click for origin of the image

Satt Lív í Guði 
Ein kærleikans lovsongur sungin av Guði Sjálvum



Harri Jesus Kristus, Sonur Guðs,
miskunna mær syndara

 

Home 
Inngangur 
Boðskapir 
Vitnisburður 
Møtir og missión 
Beth Myriam 
Einleiki 
Bøn 
Slóðir 


Henda heimasíða lýsir boðskapirnar frá Guði, sum Vassula Rydén hevur tikið ímóti síðani 1985.

BOÐSKAPIR 
Boðskapir

The Messages
 (allir boðskapirnir á enskum)

 

 
"Mín Vassula, Mítt Orð er sum eitt ljós, ið lýsir og skínur, soleiðis at hvør einasta sál kann síggja Meg, kenna Meg og venda aftur til Mín, sært tú? Eg ynski at beina burtur hetta myrkri, sum liggur tungliga á hesum heimi. Eg gevi tykkum Mítt ljós at seta í ein ljósastaka, og ikki undir sengur tykkara."
(Jesus - 28. august 1989)


 


Vassula
Rydén varð fødd í Egyptalandi tann 18. januar 1942. Familja hennara, sum er griksk ortodoks, hevur gjøgnum fýra ættarlið búð í Egyptalandi. Í barnaárum sínum hevði Vassula tveir dreymar, sum hava ein profetiskan týdning fyri hana í dag: Jomfrú Maria fyrireikaði hana til eitt andaligt hjúnaband við Kristus, og síðani vísti Jesus seg fyri henni og kallaði hana til sín. Sum tíðin leið gloymdi hon kortini hesar dreymar.

Vassula var ein gávurík kvinna, sum ferðaðist í hægru samfelagsløgum; ein hug- vekjandi listamálari, fullnøgd í vertskapi og framgongd, tennismeistari og mótamodell í høvuðsstaðnum Bangladesh. Sum fólk flest nú á døgum hevði hon ongantíð lagt nakað í Guð ella tað andaliga lívið. Hon hevði ongantíð ímyndað sær, at Guð ein dagin í 1985 óvæntað opinberaði seg fyri henni, tá hon enn búði í Bangladesh við svenska manni sínum og tveimum synum. Í byrjanini av hesum opinberingum varð Vassula førd gjøgnum eina fyrireiking av sínum verndareingli Dánjal.

Ein kundi spurt, hví Guð kallaði ein, ið var so avmarkað og hevði so lítlan áhuga og vitan innan kirkju og trúgv, sum ongantíð hevði tráað eftir Guði, at taka ímóti einari áminning av Hansara Orði. Vassula spurdi sjálv Guð hesar spurningar, og svar Hansara var fylgjandi: "Eg valdi teg vegna tína neyðarstøðu; gjøgnum tína neyðarstøðu vil Eg vísa Mítt miskunnsemi, gjøgnum tín einkisleika vil Eg vísa Mín myndugleika og Mína megi og at Eg Eri, so verð verandi eitt einki."

Í sjálvari byrjanini av Guð's uppílegging var hon fullkomiliga ørkymlað og bar ótta fyri, at hon varð villleitt; henda óvissa var av sonnum hennara størsti krossur, av tí at hon ongantíð fyrr hevði hoyrt, at Guð í roynd og veru orðber Seg sjálvan til fólk í okkara egnu tíð. Av hesi orsøk óttaðist hon og royndi at berja burtur hesa uppliving, men ístaðin fyri at linka um, vendi Guð sær til hennara við enn størri styrki. So við og við sum tað heilaga samskifti mennist fer týðilig broyting fram, har Vassula veksur í trúgv, vitan og kærleika til Guðs. Hennara tørvur at leita sær ugga svinnur, hon kennir seg at verða betri fyri í hesum óvanliga leikluti, og hetta loyvir aftur dýrmætari boðum frá hennara Guddómliga Vitjandi.

Vitnisburðurin hjá Vassulu og innihaldið í bókum hennara er hugvekjandi, upplyftandi allan vegin ígjøgnum og halda einum ramliga til. Tað er lætt at síggja, hví hesir boðskapir hava borið við sær somikið nógvar merkisverdar umvendingar (ensk slóð). Afturvendandi stevnumiðið er kærleiki Jesusar framborin í hjúnarorðingum so sum eyðkent er fyri samskifti, sum Guð hevur við menniskju, ið taka ímóti Hansara boðskapum; men henda frambering vísir seg sum ein ljósglæma, ein úthelling av ósigandi kærleika Kristusar. Tann sannroynd at Vassula er før fyri at skriva um slík djúptøkin andalig evni uttan at mistaka seg, hóast hon ongantíð hevur fingið nakra undirvísing í kristni og ei heldur teologiska útbúgving, er í sjálvum sær ein máttmikil sannkenning av trúvirðinum í boðskapunum.   

Síðani 1988 hevur Vassula verið boðin at tala í 60 londum (ensk slóð). Líkamikið hvagar hon er boðin, hvørt hetta er í Asia, Amerika, Australia, Afrika ella Evropa, verður hon móttikin av mannamúgvum úr øllum aldursbólkum og frá øllum hugsandi sosialum bólkum og umhvørvum, bæði kristnum og ikki-kristnum. Millum tey sum koma at hoyra hennara vitnisburð eru ikki einans leikfólk, men eisini teirra andaligu leiðarar: prestar, munkar, nunnur, bispar, erkabispar, kardinalar, sendiharrar pávans
og kleysturovastar. Fýra av patriarkunum hava longu móttikið hennara verk. Eisini aðrir átrúnaðir, so sum ísraelskir jødar og buddhistiskir munkar frá Hiroshima, hava boðið henni at vitna. Áhoyrarafjøldirnar á hennara møtum hava verið upp í 150.000 fólk, og í summum londum vóru eisini nógvir muslimar, hinduar, buddhistar og jødar.

Í 1994 var hon til almenna vitjan hjá erkabispinum
Daniel úr Rumenia fyri at luttaka saman við limum úr Heimsráði kirkjunnar í eini stevnu, sum kallaðist Einleiki og endurnýggjan, ráðlegging og kristin andaligleiki í okkara tíð. Í 1998 og 2001 bjóðaði ein bólkur undir Sameindu Tjóðum, ið hevur Frið í heiminum sum skrá og arbeiðir serliga millum jødar og palestinar, Vassulu at tala til teirra, og endurtaka hvat Harrin sigur til okkara í boðskapunum um at fáa frið í heiminum. Í 2001 var hon millum aðrar talarar bjóðað av Altjóða bridgettine sentrinum úr Farfa (Italia) at tosa um økumeni og andaligleika. Grundleggjandi er Guð's miskunnsama kall í boðskapunum eitt kall til sáttargerð, einleika, iðran og umvending fyri okkum øll.

Í yvir 700 almennum framløgum málber Vassula seg við somu orðum, sum eru givin til hennara av Guði Faðirinum. Merkisvert er, hvussu Skaparin í sera persónligum líki framber Sína opinbering; ein kundi næstan sagt, Sína Sjálvsmynd. Hetta er dýrabært í hesari tíð. Eisini Kristus og Heilagi Andin bera fram Teirra opinbering. At látast sum einki mótvegis hesi gávu til hetta Guð's útvalda amboð í okkara tíð, ætlað at varpa út til okkum øll, er at leypa um eina máttmikla og upplýsandi dimensjón av Jesusi Kristi. Tað er eisini at lata aftur Hansara loyndarmáli fyri
falsleysum tilbiðjarum úr teimum stóru heimsátrúnaðunum, sum okkum verður mælt til at líta at við samhuga og góðsemi. Í øllum hesum fær Vassula als onga persónliga samsýning ella veiting fyri hennara arbeiði. 

Allan vegin ígjøgnum hesar boðskapir sýnir Jomfrú Maria seg sum okkara Móðir. Hon leggur Síni Móðirligu ráð saman við tey hjá Syni Sínum. Hon verður lýst sum
Kvinnan klædd í sólini (Johs. opinbering 12), sum vil sigra yvir Sátan í hansara kríggi móti okkum og móti Henni sjálvari. Í boðskapunum, givnir til Vassulu, er greitt, at Kristus ærir Móðir Sína og opinberar fyri okkum Hennara megi, og áminnir okkum øll um henda ríka, livandi arv. Í boðskapunum eru ómetalig og ósigandi brot, har Kristus ber fram Sín guddómliga kærleika til Mariu. Fólk flest, ið koma til hesi møti, eru djúpt rørd og  varnast Guð's ósjónligu, men týðuligu nærveru. 

Ein umhugsin lesnaður av
Satt Lív í Guði bókunum - higartil umsettar av frívilligum til 40 mál - váttar tað alheimsliga sermerki í boðskapunum. Teir eru skrivaðir í slíkum greiðum og beinleiðis máli, at ein og hvør í lesi-aldri kann skilja teir. Samstundis er innihaldið so ríkt og djúphugsið, at framúrskarandi teologar hava verið hugkveiktir til at skriva bøkur um andaligleikan í boðskapunum.

Guð hevur sjálvur valt at nevna hesar guddómligu boðskapir:
Satt Lív í Guði. 

 

slig@mail.dk