Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

VÍSDÓMUR ALDI TEG

14. februar 1987

Eftir at hava lisið “The Memorare” hjá Sankta Bernhard (Ein lítil bøn til Jomfrú Mariu).
 

Jomfrú Maria:

øll hendan leiðbeiningin er frá Guði. Vassula hoyrir tú Meg? lurtað aftur Vassula, tað eri Eg Sankta Maria óttast ikki Meg, Vassula, Eg kenni tínar trupulleikar við at skilja at alt hettar veruliga hendir, men Eg biði teg líta á Guð, styrk tína trúgv.

Hann arbeiðir í tær barn, forðað ikki tær sjálvari í at verða lýðin, gev teg í Hansara hendur og ger tað Hann biður teg um, Eg eri hjá tær og hjálpi tær, ver full av friði tí Hann leiðir teg.

Vassula Jesus formar teg til at verða sterka so at tú kanst standa ímóti freistingum, Hann føðir teg og gevur tær alt tað ið tær tørvar.

Minst til dóttir Vísdómur hevur alt teg upp, royn at fata hví.

Tað er ikki bert til mín, tað er eisini ætlað øðrum?

Ja, tú ert við at verða formað til at verða Hansara boðberi.

Eg veit ikki, hvussu eg kann blíva Hansara boðberi.

Guð hevur prædikað fyri tær og hevur lært teg at elska Seg, lít á Hann tí at Hansara ríkdómar eru óteljandi og Hansara Miskunn er ófatilig, Hann elskar teg við ósigandi eymleika og vakir yvir tær við kærleikans eygum. hvørt orð av Himlinum livir í allar ævir;

Eg má læra at elska Teg meira.

Eg skal læra teg, friður verið við tær.