Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG GUÐ ERI TIL

30. september 1986

Friður verið við tær dóttir.

Jesus, eg biði Teg, gev mær ljós, so at eg kann verða før fyri at merkja Teg og skriva.

Vassula, bønin er meiningsleys um tú bert biður við varrunum.

Eg fataði mítt mistak. Eg bað Jesus um hesa gávu uttan kærleika, uttan veruliga at hugsa um tað og uttan veruliga at merkja tað. Eg tók bønina uppaftur, men meinti nú veruliga hvørt orð og lyfti mína sál upp til Hansara.

tá ið tú kallar á Meg, mást tú merkja Meg, sum tú gjørdi hesa ferð. Eg Guð havi kenslur, Eg merki alt, í tínum kalli má Eg finna ein kærleika, sum kemur úr djúpunum í tíni sál, har tú treingir til Mín, elskar Meg, og meinar hvørt orð tú sigur, Eg, Guð eri til og havi kenslur, øll orð ið bert heiðra Meg við varrunum, kundu líka so væl verði verandi niðurgrivin, tóm orð eru sum róp ið gella úr gravum, minst til at Eg eri til og havi kenslur. Eg ynski at øll Míni børn strembað eftir at gleða Meg.