Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

ALT EG YNSKI AV TÆR ER KÆRLEIKI

13. februar 1987

friður verið við tær, Eg eri her, tað eri Eg, Jesus, sum leiði teg, óttast ikki. sameinað teg við Meg Vassula, alt ið Eg ynski frá tær er kærleiki.

Eg stúri fyri boðskapinum, eg kenni meg at hava ábyrgd. Eg veit ikki, hvussu eg skal arbeiða!

Eg kann gera alt sjálvur og eri førur fyri at hjálpa øllum Mínum børnum uttan tína hjálp, men sum ein Maki, vil Eg deila alt, óttast ikki tí at Eg eri styrki elskaða, styðjað teg til Mín og lat Meg føra.

minst til at tað eri Eg sum gevi tær hesa kraftina til at møta Mær. Eg biði teg um at elska Meg trúfast, elskað Meg inniliga, uggað Meg tá ið Eg biði um at verða uggaður tí at tað eru mong tykkara millum sum særa Meg, hvønn dag verða útintar eitt ótal av syndum, ið særa Mína sál, og gera Meg beiskan, og fylla Mín kalik við sorg, hvussu hava tey gloymt Meg?

Vassula tá ið ein Maki er sorgarbundin hvagar hevði hann vent sær at verða uggaður um ikki til sína brúður ið elskar hann.

Eg skal ugga Teg, um eg kann, men hvat kann eg gera, eg sum eg veit, eri óverdug, allarhelst særi Teg uttan at vilja tað, eri ikki nóg góð og ov foy (óttafull) at tosa við Teg, tí at eg eri Tær so vanærulig.

 Eg veit at alt sum tú segði er satt, men havi Eg ikki valt teg, vitandi um allar tínar veikleikar? Eg elski teg Vassula og alt Eg ynski frá tær er eitt aftursvar til Mín kærleika.

Eg elski Teg so nógv. Tú ert alla tíðina í mínum tonkum. Eg livi fyri Teg. Eg elski Teg, eg kann ikki seta mark fyri hvussu nógv, men tað kanst Tú. Eg kann bert biðja Teg um at læra meg at elska teg meira, so at tað fer út um alt mark.

elskaða, hvíl títt høvur ímóti Mær og lat Meg salva tað við reinleika til at verða eina av Mínum mettaðu blómum ið hevur drukkið Meg, kom, Eg skal føða teg, av Míni hond skalt tú eta. Eg skal læra teg at elska Meg meira.