Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG GEVI EISINI TIL TÆR VESALIGASTU SÁLIRNAR

14. februar 1987

Seinni:

Vassula, tað eri Eg Jesus, Eg gevi tær styrki til at møta Mær. menn teg saman við Mær tí at Eg skal festa Míni orð fyri at nógv kunnu lesa tey og fáa gagn av teimum, dóttir, tá ið Mín leiðbeining er fullførd, skal Eg fyrireika teg til at møta Mær, Eg leingist eftir at hava teg hjá Mær. Vassula hygg at Mær, 1 ert tú glað fyri at møta Mær á henda hátt?

Ja, ógvuliga glað, eg havi als ikki hesa náðigávu uppiborna.

tak ímóti henni; tak ímóti tí Eg gevi, Eg gevi enntá til tær vesaligastu sálirnar. Vassula hevur tú hoyrt at Eg gevi vísdóm til teirra ið eru sum børn og ikki til tey lærdu og klóku

Ja, tað havi eg, hví er tað so?

tí at børn eru Mín veikleiki tey lata Meg forma seg. Eg velji óverdugar sálir til at forma, tey ið vita lítið ella næstan einki; Eg skal búgva teg út Vassula tí at Eg eri ríkur, hjá Mær fert tú einki at sakna.

Eg elski teg, ert tú klár yvir hvussu lukkuligan tú gert Meg hvørja ferð vit hittast? Eg eri lukkuligur tí at Eg endiliga havi teg hjá Mær, hevði ein pápi ikki frøtt seg yvir at hava funnið sítt mista barn aftur? Tú vart farin langt av leið frá Mær og Mítt hjarta var í knúsi av sorg, tú vart farin burtur og lat Meg eftir í vónloysi; Eg fór út at leita eftir tær og fann teg, skal Eg so ikki gleðast yvir at hava teg her hjá Mær nú?

Vassula, her nær hjá Mær skalt tú læra, Eg skal læra teg allar dygdir fyri at gera teg føra fyri at hálova Meg, Mítt barn, lær teg at súgva til tín av rættvísis døggini, lær at hálova Meg, lær av Vísdómi, Eg elski teg, far nú í friði og kallað á Meg tá ið tú vilt, lat okkum biðja saman.

Vit bóðu.

 ver nú Mín fylgisneyti og goym Meg í tínum hjarta.


1 Eg hugdi at Jesu andliti. Hann hugdi beint at mær.