Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

HIMMALSK VERK KOMA FRÁ VÍSDÓMINUM

18. februar 1987

friður verið við tær. Vassula tú nýtist ikki at skunda tær, lær teg at arbeiða hóvliga, halt teg nær at Mær; Mítt ljós verjir teg. Eingin 1 ið nærkast tær kann nerta við teg ella skaða teg, Mítt Ljós er yvir tær sum ein frelsunnar gloria.

tín kærleiki til Mín, bjargar nógvum mistum sálum, á veg  til glatan; 2 Vassula, tey eru eins og børn sum eru slept upp á fjall, uttan at vita hvønn veg tey skuldu ganga; tá ið Eg eri hjá teimum, føði Eg tey og gevi teimum kærleika, nøkur av teimum koma við Mær, tú hjálpir teimum at elska Meg og at fylgja Mær; soleiðis brúki Eg teg Vassula.

Skal eg so verða tolin mótvegis teimum og biðja fyri teimum hvønn dag?

ja, hav tol við teimum tí at tey eru Míni høgt elskaðu, lek tey, elskað tey Vassula.

Eg læri teg Vísdóm, Himmalsk verk eru frá Vísdómi.

fatað tá Eg undirvísi teg. kom, styðjað teg til Mín, ynskir tú at fara nú?

Nei, vit halda fram.

O dóttir Eg elski teg elskaða, arbeið saman við Mær og hálovað Mær; Eg elski tín lítilleika, tú ert Mín gjøgnum-vætta blóma sum til fulnar hevur drukkið Meg, barn, tørvað Meg alla tíðina tí at uttan meg fert tú til grundar, Eg skal geva tær alt tað tær tørvar til tað síðsta. lat Meg vera fullkomiliga frían í tær tí at Eg veit hvat tær tørvar.

Eg kendi tað, sum um at eg ikki fór at vera før fyri at skriva niður vegleiðing Guðs; tað er torført, tí at eg alla tíðina verði órógvað og speirikin av tí ónda. Stundum kenni eg tað, sum um Guð gevur meg yvir til teirra at spæla við. Tess longri tíð sum gongur, tess meira naskast teir. Eitt skifti helt eg, at Guð var farin frá mær. Háðanin eru tey ringastu orð, ein kann siga frá!

Vassula, heldur tú at Eg nakrantíð fari frá tær? Eg eri Ævigur Trúskapur, hevur tú gloymt Míni orð?

Tað er mín feilur, eg eri veik!

gev Mær nú tín veikleika so skal Mín Styrki gera hann til einkis. kom, Eg skal Sjálvur halga teg, við tær havi Eg rokkið Mín himmal, tí í tær finni Eg Mína hvílu. minst til at vit eru sameinað og at okkara bond eru Friðar og Kærleikans bond. hesi bond sum festa tíni handlið til Míni og tínar føtur til Mínar fara at verða har í allar ævir, tí Mín elskaða tú ert Mín. Eg havi Sjálvur reinsað teg við at sameina teg við Meg, Eg havi sigrað yvir tær. Eg ynskti at tú skuldi elska Meg, hav ongan ótta tí at Eg eri Jesus sum haldi tær, hjá Mær skalt tú verða og tú skalt kenna Mína Nærveru, alt Eg ynski frá tær er kærleiki. elskar tú Meg?  

Tað veitst Tú, at eg geri, Jesus.

elskað Meg uttan mørk, hygg at Mær, tak ímóti Mínum Friði. er tað nakað tú vilt siga Mær?

Ja, Jesus.

(Eg kendi meg tyngda av skuld, tí mátti eg siga hetta við Hann).

Jesus sjálvt um eg elski at skriva hesar boðskapir og at vera saman við Tær, má eg gera so nógv annað eisini!

Vassula, lukkulig eru tey ið taka seg aftur frá sínum stáki og fylgja Mær. tú halgar vissuliga nógv av tíni tíð til at skriva saman við Mær, men lat Meg siga tær nakað annað afturat. Eg elski eisini at síggja teg arbeiða og gera tína skyldu, skyldur sum lítið hava uppá seg, so leingi sum tú útinnir tær við kærleika. hvørt einasta lítla arbeiði tú gert, líkamikið hvussu lítið og meiningsleyst verður stórt í Mínum eygum og gleðir Meg, so leingi hesir smáu gerningar eru gjørdir við kærleika. ver vælsignað.

Um kvøldi høvdu vit gestir, eg taldi talerkar, serviettar o.a.; eg helt, at eg hevði alt á bakkanum, eg steðgaði á og spurdi Jesus, væl vitandi at Hann var hjá mær, “Er tað nakað meira, vit hava brúk fyri?” Hann svaraði uttan nakað drál:

“Vit hava brúk fyri kærleika, Vassula.”


1 Meinsøkjarar.
2 Á jørðini.