur, signingar sum Eg gav. Eg eri Markleysur Ríkdómur.

Dóttir, Eg var so lukkuligur, tá ið tú loksins fanst Meg, Eg ansaði eftir ikki at styggja teg burtur, Eg var eins varligur og fór um teg sum ein mamma ið fer um sítt lítla barn. Eg fekk teg at nærkast Mær, Eg var so lukkuligur og kallaði teg og møtti tær, hevði teg nær at Mær, og deildi alt sum Eg havi Mín elskaða, og nú, kemur tú og sigur við Meg at tú hugsar um at fara frá Mær, tí at Eg Gud skuldi verið ógjørligur at røkka og tí at onkur hevur sagt tær at bert verdugar sálir kunnu røkka Mær og at tú ikki lýkur fyrisett mál! Eg vísi ongantíð nakrari sál frá Mær, Eg bjóði Mínar náðigávur sjálvt til tey neyðarsligastu. gleð Meg og møt Mær á henda hátt, dóttir Eg vælsigni teg, Eg vegleiði teg, tú fært føði frá Mær

Vassula les í dag fyrra Pætursbræv les væl og virðiliga so skal Eg siga tær hvussu tað kemur tær við. les fyrsta kapittulið. livað í trúgv. Pætur lærir teg at trúgva

Jesus fekk meg at skilja fleiri meiningar við orðinum trúgv, at ein kann fáa fjøll at flyta seg við trúgv. Ein hevur so at siga tørv á at trúgva blint.