Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍN HIMMAL FINST Í TÆR

19. februar 1987

Vassula, gev tær loyvi til at líða, allar Mínar útvaldu sálir liðu, gjøgnum líðingar reinsast tín sál sum gull verður reinsað í eldi; soleiðis er sálin. tín líðing er í tínum leiðbeiningum.

Hvussu í mínum leiðbeiningum, Jesus?

sjálvt um Eg loyvi tær at kalla á Meg nær sum helst á henda hátt og soleiðis vera saman, loyvi Eg eisini  óndskapsins portur at standa opið. tín leiðbeining verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí tú fert at hava tað ónda at berjast ímóti tær og royna at taka dirvi frá tær, við at geva tær skeiv orð.

Men Harri, so kann Tín leiðbeining villleiða meg!

Nei, hon fer ongantíð at villleiða teg ella nakran annan, Eg havi lært teg at kenna Meg aftur Vassula. Eg havi valt ein sum ikki meistrar nakað tungumál, ein ið vil vera bundin at teimum orðum Eg gevi, Eg havi lært teg at hoyra Meg, Eg venji tíni oyru. kom, ver tolin, lær at góðtaka, lær av Mær.

Eg byrjaði at stúra.

Vassula, alt verður fullkomið! Vassula skrivað. tað eri Eg Jesus,

(eg ivaðist aftur!)

O kom, Mær leingist eftir at siga tær nakað. Mín himmal er í tær, tí at Eg kenni Meg hálovaðan og hvíldan.

Jesus, eg elski Teg, ja heilt ótrúliga nógv, ja enntá 24 tímar um døgnið; sjálvt tá ið eg vakni um næturnar, er mín fyrsti tanki Tú. Tá ið eg eti, er tað Teg, eg hugsi um, tá ið eg arbeiði heima, so er tað Tú. Tá ið eg spæli tennis, ert Tú í mínum tonkum, og mín kærleiki til Tín er í mínum blóði, av tí at Mítt likam leingist illa av kærleika. Men eg kann ikki góðtaka, at eg kann geva Tær hvílu, ella at Tú finnur himmalin í mær, tí hvat eri eg? Eitt pu. Eg eri ómøgulig. Og tá ið Tú sigur mær frá hesum, kenni eg meg uppaftur verri í Tíni nærveru og skammist.

alt tú sigur um teg sjálva er satt, men Eg elski teg og finni hvílu í tær, Eg havi vætt títt hjarta við Mínum Blóði og sett tað inn í Mítt, Eg havi reinsað tað og givið tí Mín Frið og Kærleika elskaða. Vassula, Eg sum kom til tín, Eg ynskti altíð tín kærleika, nú havi Eg vunnið, Eg gleðist í tær. elskað Meg markleyst og ger nyttu fyri tey ið gloyma Meg og sum fleirfalda Míni sár, elskað Meg Vassula og lek Mínar elskaðu sálir, ver Mín himmal.

Mín Guð, eg eri greið yvir, at tað er Tú, og kortini trúgvi eg ikki, at eg skilji tað heilt!

Vassula, einaferð fert tú at skilja tað.

Um eg geri tað, haldi eg, at eg fari at svíma!

tá Mítt orð verður grundfest, Vassula Eg havi altíð verið kendur fyri at halda Míni orð. Eg Yahweh komi úr erva. Himmalin er skaptur av Míni náði. Eg vil uppfylla Mítt orð, lít á Meg Vassula, stúr ikki ov nógv elskaða, ver hjá Mær, varnast Meg, elskað og ærað Meg, legg restina í Mínar hendur, livað í friði. Eg formi teg við Vísdómi, tak ímóti Míni náði. troyttast ikki av at grøða sálir, ert tú glað fyri at tú ert sameinað við Meg?

Ja Harri, eg eri ógvuliga glað fyri at kenna meg sameinað við Teg, sjálvt um eg næstan ikki tori at hugsa um tað.

hví Vassula?

Hví? tí at eg eri Tær ikki verdug.

Vassula, Mær hevur altíð longst eftir at verða sameinað við teg og at verða tær inniliga nær, men gloym ongantíð at Eg eri Guð tín og Heilagur. Vassula vilt tú framvegis arbeiða fyri Meg?

Eg havi longu givið Tær mítt samtykki, eg eri fús at halda fram at arbeiða fyri Yahweh.

Eg eri Yahweh, ver vælsignað.