Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI VEGURIN

28. september 1986

Í dag gav Jesus mær eina greiða mynd (eina hugsjón) av mær sjálvari í einum ongamannalandi. Umhvørvið sá út, sum var eg í einum mýrilendi, heilt einsamøll, og eg kendi meg heilt burturmista. Inni ímillum tey turru trøini sá eg Jesus, ið leitaði eftir mær.

Eg eri her; tað eri Eg, Jesus, Eg havi funnið teg, kom, lat Meg vísa tær aftur á vegin. hoyr Meg, Eg Jesus eri Vegurin. kallað á Meg hvørja ferð tú kennir teg burturmista, Eg skal koma til tín og Eg skal vísa tær vegin. Eg eri Vegurin.