Satt Lív í Guði


EG ERI LJÓSIÐ

Bangladesj, 20. september 1986

Jesus: Friður verið við tær.

Vassula: Kann eg vera saman við Tær?

Ja, tú ert saman við Mær, Eg eri Ljósið.

Kann eg vera Tær nær?

Tú ert Mær nær, tú ert í Mær, Eg eri Ljósið.

Kanst tú verja meg?

tú verður vard av Mær.

Kann eg styðja meg til Tín?

tú kanst styðja teg til Mín.

Eg treingi til Tína Styrki fyri at varðveita mína trúgv.

tú fær Styrki.

Eg treingi til Tín Kærleika.

tú ert elskað av Mær.

Eg eri Ljósið og skíni so at øll kunnu síggja Meg. óttast ikki, Mín Vegur er beinur Mín Vegur leiðir teg til Mín. Eg skal møta tær og tú skalt kenna Meg aftur, tí Eg ljómi Frið og Kærleika

kom til Mín, kanst tú síggja Meg? Kanst tú hoyra meg? Óttast ikki, verð ikki standandi har í myrkrinum, hygg, tínir limir eru grøddir, 1  tú kanst ganga aftur, hygg, tú hevur fingið sjónina aftur; Eg havi lekt teg; Eg lekti tína skomm og havi vaskað tínar syndir burtur, nýt tínar limir til at ganga til Mín við, tíni eygu til at síggja Meg við, tína trúgv til at møta Mær við. Eg eri tín Endurloysari, Eg eri tín Friður, Eg, Jesus elski tykkum øll.


1 Jesus tosar symbolskt.