Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG VIL, AT TÚ SKALT VERA INNILIG VIÐ MEG

16. februar 1987

Eg byrjaði at viðurkenna, at eg ikki longur kundi liva uttan Guð. Eg haldi, at Hann veruliga hevur knýtt meg at Sær.

Eg eri Yahweh, barn, tað eri Eg, vend tær til Mín, Eg elski teg og orsakað av hesum stóra kærleikanum Eg havi til tín haldi eg tær fasta, óttast ikki Mítt barn, hoyr meg, grundað á Mín upplyfta kærleika Eg havi til tín knýti Eg teg til Mín, styðjað teg til Mín, Eg ynski at tær tørvar Meg Vassula.

Elskar Tú okkum so nógv?

O dóttir hevur tú ikki kent Mín kærleika?

Jú, sjálvandi havi eg tað, tað er heilt ótrúligt!

Mín kærleiki til tín ynskir at kunna slúka teg. Eg kenni Meg hálovaðan av at merkja hvussu nær knýtt tú ert at Mær, Eg fyri Mín part elski teg markleyst og Eg vil ongantíð skiljast frá tær, men Eg havi eisini gjørt tað soleiðis at tú heldur ikki kanst tað, Eg havi tryggjað okkara samband; skilir tú?...

Eg frøist yvir at hava vunnið.

Eg ynskti at vit skuldu verða sameind fyri allar tíðir, at tú skuldi tørva Meg, elska Meg og bundin fyri alla tíð til Mín og Eg bundin til tín, og har tú gevur Mær frítt at elska teg uttan afturhald og at ráða yvir tær.

Eg sum skapaði teg og Eg sum hjúklaði um teg, Eg sum halgaði teg og sum var fyrstur at festa Míni eygu á teg Eg sum fylti teg við Mínum Anda vildi tað, tí at Eg, Vassula, eri tín Guð, Yahweh, ið fostraði teg

Eg tryggjaði at bondini Eg havi knýtt teg til Mín við eru fyri æviga tíðir, tú fert ikki at kunna loysa teg frá Mær, tí at Eg eri Tann Hægsti.

Tað er ræðandi, sjálvt um eg elski Teg Harri!

(Tín Megi og Vísdómur er stórur!)

hví Vassula, hvat hevur tú at óttast fyri? eri Eg ikki Kærleikans Harri? Eg skal taka Mær av tær, Eg skal linna tína pínu, Eg skal hylja teg í Mínum Signingum, Eg skal geva tær alt ið tær tørvar, Eg eri Markleyst Ríkidømi, tær nýtist ikki at óttast saman við Mær, Eg eri Hann ið haldi grundvølli jarðarinnar, gev Mær frítt at gera við teg hvat Eg vil, Eg eri so lukkuligur av at hava teg hjá Mær, tú sum ert so neyðarslig og veik, tí at Eg veit at títt hjarta loyvir Mær at gera við teg sum Eg finni fyri gott, óttast ikki, tí at Eg eri tín Himmalski Faðir, og Eg elski teg yvir alt menniskjans vit og skil.

Eg eri Yahweh og um tú ikki hevur hoyrt tað áður, so sigi Eg tað nú, at Eg eri kendur fyri at vera Trúfastur og orð Mítt stendur við.

barn, Eg havi vakt teg uppaftur frá deyðanum fyri at Mítt Orð skal verða skrivað, Eg havi fostrað teg upp til at verða Mín boðberi.

síðan tú ert Mín boðberi, mást tú formast, tú mást læra hvussu Eg havi tað, hvussu Eg arbeiði og hvussu Mín kærleiki kveikir hjørtuni, hvussu skuldi tú annars verði før fyri at sagt frá hesum fyri Mínum elskaðu børnum?

kom; kenn Mína nærveru soleiðis sum Eg havi lært teg, Eg elski teg lítla mín, varnast Meg, Eg ynski teg at vera inniliga yvir fyri Mær, Vassula í morgin skal eg siga fyri tær ein boðskap sum lærir Míni børn hvussu tey kunnu verða við Mær, far nú og ger teg lidnan við tað tú skalt. far í friði.

 

Seinni:

Vassula skrivað; nú ert tú sameinað við Mær, tú vilt arbeiða saman við Mær, tú vilt líða saman við Mær, tú vilt hjálpa Mær, ja, Eg vil deila alt sum Eg havi við teg og fyri tín part vilt tú gera tað sama. at vera sameinað er at vera saman fyri alla tíð; tí at Míni bond eru ævig bond, Mín upphevjaði kærleiki bindur teg til Mín í allar ævir, Mín kærleiki kveikir sjálvt hjørtu úr steini og setur eld á tey og tærir tey upp,

dóttir, Eg havi sigrað, tær nýtist ikki at óttast, Eg havi vunnið títt hjarta elskaða og havi tryggjað Mær at tú verður Mín fyri alla tíð, O Vassula sum Mær longdist eftir at stoyta teg niður í tað djúpasta í Mínum Hjarta og lata Mín Kærleiksloga tæra teg fullkomiliga, og koma tær í fullkomna sálargleði fyri Mær, tínum Guði.

Elskar Tú meg so nógv? at Tú hevur gjørt hetta?

havi Eg ikki givið Mítt lív fyri teg? Eg gav Mítt lív av kærleika, Eg ofraði Meg fyri tína frelsu, av kærleika, Eg úthelti Mítt Blóð fyri teg av kærleika, og nú havi Eg tryggja Mær at tú ert bundin at Mær.

Hví?

hví, hevur tú gloymt at Eg heilt ígjøgnum eri Trúfastur, við tað at tú ert bundin til Mín vil Eg tryggja at tú eisini vilt vera trúføst ímóti Mær.

nú tá ið vit eru sameinað skulu vit halda fram við at arbeiða saman. Eg vil brúka kærleikan ið tú hevur til Mín til at lekja nógvar sálir sum annars vildu verði gloyptar av Sátans eldi, tú og Eg skulu hjálpa hesum sálunum, alt tær nýtist at gera er at elska meg inniliga. tíðir koma har Eg vil líta tær Mín Kross upp í hendur.

Men eg eri eitt einki!

Vassula, verð verandi eitt einki og lat Meg vera alt tað tær vantar. hvagar Eg enn fari skalt tú koma við, tú skalt ongantíð vera einsamøll, tú ert nú sameinað við Mær. veks í anda Vassula, at veksa til tína uppgávu er at breiða út allar boðskapir sum eru givnir av Mær og Faðir Mínum. Vísdómur skal leiða teg.

Ja, Faðir.

so vakurt at hoyra teg at siga Faðir! Eg havi longst eftir at hoyra frá tínum varrum hetta orðið, Faðir.