Satt Lív í Guði

 

EIN SAMRØÐA VIÐ VASSULU

Fr. René Laurentin
Limur í pávaliga Marianska fróðskaparsetrinum
Limur í tí franska felagsskapinum til frama fyri Marianskari gransking

 

Tilvildarliga søgdu nøkur fólk mær frá um Vassulu Rydén, ein ortodoksur mystikari, sum býr í Sveis. Hon er gift og er mamma at tveimum børnum. Tey søgdu mær, at tað at hava verið komin í samband við hana og at hava lisið hennara boðskap, hevði broytt teirra lív. Hesar fruktir undraðu meg.

Eg tosaði við Patrick Laubier, sum býr í Genéve í Sveis, um hana. Hann fór at vitja hana. Eftir tað fór hann eina viku í einsemi fyri at lesa hennara skriftir. Stutt eftir, nú sannførdur, kom hann - saman við henni - til mín í Evry tann 26. august 1989. Eg setti henni nakrar spurningar. Hon svaraði væl umhugsað, samanhangandi og á ein nøktandi hátt.
 

Skynsemisins smali vegur

Eg kenni meg ikki at vera nóg væl egnaðan til at greina hesar boðskapir. Eg havi bert roynt at seta góðar spurningar og ærliga skriva svarini niður. Lesarin má sjálvur døma.

Eg gjørdi hesa kanning, sum ein - millum fleiri onnur - ið undrast og er ovfarin og blendaður av stóru økingini av sjónum, andaligum samskifti og óvanligum náðigávum, sum henda í okkara tíð. Fyri sjey árum síðani kendi eg ongan virkandi síggjara. Í dag kenni eg fleiri. Eg kendi ongan stigmatikara. Í dag kenni eg fleiri (Vassula er ikki ein av teimum). Eg seti mær sjálvum tann brennandi spurningin: Hvat merkir henda stóra øking: er tað skreytlýsing ella ein úthelling av náði? Intelligentsia’in í Kirkjuni hellur til at halda, at tann kritiska reaktiónin, tvs. tann negativa, altíð er tann besta. Men ein meting kann bert grundast á sannroyndir, ið ofta føra til eina positiva undran.

Vit mugu tí royna at verja okkum fyri teimum báðum snarunum, sum hótta, tá støða skal takast til evni: Einu megin eru menniskju, ið hava læst seg fyri náðini og sum jagstra Andan burtur. Hinumegin er ein skreytlýsing ("illuminism"), sum eftirgerð náðina og er tess keipumynd (karikatur).

Lat okkum tí sleppa okkum undan bæði eini smalari verðsliggerð og tí grammu pietismuni, sum víkja frá og bera ímóti mótsettum útmørkum. Tað sum veruliga er umráðandi (og ofta gloymt) er skynsemi. Hetta skuldi vanliga verði tað dagliga breyðið hjá hvørjum síggjara og einum hvørjum, sum kennir kall til at taka lut í náði síggjarans.
 

Hvør er Vassula?

Vassula Rydén, ið situr her framman fyri mær, er fødd tann 18. januar 1942 í Egyptalandi og foreldur hennara eru griksk; hon giftist við einum studenti, ið byrjaði at arbeiða innanfyri F.A.O. 1968. Frá tí degi fluttu tey vegna starvi hjá manni hennara frá landi til lands: 16 ár í Afrika (Siera Leone, Etiopien, Sudan, Mosambique, Lesoto) og síðan nøkur ár í Asiu, Bangladesj (mars 1984). Eitt nýtt starv hjá manninum førdi tey til Sveis (august 1987), har hon er betur før fyri at útbreiða sín boðskap.

Hennara ljósa norðurlendska útsjónd fær hana at líkjast sínum svenska manni. Men pápi hennara var eisini ljóshærdur, sjálvt um hann var grikki. Bæði foreldrini vóru griksk, næsta ættarlið búsett í Egyptalandi. Hennara framburður er stillførur og friðarligur, úrslitið av einum djúpum friði. Hon er afturhaldin, men uttan at vera smæðin. Hennara fullkomni sámi er fylgdur av einum stórum innara tryggleika.

Hon tekur ímóti boðskapunum á enskum, tað sum hon dugir best, men hon tosar eisini grikskt, franskt, sveisiskt og arabisk. Í langa tíð hevði hon bert áhuga í tí hægra verðsliga lagnum í samfelag-num. Hon vísti mótaklæði fram í høvuðsstaðnum í Bangladesj, hon var eisini ein gávaður listamálari. Samanumtikið hevði hon bert áhuga í verðsligum virksemi, nakað ið fyri henni nú bert hoyrir fortíðini til. Hon er framhaldandi atdráttarmikil á ein lítillætnan hátt. Í 30 ár setti hon ikki sín fót í nakra Kirkju (1955–85), uttan at tað var til ávís høvi, so sum til brúdleyp og jarðarferðir.

Og tó, sum barn, droymdi hon tveir dreymar, ið høvdu sterka ávirkan á hana. Tá ið hon var 10 ár, kom eitt kall til hennara frá Kristusi, meðan hon svav. Við eini kraft, ið hon ikki kundi standa ímóti, kallaði Hann á hana.

Árið eftir, tá hon var ellivu, sá hon í einum dreymi hennara andaliga brúdleyp við Jesus. Jomfrú Maria tók ímóti henni við opnum ørmum og fyrireikaði hennara brúðarstás og gjørdi fyrireikingarnar til brúdleypið. Hon var so rørd yvir hettar, at hon tosaði við mammu sína um tað, men tað broytti ikki hennara lív tá.

Í dag er hesin dreymurin aftur vorðin livandi og ein áminning um eitt uppfylt lyfti. Hon minnist, at Maria Magdalena eisini var til staðar til hennara andaliga brúdleyp. Men tað var bert ein dreymur, ið var farin framvið lívi hennara. Soleiðis varð tað, at hon fór burtur frá at vera virkin í síni trúgv, tikin við av tí alduni, ið tók so nógvar katolikkar við sær í tíðini aftaná Kirkjufundin. Hon hevði ikki verið so mikið sum 10 ferðir í Kirkju, frá tí hon var barn.

Einfeldi í hennara medferð er eitt gott tekin. Hennara slætta, ljósa hár um hennara andlit sæst aftur í teimum klassisku málningunum av Kristusi. Hennara heim er reint og ruddiligt, nakað sum eg eisini havi lagt til merkis í heiminum hjá øðrum síggjarum, ið sameina bøn við vit og skil, kærleika til Guð og familjuna. Tey, ið hava vitja heim hennara, hava ásannað hettar fult út.

Laurentin: Men maður tín, hvussu hevur hann tikið ímóti tínum nýggja lívi í bøn?

Vassula: Hann góðtekur tað, men hann tekur ikki lut í tí. Tað ger mín yngri sonur (hon hevur tveir synir, Jan, sum er átjan, og Fabian, sum er trettan). Yngsti sonurin stuðlar og forsvarar meg í øllum trupulleikum.

L.      Hevði tú nakað andaligt samskifti, tá ið tú komst til Bangladesj? Vart tú virkin í tíni trúgv?

V.      Eg var ikki so mikið sum til Jólamessuna.
 

Tann reinsandi eingilin

L.      Nær var tað at samskiftið við Kristus byrjaði?

V.      Tað byrjaði einaferð í tí síðstu vikuni av november í 1985, men tað var ikki Kristus í fyrstani.

L.      Hvat hendi tann dagin?

V.      Eg kendi eitt slag av yvirnatúrligum ristingum, ið fóru gjøgnum mínar hendur. Eg hevði skrivað ein innkeypslista, men mínar hendur byrjaðu at rista, og pennurin var ov sterkur til, at eg kundi stýra honum. Tað var mín verndareingil. Hann byrjaði at skriva andaligar boðskapir.

L.      Hvussu visti tú, at tað var tín verndareingil?

V.      Við tað at hann, við at brúka mína hond, skrivaði: “Eg eri tín verndareingil.” Hann eitur Daniel og hann hjálpti mær at tekna eina tekning, ið umboðaði hann.

L.      Men tá ið tú skrivar, eru tað tínir egnu vøddar, ið virka?

V.      Ja, men um eg seti ímóti, steðgar tað ikki. Tað er tað sama við Jesusi. Einaferð byrjaði eg at ivast og segði við meg sjálva, “Tað er ómøguligt, at slíkt sum hettar kann henda mær.” Eg ætlaði at leggja pennin frá mær, men fyri at eggja mær til, tók Jesus uppaftur meira stýringina av penninum. Hann skrivaði enntá skjótari, sum fyri at siga mær, at eg ikki skuldi ivast.

L.      Men vit tosaðu enn um eingilin...

V.      Eingilin fyrireikaði meg; tað var eitt slag av reinsan. Hann vísti mær mínar syndir, soleiðis sum ein sær tær í reinsanar-staðnum. Smáar syndir, ið fyri meg als ikki sóu út til at hava nakran týdning, tað sá eg nú við øðrum eygum. Tær vóru veldigar og fingu meg at føla meg so ringa, at eg hataði meg sjálva. Hvussu hevði eg kunna gjørt sovorðnar gerðir? Tað var ein gjøgnumgangandi reinsan.  

 

Fyrisøgn frá Jesusi

L.      Hvussu leingi vardi hatta, tvey ár?

V.      Nei, við einglinum var tað bert í tríggjar mánaðir.

L.      Hvør kom aftaná teir tríggjar mánaðirnar? Jomfrú Maria? Kristus?

V.      Tá kom Jesus. Hann spurdi meg, “Hvørs hús er týdningarmiklari, títt ella Mítt?”

L.      Kundi tú síggja Hann tá?

V.      Ja, eg kann síggja Hann innaní mær. Ofta segði eg: “Tú sært ofta so keddur út.” Hann svaraði mær: “Nei, Eg eri ikki keddur, tá ið eg eri saman við eyðmjúkum sálum, saman við teimum, ið ofra seg, saman við teimum, ið elska meg.”

L.      Men sá Hann altíð keddur út?

V.      Hann hevur smílikullur, tá ið Hann smílist!

L.      Tað er nakað, sum skapar ein trupulleika í hesum boðskapum. Jesus sigur fleiri ferðir við teg, at Hann líðir. Men nú tá ið Hann er upprisin, líðir Hann tá framvegis?

V.      Mín andaligi vegleiðari hevði somu atfinning: “Hvussu kann hann líða, nú tá ið Hann er dýrmettur?” Jesus svaraði mær: “Eg líði, tí at Eg eri eitt við tykkum øll, og Eg merki tað, tá onkur ger uppreistur ímóti Mær.”

L.      Tú byrjaði at síggja Kristus tríggjar mánaðir aftaná eingilin, tað má so verða í februar 1986. Hvussu hendi tað?   

V.      Inntil tá óttaðist eg Kristus, men so ein dagin tók Hann plássið hjá einglinum, uttan at eg visti av tí. Og tá ið boðskapurin var liðugur, segði Hann: “Hygg, tað er soleiðis tú átti at verið, inniliga knýtt at Mær.” Hann setur uppá hendan inniligleika.

L.      Kanst tú verða meira nágreinilig?
 

Upphevjaður og tó inniligur

V.      Í byrjanini av hesum boðskapum, meðan eg enn var í Bangladesj, tá ið Jesus ein dagin las upp fyri mær, tonkti eg knappliga:  “Bakarovnurin er tendraður!” og eg segði ,”Áh!” Jesus spurdi: “hvat feilar?” Eg segði: “Eg haldi, at okkurt brennist í  bakarovninum.” Hann segði: “Íðan, lat okkum fara niður beinanvegin”! ...Men samstundis opinberar Hann Sín heilagleika; inniligleika og heilagleika. 

L.      Hvat meinar tú við heilagleika?

V.      Tilbiðjan av Guði.

L.      Ja, heilagleika, í bíbilskum týdningi, er transsendensur. Vart tú í øðrum heimi undir fyrisøgnini? Ert tú tikin burtur úr hesum heimi á sama hátt sum síggjararnir í Meðugorje? Tað sýnist ikki at vera líkt tí.

V.      Nei, eg síggi alt rundanum meg, men eg eri sokkin í Jesusi og Hansara boðskapi. Tað er, sum tá tú situr og skrivar við skrivaraborðið og ikki hugsar um tað, sum er rundan um teg, men kortini kanst síggja hvat har er.

L.      Men tú ert ógvuliga bundin. Hjá síggjarunum í Meðugorje vaktu opinberingarnar serliga teirra frælsi.

V.      Hann bað meg um ikki at taka eitt fet uttan at spyrja hann eftir.

L.      Men broytir tað teg ikki til ein robott? Tað er ikki longur tín hondskrift: tað er skriftin hjá einum øðrum. Og sjálvt um tað er tín hond, hevði ein hondskrifta-frøðingur ikki vágað sær at sagt, at tað er tann sami persónurin.  

V.      Jú, men Jesus hevur sagt mær og klárt víst mær, at hendan hondskriftin ikki er automatisk skriving, sum summi fólk halda. Ein dagin segði Hann mær, “Í dag skalt tú skriva Mín boðskap við tíni egnu hondskrift, so at tey - ið veruliga ikki hava skilt tað náði, sum Eg gevi tær - kunnu skilja, at Eg eisini havi givið tær tað náðigávu, at tú kanst hoyra Mína Rødd. Loyv Mær bert at lesa upp. Tú lurtar og skrivar.”

Her vísti Vassula mær skrivihefti, har hondskriftin broyttist í tí fylgjandi boðskapinum. Hennara egna, lítla og kensluborna skrift byrjar:

“Vassula, nú eru dagarnir taldir.”

Hesin boðskapur heldur síðan fram við Vassulu’sa vanligu hondskrift á tveimum síðum, og endar við hesum orðum:

“Hettar er til øll, ið trúgva, at tín hond verður førd av Mær, uttan at tú hoyrir ella skilir, at tað eri Eg, Harrin, ið innblási í Teg. Nú lat okkum halda fram so sum Mær líkar tað, Mín Vassula.”

Tá byrjar tann vanliga stóra hondskriftin aftur:

        “Tak ímóti Mínum Friði, verð vakin.”

Nei, Vassula er ikki ein robottlíknandi, mekaniska bundin móttakari. Hon er andinnblást, ikki villleitt. Hon sigur frá við eini fullkomnari megi. Hon er frí, rólig og glað. Her er heldur talan um viðkvæmi enn ófrælsi. Her er einki slag av tvingsil, heldur móttøka av kærleika. Eg bað hana greiða nærri frá tí.

L.      Men tá ið talan er um hesar boðskapir, er tað tá tín hond, ið førkar seg, ella koma teir á tann hátt, at tú hoyrir teir?

V.      Teir verða fyrisagdir.

L.      Men tú sigur, at tín hond verður førd á ein ella annan hátt.

V.      Ja, tað hendir samstundis. Í fyrstani førdi Hann mína hond uttan at siga nakað, ein dagin segði Hann við meg:

“Eg vil fegin, at tú lærir at hoyra Mína rødd, røddina innanífrá.” Og júst seks vikur seinni lærdi eg at lurta og at hoyra Hansara rødd. Hann sigur orð fyri orð; og til tíðir orð, ið eg slett ikki kenni. Eg havi leitað tey fram í orðabókini.

L.      Sjálvt á enskum eru nøkur orð, ið geva tær trupulleikar?

V.      Ja, tað eru nøkur orð, sum eg ikki veit um. Aðrar tíðir sigur Hann mær ein heilan setning í einum, tá má eg skunda mær, áðrenn eg gloymi tað. Men um eg gloymi tað, minnir Hann meg á orðini, eg havi lopið um. Ein dagin beyð Hann mær at fara at skrifta. Eg var ímóti tí. Eg ætlaði at sletta setningin, eg var byrja uppá, men Hann læsti hondina. Tað var sum um, at pennurin hevði sett seg fastan í eitt hol. Eg royndi tá at skumpa við hinari hondini, ið kendist meira frí. Tá snaraði pennurin seg bert úr hondini, hann fleyg til síðis, meðan hondin reyk afturav.

Munurin á hondskriftini er týðiligur. Tá ið Vassula skrivar eftir fyrisøgn, er hondskriftin stór, við stórum bókstavum. Tá hon skrivar nakar av sínum egna, sum til dømis viðmerkingar, tá er tað hennara lítla, fína og kensluborna hondskrift. Harumframt skrivar hon alt tvær ferðir. Tað fyrru ferðina skrivar hon skjótt, síðan strikar hon alt, ið er persónligt, fyri síðan at skriva tað, sum er eftir, meira neyvt.

V.      “Tá ið eg skrivi umaftur, rættar Hann meg”, leggur hon afturat.

L.      Men ímillum orðini, teknar tú onkuntíð nøkur hjørtu, nógv hjørtu.

V.      Tað er ímynd av Jesu Heilaga Hjarta.

L.      Verður hond tín eisini førd, tá tú skrivar hetta.

V.      Ja, og aðrar tíðir tekni eg ein fisk. (Ein ímynd av Kristusi).

L.      Tú sigur, at Guð bæði er transsendentur og nær, ein at tilbiðja og inniligur. Hvussu kanst tú sameina tað at vera innilig og tað at tilbiðja?

V.      Í byrjanini plagdi eg at sita, meðan eg skrivaði. Nú skrivi eg liggjandi á knæ framman fyri einum lítlum borði í mínum kamari við eini rúgvu av halgimyndum. Í fyrstani lá eg ikki á knæ; tá ið eg veruliga skilti boðskapin, fataði eg Kristusar stórleika. Hann segði við meg: “Vassula, havi Eg ikki uppiborið meira enn hattar?” Síðani havi eg altíð ligið á knæ.

L.      Og hvussu langa tíð tekur tað?

V.      Fýra til fimm tímar, til tíðir seks: fýra um morgunin og tveir seinnapart.

L.      Meinar tú, at tú bert skrivar? Biður tú? Spyrt tú Hann um nakað?

V.      Ja, eg tosi við Hann um alt møguligt. Hann segði við meg, at eg ongantíð skuldi taka eitt fótafet uttan at spyrja Hann: “Kom til Mín, leitað tær ráð hjá Mær, og Eg vil svara tær.”

L.      Spurdi tú Hann um 'tað at koma higar'?

V.      Ja, eg spurdi Hann og Hann segði: “Ver trygg, styðjað teg til Mín.” 
 

Freistingar

L.      Einaferð vísti djevulin seg fyri tær.

V.      Ja, eg eri ofta vorðin álopin av djevulinum. Hann gekk enntá so langt, at hann gav mær fýra linjur, ið góvu eina meining.

L.      Rørdist hondin?

V.      Ja, men Jesus lærdi meg, hvussu eg skuldi skyna á. Tá ið tað ikki er Jesus, rørir tað meg als ikki. So skjótt eg eri varin við tað, fer hann avstað. Ein dagin dittaði hann sær at koma, meðan Jesus las upp fyri mær. Tá vendi Jesus sær til hansara og segði: “Tøgn!” tá tagdi hann.

L.      Íðan, tá ið tú verður var við, at tað er hann, fer hann tá frá tær?

V.      Alt fyri eitt, men hann ger seg inn á meg, áðrenn hann fer.

L.      Hvat sigur hann við teg?

V.      Háðanirnar? “Gívur” og aðrar líknandi orðingar. Hettar hendi serliga síðsta ár.

L.      Tú bleiv háðað, ikki álopin?

V.      Álopin? Einaferð, tað var næstan likamligt. Eina náttina var tað sum um ein rovfuglur, ein ørn, tók um miðjuna á mær og syfti meg upp; eg vildi kvalast, og fekk ikki anda. Men so rópti eg eftir Jesusi, og tá fór hann frá mær.
 

Hví almannakunngera?

L.      Men hví gevur tú hesi skriviheftini út?

V.      Tá ið trý ár vóru farin, bað Hann meg um at almanna-kunngera tey. Fyrsta november 1988 legði Hann mær eina við, at ein bønarløta skuldi vera einaferð um mánaðin.

L.      Áðrenn var tað hildið privat?

V.      Ja, bert Hann og eg, og so fýra ella fimm onnur.
 

Familjan

L.      Maður tín er ikki við?

V.      Nei, hann er lutheranari.

L.      Og tíni børn?

V.      Tey trúgva mær, og verja meg, serliga tann yngsti. Hann verður sum ein lítil leyva. Um eg eri í tvídrátti, byrjar hann at lurtað inni í sínum kamari, síðan kemur hann beinanvegin at stuðla mær og sigur “Hvat gongur fyri seg her?” Ein dagin segði Jesus við meg: “Maria er Móðir Guðs.” Fyri meg var tað nakað nýtt. Meðan eg um kvøldið hugsaði um hettar, kom sonur mín inn í mítt kamar, um hálvgum tíggju tíðina við eini Asterix bók í hondini og segði: Maria er Móðir Guðs, er Hon ikki tað?”.

L.      Men hvussu kundi ein sovorðin tanki koma til hansara?

V.      Eg veit ikki. Tað slerdi meg. Dagin eftir, tá ið eg koyrdi hann í skúla, minti eg hann á tað, “Tú komst inn til mín í gjárkvøldi og spurdi um tað.” Tá hevði hann fullkomiliga gloymt tað.

L.      Skilti hann ikki longur, hvat tað merkti?

V.      Nei.

L.      Tá er hann ógvuliga inniliga knýttur at tær?

V.      Ja, tann dagin tosaði Jesus ígjøgnum hann.

L.      Hvat biður Jesus teg um?

V.      At eg má gerast heilag. Tað ræðir meg. Eg helt, at tað merkti: far til eitt kleystur, far frá tíni familju. Eg rýmdi undan Honum. So vendi eg aftur til hansara og segði: “Vilt Tú, at eg skal vera ærlig ímóti Tær?” “Ja,” segði hann. Tá segði eg: “Kann eg ikki elska Teg, soleiðis sum eg eri?”. “Sjálvandi. Tað er tað Eg vil, tí at tað er hjarta, sum telur; verð verandi sum tú ert.” Og Hann legði afturat, um saltið missir sína styrki, hvat nyttu er tað tá til? Tað eru ikki nunnuklæðini, men hjartað, ið er mest umráðandi.”
 

Til krossins æru

L.      Hvat slag av heilagleika væntar Hann av tær?

V.      At eg deili alt við Hann, beri Hansara Kross, fylgi Hansara Lóg.

L.      Gav Hann tær eina uppgávu?

V.      Ja.

L.      Hvat var tað?

V.      Hann segði við meg, “Tú skalt skriva, elska meg og breiða Mín boðskap út. Tað eri Eg, sum skal gera restina.”

L.      Og hvussu leingi skalt tú skriva soleiðis?

V.      “Inntil tínar síðstu dagar”, segði Hann við meg, “til tað síðsta.” Eg segði við Hann, “Skunda Tær.”

L.      Tú ætlar at skunda tær úr hesum heiminum og fara til Hansara?

V.      Áh, ja.

L.      Óttast tú ikki deyðan? Slettis ikki?

V.      Nei, slettis ikki. Hann loyvdi mær at síggja eitt sindur av Paradís. Hvat annað kundi eg ynskt mær?

L.      Tað heldur tær ikki frá, at tú onkuntíð verður troytt, mótfallin?

V.      Jú, tá trý ár vóru farin segði eg við Hann:”Harri, tað er gott at taka ímóti Tínum Orðið, men tað er ógvuliga tungt at bera tað einsamøll.”Eg var ógvuliga mótfallin, og tað sama kvøldið sá eg ein langan stiga, ið gekk allan vegin upp til himmalin, og har framman fyri meg stóð Padre Pio og Sankta Frans úr Assisi.

L.      Tveir stigmatar!

V.      Tað veit eg ikki.

L.      Sást tú ikki teirra stigmata?

V.      Nei, Padre Pio tosaði italienskt. Eg skilti ikki alt so væl, uttan tað at hann segði, at eg ikki skuldi geva upp, men halda fram og hava gott mót. Sankta Frans vísti mær stigan. Og ovast uppi, sá eg skuggamyndir av øllum halgimennunum, tey gjørdu tekin við ørmunum, “Klatra! Klatra!”

L.      Hvat royndu tey at siga tær?

V.      Ikki at geva upp, men at halda fram og ikki verða mótfallin.

L.      Einaferð bað tú Kristus um loyvi til at sleppa undan hesum og at byrja eitt vanligt lív aftur.

V.      Ja, eg bønaði Hann um tað. Eg segði við Hann: “Eg klári hettar ikki longur. Far frá mær. Eg skal halda fram við at elska Teg líka sum onnur menniskju, men eg klári ikki hettar longur.”

L.      Og tó ræðist tú ikki deyðan. Er hendan uppgávan so torfør?

V.      Ja, men tá lat Hann Sítt Hjarta upp. Eg sá Tað sært til deyða. Hann vísti mær øll Síni sár, og Hann byrjaði at lesa upp ein ógvuliga hjartarørandi boðskap: “Eg verði húðflongdur hvønn dag...” Tá segði eg við meg sjálva: “nei, eg kann ikki fara frá Honum.” Tað var ein hósdag (24. august). Tað var seint á kvøldi. Eg skrivaði eitt bræv til ein prest í Kanada, ið vildi hava øll bondini. Eg spurdi Jesus, hvat meira eg skuldi leggja afturat. Hann svaraði mær: “Sig honum, at Eg vælsigni hann.” Tað legði eg afturat og segði við Jesus, “Kunnu vit nú ikki fara at sova, mín Harri?” Hann segði við meg: “Lat okkum hvíla, men treytað av at Eg hvíli í tínum hjarta, og tú hvílir í Mínum Heilaga Hjarta.”
 

Fyrsta útbreiðsla av boðskapinum

L.      Hevur tú breitt boðskapin út í Grikkalandi?

V.      Á Rhodos; teir ortodoksu karismatikararnir hava góðtikið hann. Eg lærdi tey Rósukransin og tey góðtóku hann. Tey ganga við honum um hálsin.

L.      Var tað eitt sókn, eitt kleystur?

V.      Nei, ein ógvuliga opin, karismatiskur bólkur. Fleiri av teimum tosa enskt og lesa boðskapirnar.

L.      Tín missión fyri Kristus er sameining. Í tínum boðskapi tosar Jesus ofta um Jóhannes Páll Páva II sum Pætur’sa eftirfylgjari. Men hvat heldur tann ortodoksa Kirkjan um tað?

V.      Eg gav boðskapirnar til tann ortodoksa erkabispin Damaskinos. Hann vísti teimum áhuga og granskar teir. Møguliga geva boðskapirnar viðvíkjandi Pávanum honum nakrar trupulleikar, tí at teir staðfesta hansara hægru tign.

L.      Hægru tign ella rættardømi? Hægra tignin er góðkend av teimum ortodoksu. Tað er rættardømi, ið skapar trupulleikar.

Vassula er ikki von við hesi frøðiheiti. Hon sigur við meg: Pávin er grundarsteinur Kirkjunnar. Hann er Pætur’sa eftirmaður. Jesus sigur: “Eg havi valt hann; fólk eiga at viðurkenna hann.”

Hon leggur afturat: “Nøkur fólk spurdu eisini erkabispin Mamie (tann katólska erkabispin í Friburg) um at vísa á eina Kirkju, har eg kundi lesa boðskapirnar í. Hann hevur ikki noktað, men heldur ikki tikið støðu.

Uppreisn Russlands

Hon heldur fram:

V.      Jesus tosaði eisini við meg um Russland. Fyrstu ferð í januar 1988. Hann segði: “Systur tín er deyð.” Eg sá eina kvinnu liggjandi á jørðini, útslitin og rak. Tað var Russland. Í februar 1988 vísti Hann mær hana aftur: Eg skal reisa hana upp aftur sum Lasarus. Eg havi lagt Mína Hond á hennara kalda hjarta.” Eina triðju ferð, 11. mars 1988, segði Hann við meg: “Russland fer at hálova Meg.”

L.      Hettar er í samljóð við boðskapirnar úr Fatima og Meðugorje. Kennir tú nakað til teir? Tosaði Hann við teg um Mariu’sa reina Hjarta í Fatima?

V.      Hann segði við meg: “Eg leiði teg til Mína Móðir, í rúmið har Eg varð gitin.”

L.      Eg visti ikki, hvussu eg skuldi tulka hesi orð. Tosar Hann um Nasaret? Eg haldi, at tað heldur snýr seg um at vera í Mariu.

V.      Ja, Kirkjufedrarnir og Kirkjutingið hava sagt, at Jesus varð gitin í hjartanum hjá Mariu, áðrenn Hann varð gitin í likami Hennara.

V.      Jesus segði við meg, at eg skuldi hava eina mannagongd til hesi møtini í kirkjunum. Eg segði við Hann: "Eg veit ikki hvussu; eg veit ikki, hvussu eg skal tala; eg veit ikki, hvussu eg skal gera nakað sum helst.” Hann svaraði: “Men tað er ikki tú, ið skalt gera tað. Tað skal eg gera, og Eg skal siga tær mannagongdina.” Hann bað meg um at boða gleðiboðskapin við kærleika fyri Kærleikan.

L.      Men hvar er títt egna fyritaksemi í øllum hesum? Leggur tú eitt tema?

V.      Ja, til dømis, Hann gav mær hesa skránna: “Vælsignað tey í Mínum navni.” Tá segði eg: ”Alt í hesi skránni er fyrireikað av Jesusi, og eg vælsigni tykkum í Hansara navni.”

1. Friður verið við tykkum.

2. Bøn til Heilaga Andan ( soleiðis sum eg biði hvønn dag).

3. Bøn til høvuðseingilin Sankta Mikael (í samsvar við tað bøn, sum fyrr varð biðin eftir Messuna).

4. Ein tekst úr Bíbliuni.

5. Ein lestur úr einum boðskapi frá Jesu Hjarta og eitt frá Móðir Mariu.

6. Vit enda við at biðja Rósukransin og við signing við tí Heilaga Sakramentinum.

L.      Men hví er hesin stóri vøkstur av sjónum, ið gera ein bæði bilsnan og kløkkan?

V.      Ja, eg haldi, at tær fara at margfaldast í samsvar við profeta-boðskapinum hjá Jóel (3. kapitul): “Tykkara børn skulu síggja sjónir og tykkara gomlu skulu hava dreymar”.

L.      Tínir boðskapir leggja áherðslu á Heilaga Anda.

V.      Ja, eg vakni um náttina og hoyri bønir, sum Hann sigur innaní mær. Tann Heilagi Andin biður innaní okkum. Tað er ein týðilig nærvera. Heilagi Andin innaní mær biður bønir Kirkjunnar. Einaferð var tað Trúarjáttanin.

L.      Tínar royndir minna um tær hjá Sankta Paulus: “Heilagi Andi rópar innaní okkum “Abba, Faðir”...Tú hevur eisini ein boðskap um grøðing

V.      Ja, andaliga grøðing, umvending. Men nøkur fólk hava sagt mær, at tey vórðu grødd likamliga. Hjá einum var tað krabbamein. Hjá einum øðrum var tað AIDS.

Hon tosaði i álvara við meg uttan at greina hesar sannroyndir, ið hon eingi vísundalig skjalprógv hevur fyri. Hon tosaði eisini um angan av roykilsi, ið kemur fyri av og á, og um tær bønir hon biður.

V.      Eg byrji hvønn dag við trimum bønum: eina til høvuðseingilin Sankta Mikael, eina til tað Heilaga Hjarta sum eina bót, og eina til tað vælsignaðu Jomfrú Mariu.

Hon vísir mær tær og sigur tær á enskum.

L.      Hevur tú nakrar boðskapir til prestar?

V.      Ja, at teir ikki skulu vera so ivingarsamir. Teir mugu ikki sløkkja Andan. Jesus sigur: “Um tit trúgva á Heilaga Andan, hví forfylgja tit Honum so? (í teimum, ið fáa náðigávur). Hví vilja tit hava Meg at tagna? Hví vilja tit hava ein deyðan Guð?
 

Mótsøgn

L.      Hevur tú haft trupulleikar við prestum?

V.      Ein, Faðir S., ein exorsist í Sveis. Í fyrstani stuðlaði hann mær. So broytti hann meining. Hann heldur, at eg fari at órógva Mariansku prestarørsluna hjá Don Gobbi. Hóast hetta eri eg sjálv og mín andaligi ráðgevi, Faðir X. í Bangladesj, eisini við í rørsluni í tí landinum, og hann stuðlar mær.

L.      Hvørjar atfinningar hevur Faðir S.?

V.      Hann segði ongantíð beinleiðis hvat tað var.  Ein mystikari hevði givið honum ráð. Tað tykist, at djevulin hevði sagt við hana um meg: “Tað eydnaðist.

L.      Tínir boðskapir vísa greitt, at djevulin royndi at lumpa teg. Tað er eyðkent. Men tú ert ikki vorðin lumpað av honum. (Mær tykist, at hon dugir væl á at skyna).
 

Eitt vanligt lív

L.      Tá ein lurtar eftir tær, kundi ein hugsa, at tú livir í einari aðrari verð. Tú biður fýra tímar um morgunin og tveir um kvøldi; men hvat gert tú restina av tíðini?

V.      Eg fái mær ein lítlan bita á middegi. So skal eg ørindir, ikki bert fyri meg sjálva, men fyri mammu mína, ið er troytt. Hon er ikki sjúk, men hon hevur ilt við at ganga. So eg geri øll ørindini, og síðan taki eg mær av soninum eftir skúlatíð.

L.      So hevur tú nógv at gera. Men hvat hendir, tá ið tú ikki ert heima, sum til dømis nú á hesari ferðini?

V.      Eg fái ein lítlan boðskap, kanska eina síðu ella tvær, men dagin eftir fái eg nógv fleiri.

L.      Eru dagar, har tú slett ikki fært nakran boðskap?

V.      Nei, um tað so bert er í einar tríggjar minuttir. Eg klári ikki at lata vera.

L.      Ert tú før fyri at skriva í tokinum á veg heim?

V.      Ikki bara skriva, eg kann samla meg til at hoyra Hansara rødd og samtala við Hann. Eg síggi Hann innan í mær. Og tá ið ferðaseðlafólki kemur, forðar Hann (Jesus) mær ikki í at siga: “Ein ferðaseðil, takk”. Hann hevur lært meg at siga “vit”. “Lat okkum fara út, lat okkum fáa okkum ein kaffimunn.” Tað er altíð “vit”, og “okkum”.

L.      Hví?

V.      So at eg ongantíð gloymi Hann. Sjálvt tá ið eg var í bussinum og segði við ferðaseðlafólki “ein ferðaseðil”. Eg smíltist og segði við Jesus, “Sært Tú, hvussu heppin vit eru? Eg bað um ein ferðaseðil, men vit eru tvey”. Hann segði við meg: “Vit eru eitt, vit eru bert eitt.”

L.      Sameinað ella eitt?

V.      Sameinað og eitt.

L.      Fastar tú?

V.      Mikudagar og fríggjadagar uppá vatn og breyð.

L.      Sum í Meðugorje?

V.      Ja, sum í Meðugorje.

L.      Er tað orsakað av Meðugorje?

V.      Eg spurdi Jesus, um Hann ynskti, at eg fastaði, sum tey gera í Meðugorje og Hann segði, “Ja”.

L.      Men hvussu gert tú tað við tínari familju?

V.      Í fyrstani tordi eg ikki. Nú geri eg tað.

L.      Hvussu nógvar breyðflísar etur tú til hvørja máltíð, eina ella tvær?

V.      Tvær, og eg skrifti hvønn mánað.

L.      Líka sum tey hava biðið um, at ein skal gera í Meðugorje?

V.      Ja, og Jesus hevur eisini biðið meg um at biðja Rósukransin.

L.      Men at fasta, var tað tú, ið spurdi Hann?

V.      Ja, eg spurdi: “Vilt Tú, at eg skal fasta?” Hann segði: “Ja, tað hevði glett Meg.”

L.      Men tú lærir eisini onnur at gera tað?

V.      Ja, tað geri eg.
 

Meðugorje

L.      Hvat við Meðugorje?

V.      Hann tosaði við meg um Meðugorje.

L.      Var tað Hann, ið sendi teg hagar?

V.      Ja, mín andaligi ráðgevi eggjaði mær til. Eg visti ikki, hvussu eg skuldi fara hagar. So segði eg við Móðir Mariu, “Um tað veruliga er so, at Tú vilt hava meg at fara, so biði eg Teg um at fyrireika alt fyri meg, tí at eg veit ikki hvar eg skal byrja.” Viku seinni, var alt klárt. Ein vinur ringdi og segði, at alt var fyrireikað til ein busstúr.

L.      Nær var tað?

V.      Seinasta ár, 25. juni 1988.

L.      Íðan, so vóru vit har samtíðis, men har var so nógv fólk.
 

Sannar og falskar opinberingar

L.      Tosaði Jesus við teg um aðrar opinberingar?

V.      Ja, ta í Pescara. Hann segði, at tað var eitt snildarráð frá djevulinum fyri at sáa iva um allar aðrar opinberingar.

L.      Ja, tað var ein skelkur fyri Italia. Ein falskur síggjari hevði kunngjørt, at stór tekin fóru at koma: Tað fyrra seinnapart og tað næsta um kvøldi. Tað skuldi verða eitt av heimssøgunar størstu undrum, flytingin av Meðugorje til Pescara. Ein mannamúgva, um 100.000 menniskju, vóru savnaði saman við fjølmiðlunum. Tað var eitt stórt vónbrot. Lukkutíð hevði bispurin ávarað tey, men tað var eitt slag fyri bógvin fyri opinberingarnar sum so.  

 V.     Jesus hevur eisini ávarað ímóti eini profetakvinnu, ið eitur Gabrielle í Týsklandi, ein sekt, ið kallast “Home of Missions.”

L.      Eg meini, at Jesus eisini hevur tosað við teg um Garabandal; var Hann fyri?

V.      Ja.

L.      Hvat við tí Avstralska “Little Pebble”?

V.      “Little Pebble” skrivaði tvær ferðir til mín og sendi mær sínar boðskapir. Eg byrjaði at lesa teir, men teir fingu meg at kenna meg illa til passar. Eg spurdi Jesus, “Gev mær eitt svar ígjøgnum Bíbliuna.” Tá ið eg opnaði hana, fekk eg ein boðskap, ið mælti mær til at halda meg burtur frá honum.

L.      Tað var eingin ivi um, at hann var álítandi í fyrstani. Hann hevði fingið tann løgna boðskapin frá Móðir Mariu, at statskardinalurin var ein sátandyrkari, at hann fór at verða ein antipávi, og at “Little Pebble” skuldi verða útnevndur av Guði at verða tann síðsti pávin fyri heimsins enda, Pætur II. Kløkkaði tað teg?

V.      Ikki bert tað, hann tosaði ímóti Meðugorje. Hann segði, at síggjararnir fullu frá náðini. Hann tosaði eisini ímóti Don Gobbi. Hann segði, at eisini hann var fallin frá náðini. Hann skrivaði til mín úr Avstralia, eg veit ikki, hvar hann hevur fingið mína bústað.

L.      Hann vildi gera ein felagsskap fyri síggjarum; hann skuldi verða eitt slag av leiðara: pávi hjá síggjarum.

V.      Eg havi roynt at svara honum, enntá sent honum nakrar boðskapir, ið hann hevði biðið um, men hvørja ferð kom okkurt í vegin. Nú eri eg vís í, at eg ikki má senda honum nakað.
 

Møtir og umvendingar

L.      Og fruktin av tínum boðskapum?

V.      Tað eru umvendingar. Millum annað ein frímúrari, eitt Jehova vitni, og fleiri leikfólk, ið vóru langt burtur frá Guði.

L.      Hvat er tað fyri fólk, ið koma á tíni møtir.

V.      Nógv ymisk fólk. Har eru nýumvend, tað eru tey, ið læra at elska Guð, soleiðis sum Hann ynskir, at tey skulu elska Hann. Har eru eisini prestar. Nakrir siga mær, at teir biðja betur eftir at hava lisið boðskapirnar.

L.      Hvussu lærir tú tey at kenna Guð?

V.      Eg sjálv læri tey einki; tað er boðskapurin, ið lærir. Guð sigur: “Hvussu kanst tú elska ein, um tú ikki kennir hann? Kom til Mín, og tú vilt elska Meg.”

L.      Men tú ert ikki nakar robottur.

V.      Nei, Hann lesur upp fyri mær. Hann stuðlar mær. Eg gevi tað, sum Hann gevur mær, einki annað. Um eg ikki veit, hvussu eg skal svara einum spurningi, sigi eg: “Eg veit ikki; eg havi einki fingið um tað; eg kann ikki svara tær.” Um nakar biður meg at geva ein privatan boðskap, sigi eg: “Men tú hevur boðskapirnar, 2000 síðir íalt, og kanska meir.”

L.      Eru tíni møtir hvørja viku?

V.      Nei, eina ferð um mánaðin. Capuchinara munkarnir í St. Maurice byrjaðu at hýsa okkum. Tað er í Valais, tætt við Econe, bert ein hálvan tíma hiðani. Nú eru hesi møtini allastaðni í Sveis.

L.      Hvussu nógv fólk koma til hesi møtini hvønn mánað?

V.      Tað valdast, 150-200.

L.      Og hvussu leingi vara tey?    

V.      Ein og ein hálvan tíma.
 

Skilnaður

L.      Fekst tú nakrar boðskapir til Lefevre bisp?

V.      Ja, síðst í juli og í august. Jesus bað hann um ikki at fara burturúr. Tað var hjartanemandi. Eg hevði tá longu sent boðskapin til Lefevre bisp.

L.      Svaraði hann?

V.      Hann svaraði ikki, men ein kom, undir dulnevni. Tá ið hann tosaði við meg, teskaði Jesus mær í oyra: “Hettar er ein av monnunum hjá Lefevre.” So segði eg við hann: “Kemur tú frá Lefevre?”, “Ja”, segði hann við meg. Eg segði við hann, “Heldur tú, at Kirkjan opnar hurðarnar ov langt upp?". Hann segði “ja”. So segði eg við hann: “Veitst tú, at Jesus eisini ætlar at lata vindeyguni upp.”

L.      Hvat segði hann?

V.      Hann flenti; eg veit ikki, hví hann kom at tosa við meg.
 

Skyn

Til seinast í hesi fjøltáttaðu samrøðu verða ávís viðurskifti meira sjónlig. Vassula endurgevur alt fyri Jesus. Hesar samrøðurnar hava ikki órógvað hennara lív, heldur ikki hennara uppgávur í lívinum. Hon ger alt í friði og náðum. Gjøgnum hesi verk hava nógv fólk funnið andaligan vøkstur, eru vorðin umvend, og finna sameining við Kristus gjøgnum bøn – eitt nýtt lív. Hetta eru góð tekin, og innanfyri mína avmarkaðu kanning síggi eg eingin ring tekin.

Hennara reinlyndi er eyðsæð. Hennara felagsskapur við Kristus og hennara djúpa samkensla í Hansara líðingum er ektað. Fruktin av hennara bøn eru góðar hjá teimum, ið eru rundan um hana, eins væl og í hennara egna lívi.

Royndir hava lært meg, at sjálvt eftirfarandi síggjarar ikki altíð eru lýtaleysir. Ein er tí noyddir at fara varliga fram og nýta skyn. Okkara atfinningarsomu sansir mega gáa eftir smálutunum, tí ein menniskja verður verandi syndug og lastafull. Nógv kristin eru ikki drigin at persónligum opinberingum. Evangeliið ella aðrir boðskapir eru teimum nóg mikið. Hettar er teirra rættur, við tað at hesar opinberingar eru ein hjálp til trúnna, givnar fyri einki.

Nakrir lesarar hava tað kenslu, at tílíkir persónligir boðskapir, sum Vassula fær, skulu haldast fyri seg sjálvan og ikki gevast út. Tey halda, at tað er at grava í teimum, at leggja uppí tað persónliga. Um nakar kennir tað soleiðis, er tað eingin orsøk fyri viðkomandi at halda fram at lesa. Um tað er nakar, ið bert ætlar at lesa hesar boðskapir av forvitni, má hann vera varin. Ein má vera greiður yvir tey klassisku eyðkennini fyri at skyna á sonnum opinberingum og vraka tað, sum er falskt: Røtt læra, reinlyndi, fruktir o.s.fr. Sjálvt har øll tekin eru til staðar fyri at talan er um álítandi andaligt samskifti við Guð, verður verandi rásarúm fyri tí, einum hóvar, og fyri ólíkum áhuga.

Vassula trýr, at hon hevur móttikið eitt kall at breiða Kristi Kærleika við hesum boðskapum, hon fær. Hesin háttur hevur verið góður fyri nøkur menniskju, við tað at teir hava svara til teirra tørv, men eingin verður noyddur at fylgja hesum serstaka vegi. Hvørt menniskja sær má døma við egnum skili og eftir teimum fruktum, sum standast av hesum.

Vanliga er Evangeliið og prædikan í Kirkjuni nóg mikið fyri okkum, men í okkara mentanarliga umhvørvi, har trúgvin verður trælkað, hava profetiskir boðskapir møguleika fyri at endurreisa eitt samband og eitt andarúm, eins gagnligt fyri nøkur sum at fáa fríska luft.

Tá ið tað ræður um kallið um sameining, ið Vassula hevur fingið, so sampakkar tað við tí tvørkirkjuligu rørsluna, ið hevur verið vakt upp av Andanum síðani fyrst í hesi øld, men traðka undir fótum. Máttu hesir boðskapir frá einum ortodoksum trúgvandi stimbra tí.


Aftur til heimasíðu