Satt Lív í Guði

HOME MESSAGES SEARCH
ØKUMENI OG ANDALIGLEIKI

Í november 2001 varð Vassula bjóðað til eina almenna ráðstevnu um økumeni í Farfa, sum er eitt stað uttan fyri Rom. Ráðstevnan varð hildin av Sankta Brigitta systrunum. Vassula skuldi umboða sjónarmiðið um einleika sæð frá einum leik persóni. Hvør einstakur luttakari skuldi tala í ein tíma við eftirfylgjandi orðaskifti og spurningum. Øll nevndin var samansett av rómverskum katolikkum og lutheranarum. Katólski bispurin av Svøríki var eisini har og harafturat nógvir professarar í teologi, "monsignors" og ymisk úr prestaskapinum. Fýra daga ráðstevnan hevði nógvar talarar, har øll vóru teologar og prestar burtur sæð frá Vassulu.

Tá Vassula var liðug at tala og bíðaði eftir spurningum og at orðaskifti skuldi byrja, græt teologurin, sum leiddi ráðstevnuna. Hann segði tá: "Henda prædika um einleika, sum vit júst hava hoyrt, er tann mest inniliga prædika eg nakrantíð havi hoyrt í øllum mínum lívi. Tessvegna ynski eg ikki, at nakrir spurningar verða reistir her, tí hetta var ein profetisk rødd, ið talaði, og tá tað kemur til profeti, lurta vit og gera tað sum vit eru biðin um.

 

Skrá fyri ráðstevnuna


GUÐ’S KALL TIL FÓLK SÍTT

Vassiliki Rydén

Harri, eg biði, sum Tú hevur biðið: at vit øll mega vera eitt, sum Faðirin er í Tær og Tú í Honum, til tess at heimurin skal trúgva, at tað var Faðirin, sum sendi Teg. Eisini biðja vit fyri seyðunum, sum ikki eru úr Tíni rætt, at eisini tey vilja lurta eftir Tíni rødd. Vit biðja fyri, at heimurin kemur at elska Teg frá ídag av og frameftir. Amen.

Inngangur

Fyrst og fremst vil eg takka Harra okkara fyri hesa andaligu stevnu, tí at hon er ein gáva frá Guði til okkum øll, sum gevur okkum møguleika til at vaksa um kongadømi Hansara, og sum førir okkum nærri at sátt og semju. Hvørt einstakt stig hjá okkum móti endurbøting av skinklandi húsi Kristusar ger Harran ógvuliga rørdan. Eitt og hvørt stig móti andaligum einleika, og allur himinin frøist. Ein og hvør bøn um endurskapan av Likami Kristusar, og vreiði Faðirins blíðkast. Ein og hvør samkoma í Hansara Heilaga Navni fyri einleika, og Hansarra vælsignilsir verða oyst út yvir tey, ið luttaka í hesum møtum. Heiðurin fyri hetta gevi eg Guði, sum ongantíð svíkur okkum.

Í hesi stund ynski eg at siga nøkur orð um fyrst leiklutin hjá einum leik persóni í kirkjuni og síðani um trý evni. Tað fyrsta evni er um metanoia, frukt av lítillæti sum førir til sátt og einleika, næsta evni er um okkara skilnaðar-synd og triðja evni er um leiklut Heilaga Andans í leiðsluni av okkum móti einleika.

Tá eg fekk innbjóðingina um at tala um ein økumeniskan andaligleika, drálaði eg við at festa á blað mítt serstaka upplivilsi við Guð. Eg vági mær ikki at orða ein flokkaðan "andaligleika" út frá mínum egnu inniligu "samrøðum við Kristus". Heldur vil eg lata frælsi hjá Guði, sum hevjaði profetarnar og sum talaði og opinberaði Seg sjálvan "á mangan og fjølbroyttan hátt" (Hebr. 1,1), um aftur at kunngera Sín boðskap gjøgnum ein veika hond, ein lim í Kristi likami. Soleiðis at skilja, er tað eftirfylgjandi eitt øðrvísi slag av vitnisburði úr tí mystiska siðaarvinum í kirkjuni. Tískil er tað, sum tit koma at hoyra, ikki ein akademiskur teologiskur fyrilestur, einfalt tí at eg ikki eri ein teologur, men heldur eitt livandi dømi um eitt leik vitni fyri at vitna um einleika, kallað av Guði til Hansara tænastu.

Eg sjálv komi frá tí griksk-ortodoksu kirkjuni. Í okkara bók um læru ortodoksu kirkjunnar, bók I, útgivin í 1997 av Hr. Trembelas, stendur á síðu 79: "Opinberingar vera defineraðar sum ein gerningur Guðs, við hvørjum Hann kunnger Sínum skynsomu skapningum loyndarmál um Hansara tilveru, natúr og vilja, eftir teirra avmarkaða andliga førleika..." osv. Vert er at lesa síðu 78, har lýst verður, hvussu neyðugt tað er, at Guð Sjálvur vegleiðir fólk Sítt. Tað eru nógv fleiri ávísingar til leiklutin hjá leikfólki í okkara ortodoksu kirkju, men avmarkaða tíðin forðar okkum í at greina henda nærri her.

Eisini er kunnugt, at annað vatikanska kirkjutingið legði dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at leikfólkið er við til at bera tann Góða Boðskapin gjøgnum tær ymsu gávurnar Guð hevur givið Síni kirkju. Í lumen gentium ger kirkjutingið greitt, at leikfólkið luttekur í tí profetisku tænastu Kristusar. Kristus útinnir hesa profetisku tænastu, ikki bert gjøgnum prestaveldi, men eisini gjøgnum leikfólkið. Í samsvar við hetta grundfestir hann tey sum vitni og ger tey út við trúgv og náði orðsins (LG 35). Hvørt einstakt leikfólk hevur ein leik at útinna í hesi tænastu Gleðiboðskaparinnar í samsvar við ta náðigávu, Guð hevur givið teimum, og gjøgnum tær gávur, sum teimum eru givnar, eru tey alt fyri eitt vitni og livandi amboð í trúboðanini hjá kirkjuni sjálvari, "alt eftir tí máli, sum Kristus hevur givið einum." (Ef. 4,7). Tað er tí eyðsæð, út frá tí sum kirkjurnar meta, at leikfólkið hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at útinna í heiminum, og at náðigávurnar, sum Heilagi Andin gevur Sínum fólki altíð eru til tænastu fyri felagsskapin og til fyrimunar fyri kirkjuna.

Heilt frá byrjanini av hesum kalli nærkaðist Harri okkara seg náðifult til mín í kongaligum oyðslusemi, og vendi Sær til mín í yrkingum, har trúgv og góðska hava verið Hansara blíða samrøða við meg gjøgnum hesi seinastu sekstan árini. Uttan nakrar dygdir varð eg kallað, og eg játtaði. Bíblian sigur: "Eg trúði, og hetta er tí orsøkin til at eg tali." Síðani varð eg biðin av Harranum um at viðurkenna Hann, og við at viðurkenna Hann vísti Hann mær Sín kross fyri einleika.

Eitt av fyrstu boðorðunum, sum Kristus gav mær, vóru hesi: "Hvørji hús er týdningarmiklari, títt hús ella Mítt hús?". Eg svaraði: "Títt hús, Harri.". Síðani segði Hann: "Endurreis Mítt hús, prýð Mítt hús, samein Mítt hús." Eg var lamsligin av hjálparloysi, og eg føldi meg neyðarsligan. Eg eymkaði meg: "Eg veit ikki, hvussu eg skal gera alt hetta. Eg veit einki!". Kristus segði síðani: "Verð verandi einki; Eg ynski eitt einki, og í tínum einkisleika vil Eg vísa Mín myndugleika, mína Megi og at Eg Eri; so doyggj í tær sjálvum og loyv Mínum Heilaga Anda at anda í tær." Eftir hetta bað Hann meg um at ganga við Honum, men eftir at hava verið gjøgnum nógvar andaligar eldslogar. Á henda hátt tók eg ímóti sáði Guðs uttan at hava tað uppiborið. Skrivað stendur: Eingin kann taka nakað sum helst, uttan at Guð gevur honum tað." (Joh. 3,27).

Hetta verk Heilaga Andans er prenta í 11 bindum og umsett til 40 mál (útgivið við tí almenna heitinum: True Life in God). Í hesum andaligu handritum síggja vit, hvussu Guð gevur okkum møguleikar at verða fullkomin, og gerast før fyri at røkka guddómliggerð gjøgnum Hansara guddómleika og gerast gudar gjøgnum luttøku. Fruktirnar av hesum verki eru mangar, tí eisini tær koma frá Harranum. Tað er vert at nevna eina av hesum. Um allan heimin eru í dag meira enn túsind økumeniskir bønarbólkar, sum vórðu skipaðir gjøgnum hesi andkveiktu handrit við navninum "True Life in God". Hesir økumenisku bønarbólkarnir fevna um ymsar kirkjuligar trúarbólkar, sum samlast fyri at biðja fyri einleika og sáttargerð millum kirkjurnar. Frá hesum bólkum eru níggju vælgerðarhús latin upp fyri at geva teimum fátæku og teimum neyðstøddu at eta. Tey kallast Beth Myriam, sum merkir hús hjá Mariu. Við náði Guðs vilja tað vilja verða onnur, ið verða latin upp í næstu framtíð.

Gjøgnum Guðs náði eri eg vorðin bjóða til trýss lond higartil fyri at vitna um stóra verk Harrans. Hetta varð gjørt á meira enn 700 møtum fyri rómverskum katolikkum, ortodoksum og ymsum øðrum kirkjum. Eg kundi heldur ikki bera meg undan at venda mær til okkara brøður og systrar, sum ikki eru kristin. Okkara Harri lat eisini upp eina hurð fyri tey ikki-kristnu, og sosatt var eg kallað at tala fyri jødum, hinduistum, muslimum og buddhistum, sum, aftaná at hava tala Orð Guðs til teirra, funnu teirra frælsi og sættust við tann tríeinda Guð og bóðu um at verða dóptir. Tí Kristus hevði biðið til Faðirin um hetta og segði: "Eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra vilja koma at trúgva á Meg." (Joh. 17,20).

Í mars 2000 loyvdi Harrin okkum at samlast í føðistaði Hansara, Bethlehem. 450 fólk komu frá nær og fjar; ja, frá meira enn 55 londum og frá 12 ymsum kirkjum til eitt altjóða bønarmøti um frið og einleika. Vit samlaðust sum ein einstøk familja. Við okkum høvdu vit 75 prestar, eisini frá 12 ymsum kirkjum, og eisini prestar frá Heilaga Landinum komu at luttaka, tá teir hoyrdu um hetta bønarmøti. Henda økumeniska hendingin varð samskipað av nøkrum jødum og palestinarum, sum vórðu rørdir av teimum andkveiktu handritunum "True Life in God". Tey trúðu á endurloysing Kristusar og Hansara frelsuætlan í okkara døgum og bjóðaðu seg fram at skipa fyri hesum møtinum.

Tá ein veit, hvussu palestinar og jødar í okkara døgum stríðast móti hvørjum øðrum, er teirra sáttargerð eitt tekin um kraft Heilaga Andans, sum samlaði hesar báðar tjóðir at virka fyri einum møti fyri friði millum tey sundurbýttu kristnu. Sum bíblian sigur: "Friðarfremjarar, har tey virka fyri friði, sáa sáðið, sum vil bera ávøkst í heilagleika." (Ják. 3,18). Hetta er ein læra til okkum øll.

Tað at síggja allar hesar prestarnar í ymsum messuskrúði, og tó allar kristnar, við síðuna av hvørjum øðrum, smílandi, í samfelag hvør við annan og har eingin skilnaður varð gjørdur millum teir, luttakandi í bønum og gudstænastuskipanunum, var greitt ein sigur fyri Harra okkara. Vit livdu og fingu eina kenslu av, hvussu einleiki vil koma at vera einaferð millum kristin, og vit góvu Guði heiðurin. Áðrenn talurnar og inngangir fingu vit allar prestarnar at stilla upp til at ganga í skrúðgongu. Tað var stórsligið. Summi hildu halgimyndum (ikon), onnur standmyndum av Heilaga Hjartanum og standmynd av Jomfrú Mariu; og í roynd og veru var Madonna'in borin av ein lutherskum presti, og hann var errin av tí. Onnur høvdu roykilsi ella stearinljós, griksk-ortodoksu prestarnir høvdu rósukrans um nakkan, sum høvdu verið býttir um við teirra krossar og Panayias við rósukransunum hjá teimum rómversk-katólsku prestunum, og tey marsjeraðu øll við einum byzantiskum sálmi og sungu Kyrie eleisson.

Talur vóru hildnar av prestum frá ymsum kirkjum um einleika. Teirra talur góvu afturljóð sum um tær komu frá eini og somu rødd og einum sinni. Gjøgnum teirra talur sansaðu vit tað stóra ynski um, at vit øll vóru eitt. Harumframt var ein hjartanemandi løta, tá fleiri prestar frá ymsum kirkjum vóru á pallinum, og ein av rómversk-katólsku prestunum fall á knæ og fór runt og kysti føturnar á øllum hinum prestunum og bað um fyrigeving. Við hesum spontana eyðmjúka gerningi, fór ein koptiskur prestur, ið varð so rørdur at tárini runnu, og gjørdi tað sama, og kreyp niður at kyssa føturnar hjá brøðrum hansara í Kristusi Vit sóu og eygleiddu tostan eftir einleika hjá leikfólkinum og prestaskapinum. Men vit merktu samstundis eisini tey stóru sár, sum okkara skilnaður hevur volda Loyndarfulla Likami Kristusar, og hetta er orsøkin til, at vit vórðu so glað og troysta av at uppliva hesar reinmeintu gerningar í eyðmýkt og sátt. Hevði tað verið eitt alment møti, og høvdu vit verið umboð kirkjunnar og høvdu vit haft vald og myndugleika, høvdu vit framt einleika beint har og tá og kunngjørt tað fyri heiminum.

Meirilutin av okkum er troyttur av hesum skilnaði, tí hann er ikki í samsvar við okkara kærleikslóg. Kristus er enn meira troyttur av at síggja okkum sundurskild. Gleðisrómurin og fagnaðurin frá øllum hesum tjóðum, sum vóru sum leinkja saman í eini áheitan um ein fullkomnan einleika millum kristin, avdúkaði, at hesum skilnaðurin ikki bert er ein synd men eisini ein brotsgerð. Tó sigi eg tykkum, at tann størsta brotsgerðin av øllum er at hava dagfestingina av páskadøgunum sundurskildar. Hvussu gott verður tað ikki, tá vit øll ein dag saman kunnu skera í róp: "Christos Anesti" við einari rødd. Vit siga øll: "Verði vilji tín í himni, so á jørð..."; íðan, hvat heldur umboðunum í kirkjuni aftur í at gera vilja Guðs og kunngera teirra sáttargerð, um leikfólkið og prestarnir kring heimin liva í einleika? Einleiki byrjaði í gjár... vit sóu tað... vit upplivdu hann... vit gleddust í honum, og vit ynskja einleika líka nógv sum Heilagi Andin ynskir hann. Jesus Kristus sameindu okkum í sínum blóði, so hvussu kann ein kasta aftur henda einleika? "Hann er friðurin okkara millum, og hevur gjørt heidningin og jødan til eitt, og breyt niður forðingina, sum hevði gjørt skilnað teirra millum, hann hevur í egnum persóni beint fyri fíggindskapinum, sum var íkomin av reglum og fyriskipanum í Lógini." (Ef. 2, 14-15). Hvussu kunnu vit siga "nei" til Guð, um Hann vil hava okkum at sameinast? Kundi tað verið tí hjørtu okkara eru harðnað? Hava vit gloymt orð pávans, tá hann segði: "Tey viðurskifti, ið sameina okkum, eru nógv sterkari enn tey, ið skilja okkum"? Vit áttu tí at taka hesi viðurskifti og nýta tey til at javna vegin til fullkomnan einleika.

Náðin vit fingu í teimum døgunum í Heilaga Landinum var overstór. Ein griksk-ortodoksur "archimandrite" frá patriarkatinum í Jerusalem, sum hevði hoyrt, at vit vóru har, kallaði saman øll 450 fólkini og bjóðaði okkum øllum til heilagu Grøvkirkjuna, og ein annan dag til fjallið Tabor at vera hjástødd í gudstænastuskipanunum, og eisini at eta og drekka tær frammanundan halgaðu gávurnar (Jesu likam og blóð) um vit ynsktu tað og trúðu á ta heilagu nærveru Jesusar í kvøldmáltíðarsakramentinum.

Tað vóru so nógvar gleðisstundir at síggja ortodoks, lutheranar, katolikkar, anglikanarar, baptistar osv. biðja rósukransin saman, øll nær at hvørjum øðrum og ikki innhugsin, tí henda bøn sigst bert at verða biðin av rómverskum katolikkum. Tvørturímóti, vit gjørdu ongan skilnað. Rósukransbønin knýtti okkum saman, og enn meira gjørdi hetta seg galdandi fyri tað Vælsignaða Sakramentið (Jesu likam og blóð), sum varð stilla út til tilbiðjan, tí framman fyri Harranum fullu vit á knæ og kendu í hesum einleika, at vit av sonnum vóru synir og døtur hjá tí Hægsta, tí øll vórðu leidd av Andanum. (Róm. 8,14), og sum børn sum hoyra til somu familju, saman, við liðina av hvørjum øðrum, vóru vit eitt og ikki ein móti øðrum, tí skilnaðar-andin var ikki longur millum okkara. Í hesum løtum fataðu vit, at vit livdu av náði og ikki av lóg. (Róm. 6,14). Okkara hjørtu vórðu knýtt at hvørjum øðrum, og í Kristi nærveru kendu vit okkum av sonnum sameind í Andanum og kærleika Guðs. Ja, í roynd og veru høvdu vit eittans sinni og eittans hjarta øll sameind í Kristi Hjarta. Seinni søgdu allir prestarnir, at tá teir fara heimaftur, vilja teir halda á við at fremja henda andaliga einleika og vilja vitna fyri brøðrum sínum tað, teir høvdu livað og sæð, so at eisini tey kunnu gleðast í einum Harra.

Av tí sum vit høvdu fingið við gjøgnum okkara pílagrímsferð móti einleika í heilaga landinum, kendu vit, at bønir vóru sterkari enn okkara røður og samrøður, tí fyrsta vit opnaðu munnin at biðja saman, vóru okkara bønir longu hoyrdar og svaraðar. Júst sum tá pávin afturi í oktober 1986 bjóðaði til Assisi umboðum fyri teir stóru heimsátrúnaðirnar fyri at biðja fyri friði, lið um lið, skuldu vit fylgt tí linjuni og virka fyri nógv fleiri av hesum møtum við millum-átrúnaðarligum samrøðum í framtíðini.

Og endiliga, eftir henda inngang fari eg til mítt fyrsta evni, sum er um "metanoia".

Guð’s kall til eina djúpa "metanoia", frukt av lítillæti, sum førir okkum til sáttargerð og einleika

Vit, fólkið í ymsu kirkjunum, mugu skilja, at vit liva í einari støðugari synd, syndin at vera sundurskild. "Hvørt kongaríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við." (Matt. 12,25). Sjálvt um hesin skilnaður ikki er komin beinleiðis frá okkum, men frá okkara forfedrum, halda vit honum støðugt á lívi, so leingi vit verða verandi sundurskild. Vit kunnu ikki siga, at Guð er nøgdur, tá hirðarnir framvegis eru skildir sundur. Vit kunnu ikki lata okkum lynda at tosa um einleika, uttan at fara gjøgnum eina "metanoia" og seta í verk tey tvey størstu boðini hjá Guði. Tað vil vera, sum um vit ynsktu at byggja eini hús uttan fyrst at leggja grundina. Grundin undir einleika má vera lítillæti og guddómligur kærleiki og umvending av okkara hjørtum. Tí hvussu kundu vit trúgva, at vit kundu røkka einleika, um vit ikki iðra okkum og liva í fullkomuleika tey tvey størstu boðini, ið eru grundað á lóg kærleikans? Sáð einleikans vildu tá støðugt verðið sádd í turrlendi og ófruktbara jørð, og eingi frækorn vildu spretta í slíkum turki, sum umboðar harðleikan í hjørtum okkara. Vit hava fyri neyðini at sessast og spyrja okkum sjálvi: "hugsa vit um einleika eftir okkara egna tykki, og er hetta kanska orsøkin til, at vit enn eru sundurlimað, ella leita vit til einleika, so sum Andi Guðs ynskir tað, men vit samtykkja tó ikki?"

Hetta er orsøkin til, við guðsótta í huganum vitandi at Guð veit hvørji vit veruliga eru, at ein sonn "metanoia" er fyrsta og týdningarmesta stigið, sum er neyðugt fyri at geva okkum tað neyðturviliga ljósið at leiða okkum øll til ein andaligan einleika. Henda "metanoia", sum er ein áneyðug fyritreyt, er ein kraftmikil máttur í sjálvum sær, sum vil umbroyta okkum og vil verða fruktagóð. So lat okkum vera rík í fátækt, júst sum presturin sum fall á knæ, græt og kysti føturnar á sínum brøðrum, ið hoyrdu til hinar kirkjurnar og bað um fyrigeving, lat okkum á sama hátt iðra okkum í lítilæti.

Vit mugu bróta niður gomlu múrsteinarnar inni í hjørtum okkara, múrsteinar av illstøðulyndi, stoltleika, manglandi fyrigeving, falsi, skilnaði, manglandi kærleika, og endurskapa Kristi kirkju í hjørtum okkara við at viðurkenna hvønn annan í hjørtum okkara, og loyva Guði at verða meira í okkum fyri at geva okkum Sín frið. Ein "kenosis" givin til Guðs frá einari djúpari "metanoia" má henda, soleiðis at Guð vil fylla okkum í yvirflóð við Sær sjálvum, og síðani vilja vit verða "eitt hugnaligt offur, halgað av Heilagum Anda." (Róm. 15,16). Sum vit vita, gevur Guð Seg sjálvan uttan íhald til okkara fyri at halda sál okkara á lívi, men aftan á okkara "metanoia" vil Guð vísa Seg sjálvan fyri okkum í kraft og náði, har han vil geva til kennar ynskir Hjarta Síns, og vísa okkum hvussu lykilin til einleika skal nýtast. Ein "metanoia" vil ikki bert leiða okkum til eina umvending av hjartanum, men ein fullkomin umbroyting vil fara fram, tí "metanoia" er portrið, sum førir sálir frá myrkri til ljós. Tískil, til henda dag, kunnu vit ikki siga, at vit ganga í ljósinum, tí vit enn eru í ósemju, og syndra í nógvar partar; um vit ikki hava trinið inn í ljósið, hvussu skulu vit tá síggja Guðs guddómliga vilja taka seg fram til einleika og vita á hvønn hátt hann ynskir henda framdan? Hvussu skulu vit føla okkum fram og hvar vit ganga, um vit enn eru í myrkrinum? Um vit ikki gera skjótt av, vil tann anandi eldslogin, sum enn er í okkum, verða sløktur. Vit mugu skunda okkum og leggja allar fordómar til síðis, og í staðin tappa olju úr goymslunum av lítillæti og kærleika fyri at upplívga henda kámandi eldsloga til ein livandi kyndil.

Men síðani má hvør einstøk kirkja vera viljug til at doyggja í sínum ego og sínum stívleika, og tá, gjøgnum henda gerning í lítillæti, vil Kristusar nærvera skína í teimum. Hvør einstøk kirkja má fara gjøgnum eina áhaldandi iðran og halda seg at Kristusi og sameina seg í Hansara kærleika til mannaættina. Við hesum gerningi í eyðmýkt vil fortíð og nútíð hjá kirkjunum verða vaskað rein, og einleiki vil verða fullgjørdur. Fyrst ið vit tosa spakuligari, vilja vit byrja at hoyra rødd Kristusar. Einans tá vit drýpa høvur, vilja vit loyva høvur Kristusar at koma til sjóndar og ikki okkara, bert tá vit vilja eyðmýkja okkum fullkomuliga, vil Kristus verða førur fyri at upplyfta okkum til at síggja dýrd Hansara. Skrivað stendur: "Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, tá skal hann upphevja tykkum." (Ják. 4,10). Tástaðni, og bert tá, vilja vit verða før fyri at kenna Guð's guddómliga vilja, tí Hann vil sýna Sína megi eftir at hava ført okkum til einkisleika, og Hansara heilaga nærvera vil floyma gjøgnum oyðimørkina í sál okkara sum ein áarstreymur og grøða okkum. Og so, tá okkara heilsa er vorðin grødd, vil sál okkara forða okkum í at fella aftur og drekka í seg eituri, sum vit drukku í okkara syndarliga skilnaði. Vit vilja tá einans hava ein longsil, og tað er at tosta eftir tí reinu lívgevandi vætuni. Harafturat vil henda reina og gjøgnumskygda vætan ikki bert grøða okkum, men vit vilja eisini flóta yvir í miskunnsemi og kærleika. Og soleiðis at hava givið Heilaga Andanum frítt at fara í okkum, vil Hann lættliga gera innrás í okkum og við Sínum gávumildni eisini lata okkum fáa Sítt ljós, og geva okkum eina fullkomna umskapan, har Hann umbroytir okkum til ein himmal.

Harrin loyvdi mær einaferð at hoyra Hann siga hesi orð: "Um tú loyvir Mínum Heilaga Anda at gera innrás í teg, kann Hann umbroyta tína sál frá eini oyðimørk til ein aldingarð, har Eg kann hvíla Meg í tær. Heilagi Andin kan umbroyta tína sál til ein kongsgarð, har eg kan vera kongur og ráða yvir tær. Heilagi Andin kan umskapa tína sál til ein himmal, har tú í hesum himni vil lovprísa Mær." Fyri at røkka einleika mugu vit fara gjøgnum ein umbroyting, og so leingi vit ikki hava nátt hesum, at vera saman um eittans kalik um eittans altar, er hetta prógv um, at henda umbroyting enn ikki er hend innaní okkum, við tað at vit enn eru syndrað í nógvar partar. So lat okkum tí fara gjøgnum eina "metanoia" fyri at loyva hesi umbroyting at verða gjøgnumførd av Heilaga Andanum. Uttan hesa umbroyting vilja vit ikki vera før fyri at rudda slóð inn í djúbdir Guðs fyri at kunna síggja Guð og skilja Hann. Henda sjón av Guddóminum vil uttan iva draga hjørtu okkara til at gerast eitt. Í sannroyndini av sjónini av Guði vil sál okkara eisini fata, hvussu nógv vit hava sært Hann í okkara skilnaði. Hetta vil vera sum ein reinsanargerningur ella ein minni dómur, men byrjanin av okkara nýggja lívi í Kristusi.

Í hesi umbroyting vilja vit finna, at sjálvt um vit verða verandi millum menniskju, vil okkara sinni vera í himni; og sjálvt um okkara likam vil ganga millum mennisku, okkara sál og sinni, hugfanga í tí guddómliga Viljanum og fylt við hátignini av ljósi Guðs, vil vera sum hjá eingli, ið gongur í borgum himmalsins millum halgimenni og einglar, og gerast ein andi við tann Guddómliga. Tá vilja bønirnar í "Faðir Vár" vera fullgjørdar, tí kongadømi Hansara vil vera komið, og vilji Hansara vil vera vorðin á jørð sum í himni. Frá tí av, vilja øll verk okkara vera fullkomin og útint uttan lýti, av tí at tey vilja vera guddómlig og samsvarandi sinni Guðs. Vit hava lært, at okkara sinni ongantíð kann hevja seg til himmals av sínum eintingum, men at tað er Guð aleina, sum kann lyfta tað til himmals og við stórari gleði geva Síni loyndarmál til kennar. Høvdu vit svarað umbøn Kristusar um at "vit mega vera eitt" ella høvdu vit svarað kalli Hansara við at vera lýðin móti kallinum, vildu vit í dag verið saman um kalik Hansara um eittans altar, og vit vildu sagt: "Eg spáki við Guð og ráði við Honum nú."

Kirkjuni tørvar at verða løgd saman, og einleiki er einasta vón um samanlegging av kirkjuni. Sum nú er, missir kirkjan sín bjartleika í sínum veikleika í somikið stóran mun, at hon enn ikki kann koma á føtur og heinta av sær sjálvum oljuna og ta grøðandi salvuna frá Lívsins Keldu, sum er Heilagi Andin. Í sínum ótta fyri at missa sínar dýrgripir, men serliga sín samleika (identitet), og eg vildi sagt serliga okkara ortodoksa kirkja, sum ikki bert lúkar fyri vindeyguni, men eisini tryggjar sær at hurðarnar eru væl læstar, og ikki gevur sær far um, at innan gerst hýggiskotið. Av hennara ótta forðar hon náðini at streyma inn, náðin sum kann leiða hana óttaleysa til sátt og einleika. Tann, sum handlar í ótta og lokar vindeygu og læsir hurðar, er vanliga bangin fyri stuldri av sínum virðislutum. Men tað er ikki bert tann ortodoksa kirkjan; eisini hinar kirkjurnar hátta sær soleiðis. Hví eru tær óttafullar og avbyrgja seg sjálvar? Hví avbyrgja summar framvegis teirra hurðar? Hevur Kristus ikki sameint heidningar og jødar og fingið tey at tilbiðja Kristus í felag? Hevur Kristus ikki skrætt í tvíningar forhangið, sum skilti Guð og menniskja, og sátt skapningin og skaparan? Hevur Kristus ikki lagt portur helvitis í oyði og fría andarnar? So hvat kundi Kristus hava gjørt meira, sum hann ikki hevur gjørt? Hví, til henda dag, avbyrgja kirkjurnar seg og byggja múrar fyri at vera verandi í hesum skilnaði? Um tær bert vildu lagt til síðis teirra ótta, stívleika og illgruna, vildu vit í dag ikki bert tosa um einleika, tí vit vildu tá longu hátíðarhildið heilaga kvøldmáltíðarsakramentið um eittans altar.

Um kirkjurnar eru førar fyri at vinna á teimum negativu forðingunum, sum skilja tær, forðingar, sum sambært bíbliuni eru ímóti fullgerðini av einleika trúarinnar, kærleikans og tilbiðjanini millum okkum, vil Kristus vera trúgvur móti lyfti Sínum um at veita eitt tíðarskeið av friði í øllum heiminum. Hesin friðurin vil draga at sær hvønn skapning til Loyndarfulla Likam Kristusar og uppfylla orð Hansara, sum vórðu givin okkum í bøn Hansara til Faðirin, tá Hann segði: "at tey øll mega vera eitt í Okkum, sum Tú ert í Mær og Eg eri í Tær, til tess at heimurin skal trúgva, at Tú hevur sent Meg." (Jóh. 17,21). Henda forbøn Kristusar til Faðirin fyri okkum at vera somikið sameind leggur greitt dent á, at øll skapanin verður ávirkað mótvegis einum andaligum einleika og ikki einum einleika gjøgnum ein undirskrivaðan sáttmála. Men ein slíkur andaligur einleiki, har øll skapanin verður ávirkað, kann ikki gerast uttan at Andi Guðs útger mannaættina við Síni kraft. Heilagi Andin má síðani vekja upp nýggjar ápostlar at fara og trúboða heimin og draga trúgv heimsins at Kristusi. Tá hugsað verður um verandi skilnaðin vildi eg sagt, at kirkjan hevur víst sín veikleika í so máta.

Tó so, hóast okkara neyðarstøðu, vil Heilagi Andin ikki steðga á orsakað av okkara menniskjansligu mistøkum, ærutrá og okkara evnaloysi í at eyðmýkja okkum og sáttast fyri at náa einleika. Kristusar kærleiki til mannaættina noyðir Hann í okkara døgum til at boyggja seg niður frá hæddunum allan vegin til okkara við Sínum dýrabara blóði fyri at hylja hesar ófullkomuleikar. Heilagi Andin kennir okkara veikleikar og mistøk, so ein kann ikki siga, at Heilagi Andin steðgaði á at hella út av Síni náði; Hann er har úti, og ger somikið nógv um Seg, at til endans vilja sjálvt tey deyvu, sum avbyrgdu seg, hoyra Hann og umsíðir lata teirra hjartadyr upp; og tey, ið vóru deyð, vilja koma til lívs aftur. Frá ikki at hava verið til, vilja tey enn einaferð vera til.    

Ein av náðigávunum Heilagi Andin gevur okkum í okkara tíð er nýggjar ápostlar, sum eru fyrireikaðir av Guði til at oysa út av varrum teirra orð Guðs, sum hesi endurgeva. Men um okkara sinn og hjørtu ikki løtt gerast rørd og hoyra tey, er tað kanska tí, at vit eru vorðin ov teknisk og, tíverri, ov rationalistisk. Í hesum tekniska umhvørvi er Kristusar miskunnsemi misprýtt og somuleiðis tað einfalda í einum andanligum lívi í Guði. Hetta er orsøkin til, at tað er týdningarmikið at serliga tann ortodoksa kirkjan, men eisini hinar kirkjurnar, geva Heilaga Andanum frítt at fara til at blása í tey ein uppreisnar andadrátt. Í hesi uppreisn vilja tey reisa seg og skilja, at trúboðan er neyðug fyri at sátta heimin, sum er so fremmandur fyri Guði. Trúboðan av einum avkristnaðum samfelagi er eisini ein háttur at loyva fólki av øllum ættarsløgum og trúarjáttanum at venda aftur til Guðs og byrja at leita eftir andliti Guðs. Hetta hevði verið til bata fyri ein og hvønn skapning á jørðini, og eftir soleiðis at hava givið seg yvir til Guð, vil Heilagi Andin gera rest og rudda allar tær forðingar av vegnum, sum forða gongdini móti einum fullkomnum andaligum einleika.

Guð biður okkum um, at vit broyta okkum innanífrá. Summi fara at siga: "Men vit hava altíð hildið lóg kirkjunnar og verið lýðin móti henni...". Tað er ikki nóg mikið at halda lóg kirkjunnar og vera lýðin mótvegis henni. Okkara stívleiki fordømir okkum. Oftani tosa vit um lógina, men vit bera hana ikki í hjørtum okkara. Hjarta lógarinnar er kærleiki; men mangan liva vit eftir bókstavi lógarinnar, men forsøma at liva eftir hjarta lógarinnar. Vit misrøkja tíðum týdningarmiklu partarnar í lógini, sum eru kærleiki, miskunnsemi og góðtrúni.

Vit áttu at verið fús at biðja meira saman, tí bønir verða hoyrdar og svaraðar, meðan samrøður eru bert tala orð og forskriftir. Hetta merkir ikki, at vit skulu umganga okkara ráðstevnur og orðaskifti, sum eg nevndi fyrr, als ikki. Men hvat er týdningarmiklari fyri okkum, bókstavurin ella Andin? Um vit siga bókstavurin, vilja vit virka sum fyrisitarar, tá vit havast við viðurskifti Guðs, og vit vilja ikki verða rættvísgjørd, ei heldur vilja vit vinna nakað, tí tað vil vera sum at siga til Andan: "Eg eri ikki eitt barn longur, og eg kann ganga sjálvur." Bókstavurin vil soleiðis drepa Andan, og vit vilja verða sannir fyrisitarar við einans pappírsarbeiði og koma at fara frá hvørjum møti við tómum hjørtum.

So hvat hevur størri týdning, lógin ella Andin? Um vit siga lógin, døma vit longu brøður okkara, sum sita hjá okkum og hoyra til aðra kirkju, meðan hann longu vil døma okkum, og vit vilja hoyra frá hvørjum einstøkum av okkum: "Vit eru í tí fulla sannleikanum og vit eru tey, sum hava rætt." Og aftur vilja vit syndra Kristus og aftur vilja vit einki vinna. Um vit byrja við lærusetningum og tess innihaldi, vilja vit aftur enda við at kanska verða vorðin enn meira sundurskild og syndrað, og ongantíð koma til tað týdningarmikla. Eg meini ikki við hesum, at vit skulu gera okkum inn á læruna, tí læran er tilvera kirkjunnar. Men, um vit loyva Heilaga Andanum at leiða okkum, heldur enn at vit leiða Heilaga Andan, vil Andin fáa bókstavin og lógina at livna uppaftur, og Hann vil vísa okkum ta sonnu læruna, at Jesus Kristus er einasta virkandi grundregla í okkum, hóast ymiskleikar í orðavali í okkara trúarlæru. Fyri henda gerning í vælgerð hava vit tørv á inniligari fátækt í andanum og yvirflóð av hásinni. Lat okkara samrøður um trúarlæru tí byrja við Heilaga Andanum. Lat Hann verða tann, sum tekur okkum í hondina og leiðir okkum fyri at vísa okkum í hjørtum okkara, at kjarnin í trúarlæru eigur at vera bygdur á kærleika, offur, endurloysing og heilhugað sáttsemi.

Okkara skilnaðar-synd

Um vit eru vorðin sundurskild og rivin sundur, er hetta orsakað av okkara ótollyndi mótvegis hvørjum øðrum og okkara stoltleikans anda. Vit hava rikið burtur tað serstaka tekin trúarinnar, sum er guddómligur kærleiki, so sum Kristus segði um dygd kærleikans: "Við hesum skulu øll menniskju vita, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan." Tó tvingar kærleiki Kristusar Hann til at nýta Sítt markleysa miskunnsemi mótvegis okkara skilnaði, hesum skilnaði sum førdi við sær hetta andloysi og henda hjartans harðleika, oyðileggjandi fyri kirkjuna og berandi við sær eitt alment fráfall í kristna heiminum. Heimurin hevur nú, fráfallin sum hann er, einki rúm fyri Guði, av tí at hann er upptikin við einum slagi av sjálv-realisering. Heimurin í dag noktar at geva Guði heiðurin, og vit liva í eini tíð, tá alt tað góða verður umgjørt til tað ónda. Tey kristnu verða uttan íhald vorðin avkristnaði orsakað av okkara skilnaði, antin tað, ella villast tey støðugt. Hygg tykkum íkring og síggi: ein partur av kirkjuni er vorðin blindur vegna teirra rationalistiska hugsunarhátt. So leingi tey leita sær ráð hjá teirra egna anda, vilja tey blíva við at ganga í myrkri. Tey vilja halda áfram við at kunngera teirra egnu lógir heldur enn lógir Guðs. Tey vilja royna at broyta siðvenju kirkjunnar til menniskjansligt hóvasták og eftirlíkningar, uttan tann sannleika sum er í Kristusi. Vit mugu biðja fyri teimum kristnu, sum lættliga máa undan guddómleika Kristusar við at ræna frá kirkjuni ikki bert halgimyndir, standmyndir og virðislutir, men eisini sannleikan um veruligu nærveru Kristusar í kvøldmáltíðarsakramentinum. Um tey kunngera Kristus sum kong og dýrmætan, ásanna mátt Hansara, kunngera Hansara øgiligu megi, lovprísa Honum, viðurkenna Hansara alvald og Hansara veldugu undur, eiga vit at spyrja tey, hví Kristus verður teimum ein snávingarsteinur, tá tað kemur til at meta um guddómligu dýrd Hansara í nærveru Hansara í kvøldmáltíðarsakramentinum? Uttan so at tey hyggja at Hansara guddómleika við andaligum eygum, vilja tey framhaldandi vera sum ein svøvntungur maður, sum ongantíð skilir nakað, tú sigur við hann.

Harrin loyvdi mær at hoyra frá Honum hesi orð: "Eg eri Hægsti Høvuðspresturin yvir øllum mínum húsi, hesum húsi sum menniskju miskunnarleyst hava syndrað í teirra manglandi kærleika; og hvussu skal Eg halda á við at síggja hús mítt verða skilt sundur og í slíkum uppreistri og ikki leggja uppí? Mítt kvøldmáltíðarsakramenti verður givið minni og minni gætur. Mátti hvørt ættarslag vita, at Mítt Likam og Blóð kemur frá móðir Míni; Mítt Likam kemur frá tí mest Heilagu Jomfrú, frá óspiltum blóði..."

Tað at látast sum um og koma við tómum orðum hevur ongantíð lumpa Kristus, men hvørja ferð vit fáa í lag ein sínámillum kærleika, sum leiddi okkum til frið og virðing hvør fyri øðrum, gleddist Andi Hansara. Hvussu kunnu vit í dag vænta Anda Hansara at gleðast, tá páskirnar fara framvið á hvørjum ári, uttan at semja er fingin í lag um dagfestingina av páskadøgunum, og at enn verða páskirnar ikki hildnar í einleika, uttan so at tað vil henda tilvildarliga, so sum tað hendi í ár? Hvussu kann Andin frøast, tá limirnir í Hansara Loyndarfulla Likamið enn eru spjaddir íkring líka sum tey turru beinini í sjónini hjá Ezekiel. Skammleyst gera vit uppreistur móti Guði og øllum veldi himmalsins. Óttaleys bróta vit Hansara kærleikans lóg framman fyri hásæti Hansara. Bíblian sigur: "Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd." (Ják. 4,17). Bíblian lýgur ikki og kann ikki havnast.

Hvussu kunnu vit harumframt vænta kirkjuna at vera trúverduga framman fyri eygum heimsins, tá hon prædikar frið, kærleika, einleika, brøðraskap og sátt mótvegis londum, sum slátra sítt fólk, tá vit, samstundis, í egnu miðju okkara, slátra Likam Krisusar við í tíð og ótíð at blaka eitraðar ørvar hvør móti øðrum? Vit, kongaliga húsarhald Kristusar, hava umbýtt okkara æru fyri vanæru. Guð kallar okkum øll og býður okkum øllum at vera eitt, til tess at heimurin skal trúgva.(Jóh. 17,21). So bert um kirkjan verður grødd við at sameinast og endurvinna styrki sína, vil hon verða før fyri at vinna á øllum myrkursins maktum, sum myrkti heimin, og á valdinum hjá tí ónda, sum heldur okkum spjødd.

Leiklutur Heilaga Andans í at leiða okkum til ein andaligan einleika

Tað er aleina náði Heilaga Andans, sum við miklari ferð kann flyta kirkjuna til einleika og basa okkara ótta fyri at ganga frameftir. Heilagi Andin er har fyri at brenna í grund alt tað, sum heldur okkum atskild og seinkar okkum í at sameinast. Tann óndi er sjálvsagt greiður yvir hetta og heldur á at loypa øsing í, har vanliga eingin øsing er, og forðar álvarliga gerningi kirkjunnar og tarnar einleika. Hetta er orsøkin til, at eg haldi tað vera týdningarmikið at geva seg yvir til Heilaga Andan og geva sær meira far um tær náðigávur, sum Hann veitir kirkjuni. Vit mugu steðga við at køva eld Heilaga Andans, sum kann fáa tað at klárna innanhýsis í kirkjuni. Tískil ræður um at lata okkum sjálvi verða leidd av náði og ikki av ótta. Lat Heilaga Andan vera sum ein Parousia innan í kirkjuni.

Likam Kristusar, kirkjan, sum vit vita, veksur altíð gjøgnum Heilaga Andan og vil halda á at vaksa til síðsta dag, tí Kristus er kletturin, byggimeistari kirkjunnar, eins væl og hirði hjá fólki Sínum. Kristus er hægsti høvuðspresturin yvir øllum húsi Sínum, hesum húsi sum menniskju miskunnarleyst hava syndrað í teirra manglandi kærleika. Tann fagurleiki og dýrd, og tann fruktin, sum hon einaferð í fyrstani gav, er nú dottin niður sum rotin frukt. Um hetta ikki er so, hvar eru tann ápostolska kirkjan í síni ídni til at vitna fyri Kristusi, til at leggja seg sjálva á altari av pínsluváttum, til at eyðmýkja seg sjálva á vanvirðanna og pínslunnar stríðsvølli heldur enn at avnokta Kristus? Hvar er tað trúarinnar ágrýtni lærusveinanna og brennandi hugurin til heimsumfatandi trúboðan? Áh Kristus, hvussu nógv meira má ikki Títt dýrdarfulla Likam verða gjøgnumborað, spjótstungið og sunderpettað, áðrenn vit fata, at vit kanska hava sundurskilt Títt Likam sum amboð hjá "spjaðaranum" sjálvum. Vi hava gjørt hetta óvilja og óvitandi. Hjálp okkum at finna og varðveita ta so heilagu leivdina, sum kallast Tín kirkja. Hjálp okkum at seta hana saman aftur. Ein kirkjunnar einleiki ásettur til at bera Tína Næstu Komu sum eina heimsumfatandi opinbering.      

Hóast vit vita, at tað er ein verufrøðilig (ontologisk) avgrund millum Heilaga Andan og okkum, kann hon verða tikin burtur av Heilaga Andanum, og Hann kann røkka okkum fyri at vísa okkum, at tann veruligi kristni er tann, sum innvortis er ein kristin, og at tann veruligi andaligi einleikin er og vil vera í hjartanum. Einleiki vil ikki koma í bókstavinum, men í Andanum.

Ja sannliga, líkamikið hvussu nógv vit vænta okkum frá kirkjuni, líkamikið hvussu vit líta at hennara ósigrum eins og sigrum, líkamikið krossi einleikans, sum vit leggja á hennara herðar, tí at enda vita vit av royndum, at hesin krossurin vil verða borin av teimum hjartareinu. Um vit nú skulu taka eina avgerð fyri einleika, mugu vit opna hjørtu okkara og taka ímóti teimum sálum, sum eru gávaðar við Heilaga Andanum. Tá ið vit loksins vilja líta á tey í andanum fátæku, sum eru viljug at bera kross einleikans á herðum teirra, vilja vit hava ein púra opna mørk, har vit kundu byrja at sáa sáðini hjá einum sonnum kristnum einleika, sum vil umvenda heimin og geva honum ein angandi dám. Kirkjurnar skuldu loyvt Heilaga Andanum, sum er innara keldan til kristnan einleika, fyrst at endurnýggja tey og geva teimum ein angandi dám, síðani vilja tey so aftur geva henda angandi dám til tjóð eftir tjóð og føra tær allar til at verða eitt í Sannleikanum, og soleiðis geva Loyndarfulla Likami Kristusar henda angandi dám. Sostatt áttu kirkjurnar, serliga okkara ortodoksa kirkja, at verið varnar ikki at køva Andan og forfylgja tær ymsu gávurnar, sum Hann lutar til frama fyri kirkjuna, men heldur loyva eldsloga Hansara at reinsa og upplívga kirkjuna innanveggja, fyri at hon skal taka seg fram at andaligum einleika.

Heilagi Andi kallar eisini brúður sína til einleika og sigur:

"Biðið, at Eg, tann ósvitandi fylling Guðs, útsøgn anda tíns, ljósið í eygum tínum, stígið niður tykkara millum at vísa heiminum, hvussu skeivur hann fór, at vísa kirkjunum misgerð teirra vegna teirra spjaðing og teirra miskunnarloysi hvør móti øðrum, hóast tær kunngera dagliga, at tað er ein Harri, ein trúgv, ein dópur og ein Guð, sum er Faðir at øllum, yvir øllum, gjøgnum øll og innaní øllum. Vit kunnu ikki siga: "Tit hava gjørt alt fyri at varðveita einleikan Eg gav tykkum í byrjanini, tá tú enn var eitt barn og í ørmum Mínum. Í dag sigur tú: "Eg eri ikki longur eitt barn, og eg kann ganga sjálvur." Og síðani tá fórt tú úr føvningi Mínum og vandi teg til at ganga tín egna veg... O barn Faðirsins! Frukt Sonarins! Mín staður og Mín brúður! Tín angandi dámur hvarv ... verða tað nøkur, ið koma at liva eftir, tá Eg vil stíga niður við fullari styrki?" (9.11.94 Satt lív í Guði).

Eg haldi eisini at tíðin er komin, har vit steðga við at skapa nýggjar Gethsemane'ir fyri Harra okkara. Lat okkum í staðin leggja kransar av kærleika á høvur Harra okkara. Eg vil enda við at siga, at einleiki vil einans koma, tá vit øll av sonnum vilja byrja at elska Jesus Kristus.  


aftur til heimasíðu