Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI NÓG MIKIL Í MÆR SJÁLVUM

11. februar 1987

Vassula tað eri Eg Jesus Kristus, dóttir tínar líðingar skulu verða Mínar og Mínar líðingar skulu verða tínar. tú kemur at fáa part í øllum sum Eg havi, ja, sjálvt Mínum líðingum. Eg skal verða hjá tær og troysta teg tá tú hevur brúk fyri Mær, men afturímóti ynski Eg eisini at verða troystaður tá ið Eg líði.

Jesus, í veruleikanum treingir Tú als ikki til nakran, allar minst meg.

nei, Eg treingi ikki til nakran, Eg eri nóg mikil í Mær sjálvum, men deili Eg ikki alt Eg havi við teg? Eg eri tín Frelsari, tín Lækni, tín Faðir tín Brúðgómur, Eg eri tín Guð sum ongantíð nakrantíð vil fara frá tær.

Um kvøldi, tá ið eg stóð niðri í gongini, á veg ímóti trappuni við einum fullum bakka av gløsum í hondunum, sá eg heilt týðiligt ein stóran myrkan kross beint uppiyvir trappuni; hann var stórur, Jesus hekk á honum, eymkandi av pínu, huldur í sárum og blóði. Eg mátti ganga framvið, men visti ikki hvussu eg skuldi bera meg at; eg hoyrdi Jesus kalla, og Hann segði:

        “Áh, hjálp Mær Vassula, kom til Mín.”

Eg rann skjótt upp trappurnar, lat gløsini standa eftir á einum borði, rann yvir og tók skrivihefti, og Jesus skrivaði:

“Eg havi so nógva pínu, Mínar líðingar eru so nógvar, kanst tú ikki hjálpa Mær, Eg sum doyði fyri teg? Eg eri negldur á Mín Kross, og Eg kann ikki koma til tín, so kom, Eg ynski, at tú skalt koma nærri, Vassula, á sum eg elski tykkum øll, lek Míni børn, kallað á tey og fá tey til at elska Meg, ver vælsignað, ver hjá Mær, Eg elski teg.”

Eg varð djúpt skakað tá ið Hann skrivaði hettar, og legði ikki til merkis fyrr enn aftaná, at eg eftir lítlari løtu fleyt í sveitta.

Vassula, Eg Jesus pínist og tú sást týðiliga Mín Kross og Meg á honum. Eg vil at tú skalt merkja Mína deyðaangist, líð saman við Mær dóttir, livað í Mær og Eg skal lata teg merkja Mítt gjøgnumstungna Hjarta, sært av spjótinum og sært av so nógvum elskaðum sálum, Eg elski teg, vildi tú avnokta Meg? Eg sum leið og doyði fyri teg, vil títt hjarta hava tað dirvi at vísa Mær frá sær? Eg havi liðið av kærleika, Eg havi kallað á tykkum av kærleika, Eg vælsignaði tykkum, Eg gav tykkum føði, og nú síðan Eg valdi teg, vænti Eg at tú vilt troysta Meg, og elska Meg inniliga, Eg vænti at tú svarar Mær.

Vassula óttast ikki, gev teg heilt yvir til Mín, ja, yvirgev teg fullkomiliga, í tí at tú gevur teg yvir til Mín. loyv Mær at gera við teg hvat Eg enn vil.

Eg havi longu givið mítt samtykki, tað at arbeiða fyri Teg. So nú kanst Tú gera við meg, hvat tú vilt.

ja, gev teg yvir, Eg elski teg, tað gleðir Meg at hoyra at tú gevur teg yvir, vís Mær ongantíð nakrantíð frá tær tí at Mín kærleiki til tín er uttan mørk. Eg skal halda áfram við læruni við at siga tær ein loynidóm;

Vassula tak títt skrivihefti; óttast ikki tí Mín læra kemur frá Vísdómi; allir loynidómarnir eru ikki opinberaðir enn. øll verkini eru givin til teirra ið vita hvussu tey skulu elska Meg.

Nú skal eg taka mítt skrivihefti fram... Jesus gav mær ein loynidóm. Hann segði tá,

“Eg ætli Mær at opinbera fleiri loynd verk fyri tær.”

Tað var tann triði loynidómurin.

fyri hvønn dag sum gongur, kemur tú nærri at Mær.

Hvat merkir tað?

tað merkir at Eg skjótt skal verða saman við tær.

Deyðin ræðir meg yvirhøvur ikki!