Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

GEV TEIMUM BOÐ UM MÍN KÆRLEIKA

9. februar 1987

friður verið við tær. Eg elski teg barn Eg eri Yahweh. Eg havi valt teg fyrst og fremst tí at Eg vildi tað men eisini tí at tú ert so hjálparleys.

Eg elski Teg, Faðir, ógvuliga nógv.

Eg veit og Eg elski eisini teg dóttir, hoyr Meg, hevur tú nakrantíð kent teg so lukkuliga sum nú, áðrenn tú elskaði Meg?

Nei, ongantíð!

elskað Meg Vassula, Eg eri tann ið lærdi teg hvussu tú skuldi elska Meg ert tú viljug at mennast?

Ja, Faðir, so at eg verði før fyri at lovprísa Tær. Eg ynski at gera alt, sum Tú biður meg um, tí eg ynski, at Tú verður lovprísaður.

Vassula, Eg skal menna teg. Eg ynski at ávara teg ímóti teimum óndu. teir1 hata teg og seta áhaldandi fellur fyri tær, Eg eri hjá tær og verji teg, so óttast ikki.

Vassula, Eg elski teg og Eg elski øll Míni børn, Mín kærleiki er sum ein brennandi logi ið brennur uttan íhald, Mín kærleiki er ein øvundsjúkur kærleiki, Eg tosti eftir kærleika, óttast ikki, tí tað er kærleiki Eg tosi um lítla mín, Eg haldi um teg og tín lítilleiki frøir Meg, lítla mín ígjøgnum tín veikleika skal Eg staðfesta Mína áheitan um Frið og Kærleika; Eg skal fylla teg við Mínum orðum, Eg skal anda Mínar opinberingar inn í teg, lítla mín halt teg til Mín, lít á meg og elska Meg inniliga. boðað teimum frá, sig teimum frá Mínum kærleika til teirra.


1 Teir illu andarnir.