Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍN FAÐIR GLEÐIST YVIR BØRNINI

10. februar 1987

Vassula tað eri Eg Jesus Kristus, Eg eri við tær elskaða. veitst tú at Eg leiði teg gjøgnum Hades1? (óttast ikki, Mítt Ljós lýsir yvir teg og verjur teg ímóti hinum ónda2) við tað at Eg leiði teg ígjøgnum ávirkanina í reinsanar-staðnum, verða nógvar sálir grøddar. Eg havi lært teg at elska Meg, tín kærleiki til Mín grøðir tær,3 Eg brúki tín kærleika til at lekja tær við.

lek tær Vassula, lek tær, tú ber Mín Kross saman við Mær Vassula, hesi verk eru himmalsk verk sum Mín Faðir opinberar fyri tær, nógv himmalsk verk eru enn fjald og eru ikki annað enn loynidómar fyri tykkum.

Tað eru nógv menniskju, ið ikki vilja góðtaka hettar, Jesus, tey fara at siga, at tað er heilaspuni.

Vassula hvussu mong teirra hava til fulnar fatað verk Faðirs Míns á jørð?

Nøkur av teimum eru ikki skilt og eru tí framvegis loynidómar.

hvussu kunnu tey so skilja hvat er av tí himmalska. Vassula allur Vísdómur er givin til teirra ið bert eru sum børn, Faðir Mín gleðist yvir børn, ver glað dóttir og prísað Faðir Mínum tí at Hann er góður ímóti tær. dóttir, ver Hansara boðberi og hálovað Honum, ver ikki stúrin Eg leiði teg, arbeið á henda hátt, Eg eri tín Lærari.

Eg skal halda fram at forma teg elskaða; Eg formi teg eins væl og hini børnini hjá Mær, far í friði og minst til at tú verður leidd av Mær, hoyr Meg, Eg elski teg og Eg ynski at tú skalt verða hjá Mær.

Vassula, Eg eri glaður fyri at tín trúgv er økt. reinsað teg við at eta Meg og drekka Meg.

Jesus, tað skal eg gera, eg skal fara í Kirkju og taka ímóti tí Heilagu Kvøldmáltíðini.

kom til Mín, allur kærleiki Mín fjalir tykkum, Eg elski teg Mítt barn.

Jesus, eg elski Teg og vil stríðast fyri Teg.

STRÍÐ vil Eg ikki hava! tí at Eg eri Friður, og tú skalt arbeiða við friði, fyri Friði. fyll Meg við gleði og halt teg so nær til Mín sum gjørligt. vilt tú kyssa Mínar føtur?

(Eg tók eina mynd av Jesusi og kysti føtur Hansara).

Eg elski teg, far í friði.


1 Reinsanarstaðurin. (Mín sál er “komin út fyri reinsan” í reinsanarstaðnum. Við at elska Guð kunnu sálir verða fríaðar úr reinsanarstaðnum. Eisini bønir fría sálir úr reinsanarstaðnum).
2
Tá Sátan roynir at herja á meg fyri at halda mær frá at skriva hesa opinbering.
3
Sløkkir teirra eld.