Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍN FAÐIR SKAPAÐI TYKKUM AV KÆRLEIKA

2. februar 1987

O dóttir, tað einasta Eg biði tykkum øll um er kærleika, Faðir Mín skapaði tykkum av kærleika, Hann gav Sín einasta Son av kærleika, Eg leið tykkara vegna og doyði á Krossinum tykkara vegna, Eg bjargaði tykkum frá deyðanum av kærleika, so hví, hví eru tað so nøkur av tykkum ið hata Meg og forfylgja Mær? Hata tit Meg vegna Lógina ið Eg havi givið tykkum, forðar hon tykkum í at liva eitt frítt lív og í at gera uppreistur?

hava tit kanska ikki hoyrt um Meg tí at eingin var at læra tykkum? og tískil hava ment tykkara egnu lógir, í longsli eftir verðsligum ríkidømi og verðsligari njótan, og fylgt tykkara egna lyndi? børn, míni elskaðu, hettar er byrjanin av tykkara haturi til Mín, tað er tí at tit ikki kenna Meg, komið tí og møtið Mær, Eg eri Kærleiki, trúgvið á Meg; um tit siga Mær at tit ikki kenna Meg, sigi Eg tykkum at Eg kendi tykkum áðrenn tit vórðu fødd og at Eg havi halgað tykkum; um tit siga Mær at tit hata Meg, sigi Eg tykkum at Eg elski tykkum, um tit hava syndað, havi Eg fyrigivið tykkum, um tit hava vanært Mítt navn, havi Eg víst tykkum Mína Miskunn, um tit hava sært Meg, elski Eg tykkum kortini og bjóði tykkum at fá lut í Mínum Kongaríki í Himlinum, hóast tykkara misgerðir fyrigevi Eg tykkum heilt.

Vassula, Eg elski teg, hvíl nú, Eg skal halda fram við at lesa upp fyri tær seinni.