Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VER BERT MÍN

15. februar 1987

Eg elski teg, men møguliga ikki á rættan hátt. Hvat er rætt og hvat er ikki rætt, veit eg ikki; eg tilbiði Teg.

Vassula kærleiki er kærleiki, Eg ynski at tú elskar Meg uttan fyrivarni, Eg eri tín Heilagi Faðir sum elskar teg inniliga, kom til Mín og elskað Meg inniliga, Eg ynski at vera inniligur við teg. óttast ikki, alt Eg ynski er tín kærleika. Vassula í dag ynski Eg at tú skalt angra.

Skal eg angra framman fyri Tær nú?

ja, ger tað, Eg lurti. 1 Ja dóttir, Eg fyrigevi tær allar syndir tínar tí at tær eru nógvar.

Vassula veitst tú at tað var Eg ið lærdi Mínar lærarar um syndafyrigeving? hetta eru Mínar fyriskipanir, Eg havi givið Mínum lærarum myndugleika til at lata Míni børn skrifta fyri teimum.

barn Eg skrivaði tað*

* Eg royndi at strikað orðið at “skrifta” út, men mín hond varð hildin føst av Guði. Eg vildi ikki vita av skriftarmálinum.

 

Vassula noktað Mær einki, Eg fari at krevja nógv av tær, ert tú til reiðar at fylgja tínum Guði og Frelsara?

Ja, tað eri eg, so leingi eg ásanni, at tað er frá Tær. Eg vil fylgja Tær, tí at eg elski Teg.

Vassula óttast ongantíð Meg, lít á Meg. Eg fyrireiki teg til at møta størri roynslum. ert tú til reiðar at fylgja Mær?

Við hjálp frá Tær vil eg verða tað.

óttast ikki tí at Eg eri hjá tær og stuðli tær. Dóttir, gev teg fult og heilt í Mínar hendur, lat Meg brúka teg elskaða til at grøða sálir við, lat Meg knýta teg til Mín við kærleikans leinkjum, lat Meg kenna at tú heilt ert Mín, lat Meg, sum eri tín Skapari eiga teg. Eg havi longst eftir tínum kærleika, lat Mín kærleika kveikja títt hjarta nú. ver Mín til fulnar. Eg longdist eftir tær, Eg leingist eftir tær, leingist tú ongantíð eftir Mær Vassula?

Jú, tað geri eg. (ella tað haldi eg, at eg geri).

Vassula, elskaða, við at geva teg til Mín vilt tú bæði hálova Meg og reinsa teg sjálva. nú knýti Eg teg til Mín, Eg Guð Tann Hægsti skal verða við tær til tað seinasta. –

sanniliga sigi Eg tær, at Eg havi valt teg væl vitandi at tú ert eitt einki, hjálparleys, vesalig og syndafull, men hóast allar tínar skeivleikar elski Eg teg. ja Eg elski tykkum øll hóast tykkara misgerðir.

Harri, knýtti Tú meg til Tín nú?

ja tað gjørdi Eg, Eg elski teg, tað er av kærleika, Eg ynski altíð at hava teg her hjá Mær, elskaða hoyr Meg, Míni bond eru kærleikans bond, tey eru reinleikans bond, Eg elski teg, lat Míni børn skilja hvussu nógv Eg kann elska tey. Mín mildleiki er uttan mørk, Mín kærleiki er ein brennandi logi ið kveikir hvørt hjarta sum tekur ímóti Mær, dóttir, far nú og minst til at Eg leiði teg, minst til hvør reinsaði teg,

Eg skilti ikki rættiliga, tí drálaði eg.

hevur tú gloymt tað? havi Eg ikki sjálvur salvað teg?

Jú, Harri, tann trettanda.

Vassula, Eg havi Sjálvur givið tær Mítt Breyð og Mítt Vín, barn minst til at tað var Eg sum ásetti tíðina fyri tíni reinsan.

Tað var rætt, tí í Kirkjuni sá eg Jesus heilt týðiligt. Hann stóð við tabernaklið og sang saman við øllum hinum. Hann gav mær Sjálvur Breyðið og Vínið, í tí at Hann tók plássið av prestinum.

elskað Meg, og lat okkum arbeiða saman.

Hettar minti meg á, tá ið eg fyri fyrstu ferð fór at taka ímóti tí Heilagu Kvøldmáltíðini í hesi Kirkjuni. Aftur hendi tað á ein undurfullan hátt. Eg var hjá prestinum Faðir Karl. Guð hevði sent meg til hansara at taka ímóti tí Heilagu Kvøldmáltíðini. Hann var ikki heilt vísur í, um hann kundi geva mær hana sum í hesum førinum, uttan tær neyðugu fyrireikingarnar. Tá kom hann við tí hugskoti, at hann skuldi biðja innantanna fyri at Guð kundi gera honum greitt, hvat hann skuldi gera. Tá skrivaði mín hond soleiðis: “I will”  ið merkir “Eg skal sjálvur gera tað!” Eg spurdi Karl, hvat hann hevði biðið um. Hann segði, at hann hevði spurt Guð, um tað var Hansara vilji, at hann skuldi lata meg skrifta fyri sær. Guð svaraði, at Hann Sjálvur vildi gera tað – at Hann vildi lata meg skrifta hjá Sær sjálvum. Karl segði síðan uttan at drála tað minsta, at eg um fýra dagar skuldi koma til Altars hjá honum. Ímeðan bað Guð meg um at angra mínar syndir. Eg visti ikki, hvussu mann bar seg at; tá segði Hann mær, hvat eg skuldi siga. Eg skriftaði so yvir fyri Honum. Dagin eftir fór eg til Altars og tók ímóti tí Heilagu Kvøldmáltíðini.


1 Tað gjørdi eg.