Satt Lív í Guði

HOME INDEX SEARCH

EG ERI TANN, IÐ TROYSTAR TEG

14. desember 1986

Eg eri tann, ið troystar teg.

Sig mær Jesus, hvat er hendan leiðbeiningin góð fyri, og hvat er endamálið við henni?

hon fer at leiða nógv til Mín, hon fer at kveikja lív aftur í Míni børn so at tey koma aftur til Mín, og lesa Mítt Orð.

Eg eri tykkara Góði Hirði sum kalli tykkum til Mín, trúgv Mær dóttir, hygg uppá Meg, hygg uppá Meg, Eg havi opinberað Mítt Andlit fyri tær, kenn teg ikki ótrygga, trúgv á Meg. hevur tú gloymt hvussu Eg arbeiði, hevur tú ikki hoyrt um Míni Verk, lat ikki tína samtíð oyðileggja teg, verð sum tú ert dóttir, 1 lat tey ikki sannføra teg nú tá ið tú ert vakin og livir í Mínum Ljósi. ver hjá Mær.

Jesus, eg biði Teg um at steðga teimum, um tey royna at gera hetta?

tað skal Eg  Eg vil ikki lata nakran oyðileggja teg. hoyrið, øll tey ið oyru hava, verið alvakin tí at tíðin er nær.  


1 Lætt at sannføra meg til at trúgva næstan hvat sum helst! slík fólk verða kallaði góðtrúgvin millum okkara kenningar.