Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

MÍTT HJARTA ER EITT DÝPI AV KÆRLEIKA

1. februar 1987

Vassula, tað eri Eg, Jesus Kristus, Eg elski teg. tú skalt vita at ein og hvør boðskapur við ábreiðslu ella við hvøssum orðum ikki er frá Mær, Eg eri kærleiki, kærleiki, kærleiki. Mítt hjarta er eitt dýpi av kærleika. leiðbeiningin ið Eg gevi tær er tillagað til tín, síggj teg sum eitt lítið barn ið júst hevur gingið síni fyrstu fet, eingin væntar eitt lítið barn at ganga trygt og gott; Mín leiðbeining er fyri ein nýbegynnara, Eg læri teg stig fyri stig og hvørt stig tú tekur saman við Mær vælsigni Eg, Eg eri tín Faðir, ið hjálpir tær og lærir teg Mítt barn at ganga saman við Mær.

her er Mítt svar uppá tað ið tú hugsar um, Eg elski tykkum øll líka nógv,

Tú tosar um serliga útvaldar sálir.

ert tú ikki ein av teimum útvaldu? Eg elski tykkum øll. dóttir Mær hevur longst eftir at hava teg hjá Mær, á sum Mær longdist eftir at tú skuldi elska Meg, á sum Mær longdist eftir at restin av Mínum elskaðu børnum skuldu elska Meg, Eg kalli á tey, dag og nátt standi Eg við teirra dyr, og bíði, við vón um at fáa eitt svar, Eg vaki áhaldandi yvir teimum, Míni eygu sleppa teimum ongantíð, Eg vaki yvir teimum fullur av sorg, um tey bert vistu hvussu fátæksligar teirra sálir eru, og hvussu tey skaða og pína sínar sálir.

Eg eri hjá tykkum Eg kalli á tykkum um at koma til Mín, óttist ikki Eg vil ikki lasta tykkum fyri syndir tykkara, Eg kalli á tykkum fyri at tit kunnu koma at møta Mær bert eina lítla løtu; komið til Mín, tit stakkals sálir komið og møtið Mær og lærið at kenna tykkara elskandi Faðir,1 Hann skal sjálvur føða tykkum við Sínum egna Likami, Hann skal sjálvur sløkkja tykkara tosta við Sínum egna Blóði,1

Hann skal lekja tykkum um tit eru sjúk, Hann skal lætta um hjá tykkum um tit eru eydnuleys, Hann skal hylja tykkum í Sínum Kærleika og verma tykkum um tit eru køld, vísið Mær ikki frá tykkum. Eg eri Kærleiki og Eg elski tykkum hóast tykkara óndskap, Eg sigi at Eg elski tykkum sjálvt um tit vanvirða Meg, Eg eri ein Guð fullur av várkunn, altíð til reiðar at taka ímóti tykkum og lata tykkum búgva í Mínum Hjarta.

dóttir, á sum Eg pínist av at síggja tey hálvsova meðan tey spakuliga søkka djypri og djypri niður í syndanna ótespiliga dýpi; um tey bert vistu hvussu teirra misgerðir sundurskræða teirra sálir! Eg sigi tykkum at tykkara lív á jørðini bert er ein hvørvandi skuggi, men tykkara lív í Himmalinum er fyri allar ævir hjá tykkara Skapara og í Hansara dýrd, lat Meg tí minna tykkum á at tit eru Hansara egnu børn.

Vassula, í Mínum fylgjandi boðskapi fari Eg at kalla á øll tey ið forfylgja Mær og vanæra Mítt Navn.

Ja, Harri.


1 Sí Johs. 6, 48-51.