Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

REINSIÐ TYKKUM, TÍ AT TÍMIN ER NÆR

5. februar 1987

elskaða, Eg eri Yahweh, og Mínir boðskapir til Kirkjuna koma frá Mær, Eg havi givið tær føði og Eg  formi teg dóttir. Eg eri tann Almáttugi óttast ikki. lurtað, dóttir, útinn til fulnar Mítt Orð. Eg kom og loysti teg frá tí ónda fyri at tú skuldi verða í Mínum Ljósi tí at tú skalt verða Mín boðberi. Eg skal geva tær styrki, Eg eri altíð við tína lið ivast ongantíð,

Mítt dugnaloysi er STÓRT, og eg óttist fyri, hvat fer at henda.

tær nýtist ikki at óttast, tí at Mín styrki skal balla teg og soleiðis geva tær Mína styrki til at traðka á Mínar fíggindar. ver varin tí at nógv fara at royna at taka dirvi frá tær við at siga at hendan leiðbeiningin ikki er frá Mær, Eg veit hvussu lítil og hjálparleys tú ert, so verð tætt hjá Mær og lat Vísdómin leiða teg, allur myndugleiki vil koma frá Mær. fatað at Vísdómur kemur frá Mær.

øll tey ið hava eygu lat tey síggja, øll tey ið hava eitt hjarta lat tey skilja, at tað eri Eg, Yahweh Sabaoth ið talar, Eg havi ongantíð svikið tykkum, Eg gevi tykkum Vísdóm til at byggja uppaftur Mítt givna Orð, Eg komi at minna tykkum øll á Mín kærleika til tykkara, og vælsigna tykkum øll, Eg ynski ikki at síggja tykkum farast, vei teimum óvísu! reinsið tykkum tí at tímin er nær, lurtið eftir Mínum orðum, tí at við at gera tað Eg biði tykkum um vil Eg fyrigeva tykkum, Eg leiði tykkum til at liva í Friði og Kærleika, tí at Eg eri ein Friðar og Kærleikans Guð. livað heilagt, biðið um fyrigeving og Eg skal vælsigna tykkum. tit eru øll Míni børn ið Eg havi skapað við kærleika. kom, fest Míni orð í hjørtu tykkara tí at tað eri Eg Yahweh sum leiði tykkum.

Harri, eg eri hjálparleys og veit einki. Eg síggi bert eitt høgt fjall framman fyri mær!

óttast ikki Vassula, tí at tú ert ikki tann fyrsti hjálparleysi boðberin sum Eg havi alt upp og givið Mítt orð til, trúgv á Meg, lít á Meg og Eg skal leiða teg.